John Næs Berg, í Nesi, í Hvalba
Staðarnøvn í Villingabergi
Vestanfyri á Suðuroynni, millum Hvalba og Sandvík, liggur Villingaberg. Fólk, ið ikki eru staðkend halda helst, at navnið Villingaberg úttalast sum fleiri onnur orð við tveimum l-um, t.e., at fremra l-ið úttalast sum d, men so er ikki. Fyrri partur av orðinum Villingaberg hevur somu úttalu sum t.d. orðið villigur.
Norðantil heldur Villingagjógv, og sunnantil heldur Nøsin -Villinganøs. Úr sjógv og upp á slætt eru knappir 400 m. Hóast sera bratt, má Villingaberg sigast at vera eitt sera gott feitilendi, tí har er væl vallað og sera nógv gras.
Villingaberg hoyrir til Hvalbiar sókn, og verður í dag mestsum bara brúkt sum feitilendi til veðrar um summarið.
Í dag er lættari at fara í Villingaberg enn fyrr, skilt á tann hátt, at fáa seyðin niðan á Skálafjall - millum Hvalba og Sandvík - og vestur á eggina, har seyðurin skal rennast, tí tunnil er gjørdur millum Hvalba og Sandvík. Eisini er vegur gjørdur nakað niðan í Eggjarhaga - Sandvíksmegin, so ikki er serliga langt at ganga við seyðinum, til komið er í Bergið.
Fyrr gingu sandvíkingarnir norður á Lambhagan og so í brattan niðaná. Hvalbingarnir fóru niðan Skotgøtuna í Heiðunum gjøgnum Kriðudalar, undir Klettin í Brúnni og niðan á Nøsina, har báðir partar so møttust.
Seyðurin verður rendur á Renningini, men verður drigin uppaftur einar 75 m vestari við Stíggin omanfyri Smogurók.
Áðrenn samlingina í 1968 vóru 72 gimbrafrælsir og 18 veðrafrælsir í Berginum.
Av hesum sæst, at Villingaberg er stórt feitilendi, møguliga tað størsta í landinum.
Gimbrarnar gingu í Berginum um veturin og veðrarnir um summarið.
Afturat teimum 18 veðrunum kom so eitt frælsi afturat. Hetta frælsið fekk hann, ið hevði skil á, hvør átti at sleppa og ikki.
Hagarnir, ið eiga frælsini í Villingabergi eru : Fjórðingurin, Norðanskarðshagi, Sandvíkshagin og Bjalvaskor.
Í dag verður Bergið bara brúkt til veðrar um summarið.
Hóast frælsini, so verða ofta væl fleiri veðrar sleptir, møguliga tí, at Bergið verður ikki brúkt sum vetrarbit til gimbrar longur.
Veðrarnir verða sleptir í kenning, so onkuntíð gerst onkur kanska sørur, men so er bara at herja á aftur og vóna, at betur fer at gangast næsta ár.
Niðanfyri síggja vit lítið dømi um, hvussu nógvir veðrar eru sleptir, og hvussu nógvir eru fingnir aftur. Haldi, menn eru komnir eftir, at best er at fara tíðliga í Bergið eftir seyðinum, tí oftast hvørva teir longur kemur út á heystið. Møguliga er tað brundtíðin, ið ger seg galdandi, og teir fara at stútast.
Ár Sleptir Fingnir aftur
1991 31 23
1992 30 18
1993 19 12
1996 26 18
1997 23 18
2000 22 15
2003 22 19
2004 23 20
2005 20 16
Hóast áhugin at røkja bjørgini í nýggjari tíð kanska ikki hevur verið stórur, so hava altíð verið nakrir, ið hava røkt Villingaberg. Hvør, ið hevur rættindi at sleppa niður, verður ikki tikið so tungt. Nakrir taka seg saman, og so hevur verið farið, uttan at teir, ið eiga, hava havt nakað ímóti tí - helst glaðir fyri, at onkur tímir at røkja bjørgini. Í sóknini er støðan tó tann í dag, at nógvir av teimum ungu eru sera hugagóðir til hetta arbeiði, og teir verða dyggiliga stuðlaðir av teimum eldru, ið minnast aftur á farnar dagar, tá ið ikki bara kundi farast í handilin at fáa mettuna.
Ein av teimum, ið hava roynt at eggja hesum ungu til, er Erland Jensen.
