hesin viðurkendi listarmaðurin fyrst og fremst dóm yvir síni egnu listaverk, og í sama viðbragdi lyfti hann listina upp í hæddirnar. Hann dømdi listina hart júst fyri at geva henni sítt sanna virði. List [...] kristin, og í tí navninum er nógv ókristið framt, og harvið er heitið drigið niður á botn. Atferð, lív og avrik sýna, um talan er um ein kristnan somuleiðis við listarfólkinum. At so nógv í dagsins samfelag [...] vanliga, tí, sum øll kunnu avrika. Listarfólk eru úrmælingar, sum hava fingið serlig skapanarevni. Men í dag kann ein og hvør kalla seg listarfólk. Onkur heldur enntá, at alt, sum skapað verður, er list. Gamaní
Súkkling Tórshavnar Súkklufelag skipaði leygardagin fyri kapping í landavegsúkkling. Teinurin gekk úr Havn, móti bergholinum í Kaldbaksbotni, til Kollafjarðardal og eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Startur [...] týskvøldið skulu súkklararnir í eldin aftur. Tá verður koyrdur ein einkultstartur. Leiðin gongur frá Plantusøluni við Hvítanesvegin, niðan á Oyggjarvegin, og endar heilt uppi á Sornfelli. Teinurin er góðar [...] nakrir súkklarar til Íslands at kappast í kappingini Tour de Iceland. Hendan kapping er smíðað eftir sama konsepti sum Statoil kring Føroyar, har koyrt verður í fimm dagar á rað. Hart, men stuttligt og
júst her. Og so skulu øll tey fólkini ganga niðan gjøgnum hetta økið fyri at sleppa í bussarnar, sum standa langt uppi móti vegnum, tí teir ikki sleppa heilt oman. Ternan I kemur undan grótkastinum og ger [...] um, og nógv órudd á bryggjuni, sum ferðafólkini ganga og dreiva uppií. Klokkkan er tíggju minuttir í fimm seinnapartin ein vanliga hósdag á Toftakei. Tað liggur ein trolbátur og bøtir trol við skráan við [...] leggja hann framman fyri Fiskamarknaðinum. Ternan I leggur at, og lúkan fer niður. Fólk skunda sær í land, men noyðast at »krússa« millum trolnet, grunnlínur, bobbensar og harraleysar handskar, sum liggja
nógv at fara frá báði í heimi sínum, í kirkjuni og í bygd síni sum heild. Og í øllum hesum livdi hon í Harranum. Tað var gudstrúgv hennara, sum var drívkraftin í øllum tí, hon var við í, meinigheitini og bygdini [...] Sunnudagsblaðið, limur í meinigheitsráðnum, í skúlanevndini, í stýrinum fyri K.F.U.K., í húsmøðrafelagnum, í sjómansringinum og so var hon í fremstu røð, tá ið Kirkjukórið Ljómur í 1939 varð stovnað. Kórið [...] sumrarnar, til gongu niðan í hagan, í bili og í báti, báði her í Suðuroynni og norðanfjørðs. (Hanna Lisberg, sum sang við í mong ár, minnist t.d. eina ferðina, tey fóru til Sumbiara í lastbilinum hjá Missinum
mans við í stakkinum so teir fingu gott 50 fuglar í part. Annars eru tað einir 20-22 eigarar í Tindastakki. Stakkurin var býttur í gamlari tíð, soleiðis, at tey, sum ikki høvdu so nógv rættindi í fuglabjørgum [...] monnum, sum vóru við í stakkinum hesuferð. Aldursforsetin uppi í stakkinum var 71 ára gamli Jákup Joensen, vinnulívsmaður og fyrrverandi løgtingsmaður, men annars vóru onkrir mans uppi í sekstiárinum. Hinvegin [...] byttur sundur í einar seks, sjey partar at draga. ? Tá ið pisurnar eru drignar í einum parti, verða tær lagdar í ávís pláss og so verður farið í næsta pláss at draga. ? Hesuferð vóru vit ikki í tveimum pørtum
