Súkkling
Tórshavnar Súkklufelag skipaði leygardagin fyri kapping í landavegsúkkling. Teinurin gekk úr Havn, móti bergholinum í Kaldbaksbotni, til Kollafjarðardal og eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Startur og mál var við Plantusøluna við Hvítanesvegin. Teinurin er góðar 42 km langur, og leygardagin skuldi súkklararnir koyra teinin tvær ferðir, tvs. 84 km.
Veðrið var av tí besta, og menn fóru við góðum huga uppá súkklurnar kl. 9 leygarmorgunin. Men kappingin var ikki meira enn byrjað tá dramatikkurin meldaði sína komu. Áræka Sundsverkið vóru menn óansnir og tað endaði við at tveir súkklarar rendu saman og máttu gevast.
Enn einaferð fingu súkklararnir sjón fyri søgn um hvønn týdning ein hjálmur hevur. Hjálmurin hjá Sigmund Olsson knekkaði av stoytinum hann fekk tá hann rakti asfaltið, og ikki er torført at ímynda sær hvat hevði hent um ongin hjálmur var á høvdinum hjá Sigmundi.
Eli vann endaspurtin
Allir vóru skelkaðir av hendingini, men kappingin helt kortini fram. Tá menn byrjaðu niðankoyringina úr Kollafjarðardali byrjaði tað at følast í beininum, og komnir niðan á vóru tað Eli Christiansen, Torkil Veyhe, og Gunnar Dahl-Olsen, ið fylgdust. Tað gjørdu teir líka til koyrt bleiv aðru ferð niðan úr Kollafjarðardali. Tá byrjaðu kreftirnar hjá Torkil at ganga undan, og Eli og Gunnar sloppu tí undan Torkil. Kappingin stóð nú bara millum hesar báðar. Gunnar royndi tað hann kundi at sleppa undan Eli, men illa gekk, og hvørja ferð megnaði Eli at lukka holið, og koyra Gunna inn aftur. Kappingin bleiv tí avgjørd við einum endaspurti, ið Eli vann við hálvari súkklulongd.
Torkil og Sverri ein góðan dag
Tað sást á øllum brøgdum at Torkil hevur ment seg nógv, og gjørdi hann ein góðan figur leygardagin. Eina løtu royndi hann at koyra undan Eli og Gunnar, men hann bleiv innheintaður nakað seinni. Eisini veteranurin Sverri Mohr Edvinsson hevði ein góðan dag, og verður hugsað um, at hann koyrdi allar teir 84 km at kalla einsimallur, var tíðin hjá honum rættiliga góð. Sverri koyrdi teinin uppá 2 tímar 52 minuttir og 24 sekund.
Aðrar kappingar
Longu týskvøldið skulu súkklararnir í eldin aftur. Tá verður koyrdur ein einkultstartur. Leiðin gongur frá Plantusøluni við Hvítanesvegin, niðan á Oyggjarvegin, og endar heilt uppi á Sornfelli. Teinurin er góðar 20 km langur. Tað ljóðar ikki av nógvum, men at koyra frá landsvegnum niðan á Sornfelli er ein drúgvur teinur.
Mikudagin fara nakrir súkklarar til Íslands at kappast í kappingini Tour de Iceland. Hendan kapping er smíðað eftir sama konsepti sum Statoil kring Føroyar, har koyrt verður í fimm dagar á rað. Hart, men stuttligt og spennandi.
Úrslit:
Nr. NavnTíð
1Eli Christiansen2.36,15
2Gunnar Dahl-Olens.t.
3Torkil Veyhe+ 4 min.
4Sverri M. Edvinsson+ 16 min. 9 sek.
5Sigmund Olssonsteðgaði
6Andrass Joensensteðgaði