Erland hevur í samfull 50 ár verið í Villingabergi.
19.septembur 2003 - tá var Erland 74 ár - og farast skuldi eftir veðrunum, gjørdist Erland ikki sørt bilsin, tá ið teir vóru komnir á Stíggin. Erland varð biðin um at avdúka plátu við innskrift á. Hesa plátu høvdu nakrir av bakkafelagum hansara verið og sett har nakrar dagar frammanundan.
Á plátuni stendur:
Í MEIRA ENN HÁLVA ØLD
HEVUR ERLAND JENSEN SØKT HETTA LENDI
Á VÁRI OG HEYSTI
VIT TAKKA TÆR FYRI GÓÐAN FELAGSSKAP
VIÐ VÓN UM ENN FLEIRI GÓ9AR LØTUR
HEILSAÐUR
RAKSTRARMENNINIR Í VILLINGABERGI
Á HEYSTI 2003
Erland helt, at hetta varð at gera ið so nógv av, men segði seg tó vera sera takksaman og glaðan, um hann gjøgnum øll hesi ár hevði givið nakað av tí førningi, hann sjálvur hevði fingið frá fedrum sínum til yngra ættarliðið ein sera hátíðarlig løta.
Her skal so sigast eitt sindur um, hvussu rikið verður.
Aftaná at hava fingið sær ein bita, lesa menn seg niður Stíggin og niður á Smogurók. Her verður gjørt eitt keksi við pelum og einum stikstubba, tí her á Smogurókini, beint undir Stígnum, skal seyðurin bindast niður, áðrenn hann verður drigin upp á slætt.
Tá ið keksið er liðugt, fara allir niður. Á ryggin beint sunnan fyri Urðini verða tveir mans settir. Harnæst verður farið niður Moggushellu. Eitt stik verður so sett omaneftir Vestara Vegaryggi, og nakrir menn verða so settir ovast í rygginum soleiðis, at seyðurin sleppur oman fyri teir, tá ið hann kemur upp úr Sót . Tveir fara niður í Tánna í Sót - Nasan í Sót . Harnæst fara nakrir suður undir Drangarnar.
Tá ið ein tími er farin, koma so veðrarnir, og teir, sum sita í Tánni í Sót gera seg sjónligar, so veðrarnir fara uppeftir Vestara Vegaryggi, vestanfyri stikið, ið sett varð. Teir, ið hava verið undir Drongunum, koma spakuliga eftir rásunum aftan á seyðin, og við tað, at teir í Vestara Vegaryggi nú eisini vísa seg, er at vóna, at alt endar uppi í Urðini. Teir, ið sita á rygginum sunnanfyri Urðina, gera seg nú eisini sjónligar. Sera stillisliga verður farið um, og sum oftast eydnast at fáa seyðin upp í Smogurókina og eftir henni suðuryvir og í keksið. Nú skuldi so verið sloppið. So er at binda niður og draga upp á slætt.
Fyrr var seyðurin rikin upp beint sunnan fyri Vestara Vegarygg og upp í Urðina, har Stíggjurin í Urðini, Steinurin í Urðini og Moggushella eru. Har sprongdu teir gomlu, fyri at betri skuldi verða at fáa seyðin upp í sjálva Urðina. Síðani róku teir seyðin allan vegin suður ígjøgnum Smogurókina - vestur í móti Nøsini. Beint áðrenn rókin gongur upp á slætt byrgdu teir fyri, og gjørdu teir eina tøku. Hetta plássið eitur Í Tøkuni.
Aftur til nútíðina.
Tá ið alt er komið uppá, og menn hava fingið sær ein bita og leska seg við onkrum, verður bundið á veðrarnar. Gingið verður so oman í gjøgnum Heiðarnar og oman á Hólar, har bilar eru at koyra seyðin til húsa. Ikki hevur hildið vera neyðugt at skunda sær henda síðsta teinin oman slætta hagan. Menn eru í góðum lag eftir strævnan og væleydnaðan dag, og prátið gongur bæði við gaman og álvara.
Vanligt er eisini at steðga á, tá seyðurin skal av bilinum, tí hvør vil verða blíðari enn annar. Bjóðað verður í kjallaran ella í hoyggjhúsið at njóta tað, ið hoyrir einum slíkum degi til.
Omanfyri havi eg nevnt, hvussu viðurskiftini í Villingabergi eru til seyð.