Áðrenn samlingina í 1968 vóru 72 gimbrafrælsir og 18 veðrafrælsir í Berginum. Av hesum sæst, at Villingaberg er stórt feitilendi, møguliga tað størsta í landinum. Gimbrarnar gingu í Berginum um veturin [...] og nakrir menn verða so settir ovast í rygginum soleiðis, at seyðurin sleppur oman fyri teir, tá ið hann kemur upp úr Sót . Tveir fara niður í Tánna í Sót - Nasan í Sót . Harnæst fara nakrir suður undir [...] Bjóðað verður í kjallaran ella í hoyggjhúsið at njóta tað, ið hoyrir einum slíkum degi til. Omanfyri havi eg nevnt, hvussu viðurskiftini í Villingabergi eru til seyð. Villingaberg hevði fyrr í tíðini sera
lívi, hansara, sum sá dagsins ljós 15. januar í árinum 1900. Tí at tá var hann føddur. Men gitin var hann og livdi í móðurlívi í 1800-árinum, tí seinasta, í øldini við Napoleonskríggjum, Nólsoyar-Pálli [...] hevur hann frálíkt útsýni í tíð og rúmd. Byrjanin Tað byrjaði annars, alt, fyrst í tjúgunum, við trábeittari tilverugrundan í yrkingasavni eftir yrkingasavn, skoðandi løtuna í ævinleikans mátistokki, við [...] tekur seg upp í yrkingunum við: hesin serligi undirstreymur av góðvild og mannatokka, ið seyrar ímillum reglurnar í bókunum og altíð lýsir av summum umráðandi persónum í skaldsøgunum og í stuttsøgunum.
skurðviðgerðina hálvan juni í fjør. Eg fari aldrin at gloyma, tað gleðina tú hevði av, at vit vóru har saman við tær. Vit grillaðu úti á Amager og gingu hugnaligar túrar í Keypmannahavn, hóast tú ikki [...] var at sleppa í stovuna hjá tær, har teir kundu spæla við teldurnar hjá tær. Ja góði Kaj, minnini eru mong og góð. Ikki ber til at nevna alt her, men onki er gloymt. Minnini um teg, goymi eg í hjarta mínum [...] sum ung. Vit vóru so tøtt, bert ein árgangur ímillum okkum, so vit vóru nógv saman. Mangan var tað uppi hjá mammu og babba, saman við teimum mongu vinunum, ið tú hevði. Vit sótu langt út á morgunin og spældu
Stjørnan ? Neistin 26-19 (16-7) Munurin millum bæði liðini, sum leygardagin royndu seg móti hvørjum øðrum í KÍ høllini var ovurhonds stórur. Stjørnuliðið snøgt sagt vant burtur úr Neistanum, og til tíðir var [...] Talan var tískil ongantíð um nakran spennandi dyst, og høvdu stjørnurnar megnað at hildið dampinum uppi allan dystin, hevði talan verið um nógv størri málmun. Seinastu 10 minuttirnar fekk neistaliðið 6 [...] eftir so stuttari tíð, men ivaleyst man hon gerast ein stórur styrkur hjá Neistanum. Neistaliðið hevur í løtuni eisini brúk fyri allari hjálp, sum tær kunnu fáa. Nógvir leikarar frá undanfarnum árum eru ikki
eisini sýslumaður í Sandoyar sýslu og seinni í Vestmanna. Ein sonur Niels var Mass Andrias Winther (1871-1923). Hann varð í 1909 fyrsti býráðsformaður í Havn. Seinni gjørdist hann sýslumaður í Sandoynni. Tað [...] Nú eitt kvøldið var eg niðri í Geil. Eg kom í tankar um “ovastaloft”. Eg hevði ikki verið har uppi í mánaðir ella ár, og so kom eg at teinkja uppá MAW, sum lá deyðasjúkur. So fór eg upp einsamallur. Eg [...] udmærket god. Opførsel: god ---- Komandi partur: Í komandi Miðviku verður greitt frá Tummas á Skipanesi sum í 1913 fór at arbeiða á eini hvalastøð í South Georgia í Falklandsoyggjunum.