Villingaberg hevði fyrr í tíðini sera stóran týdning fyri hvalbingar og sandvíkingar, tá tosað verður um fleyggj og ræning.
Í tveimum støðum varð sigið eftir lomvigareggum í Midveg og í Prestnøs.
Átta nátasessir eru í Villingabergi Torvan, Sunnaraknæ, Vestaraknæ, Barmurin, Ryggurin, Eystaratorva, Sannulinuryggurin og Svartbaksrókin.
Nátafleyggj hevði alstóran týdning fyri húsarhaldið fyrr. Menn tóku seg ofta saman í partí og gingu vakt um náttina fyri at tryggja sær sessin í lýsingini dagin eftir.
Uttan at taka nakað frá nøkrum, man Hans Jacobsen - Hans hjá Simonu helst verða hann, sum í nýggjari tíð hevur fleygað flest nátar í Villingabergi.
Tosaði við Mortan Mortensen, Mortan hjá Jacobi í Garðsenni, nú ein dagin. Hann segði mær, at einaferð hann og Axal Ludvig, Axal hjá Dalla vóru og fleygaðu í Rygginum, var nógvur náti at fáa. Teir byrjaðu um 8-9 tíðina um morgunin. À middegi høvdu teir 233 uppi á sløttum, so hetta má sigast at hava verið ein góður dagur, tí strævið og bratt er at bera upp.
Fleygasessurin Ryggurin er miðskeiðis í Vestara Vegaryggi, har tann niðara Renningina er, ikki at blanda við ta ovaru. Henda niðara renning varð ofta brúkt fyrr, tá ið seyður skuldi sleppast niður í Sót, tí her er ringt at ganga, so lættari var hildið at renna seyðin her, enn at leiða hann heilt niður.
Eitt staðarnavn í Villingabergi eitur Trætirøkurnar.
Navnið sigst vera íkomið ein dagin, teir vóru og sigu eftir lomvigareggum. Prestur- prestfjalsmenn vóru í í Prestnøs, meðan Toftabøndur vestarumenn vóru í Miðveg. Sigmenninir komu niður á áðurnevndu røkur mestsum í senn. Ósemja stóðst av hesum, tí báðir hevdaðu sær rættin at ræna røkurnar. Báðir vórðu sjálvsagt stuðlaðir av teimum, ið sótu undir, tí báðir partar hildu seg hava rættin herav kom sum sagt navnið.
Hóast vit ikki síggja suður um Villingatanga á myndini omanfyri, kunnu vit nevna nøkur staðarnøvn har, tí fyri at koma til hesi støð mátti farast ígjøgnum Villingaberg.
Har er t.d. Veilan, Hellisvaðið, Sigið við Hellisvaðið - ovasta sigið Undir Drongunum, Oyðisskortur, Oyðisrókin, Rókin í Niðastavað, Sandrókin, Grasrókin, Skarið í Grasrókini, Træturøkurnar, Skarið í Træturókunum, og Urðin undir Nøsini, onkur sigur Trøllaurðin.
Í hesum sambandi kann nevnast, at á Oyðisrókini funnu menn einaferð fyrst í 1900-talinum mannabein. Av einum slíðra við bókstavum á varð hildið fyri vist, at hetta vóru leivdirnar av nøkrum útróðrarmonnum úr Hesti, ið ikki høvdu borið boð í bý.
Kann eisini nevna, at ovasta rókin í Villingagjógv, ið liggur norðanfyri Villingaberg, eitur Mantarøkur. Beint omanfyri uppi á sløttum er so Tjørnin á Mantarókum.
Villingaberg hevur ikki bara givið, men eisini kravt.
Í 1930 fall Emil Willumsen Emil á Skøvunum. Teir vóru innanbergs eftir lomvigareggum í Miðveg. Emil var áhaldsin og fall 80 favnar.
Í 1957 fall Even Skaalum í Sunnara Vegaryggi. Ein planki, sum teir høvdu lagt um eina gjótu, fór undan honum. Hann fór á strok og steðgaði niðast í rygginum móti einum steini. Fór hann øðrumegin steinin hevði hann farið á sjógv, havi eg latið mær fortalt.
Vónandi geva myndirnar eina hóming av tí eg her havi sagt frá.
Um okkurt er komið skeivt fyri, so vinarliga sigið mær frá, so tað kann verða rættað.