Ótrúliga nógv er vaksið um framleiðsluna, men enn er øgiliga nógv eftir at gera, og tað verður spennandi at vita, hvar alingin er um 10-15 ár, sigur hann. – Í Norra hevur ein fakbólkur arbeitt við, hvussu [...] brøgdum, at alivinnan er nakað, Ragnar Joensen brennur fyri og sær nakað stórt í, og hann er heldur ikki bangin fyri at seta orð á, hvussu hann sær upp á hesa vinnu. – Alivinnan er jú ein fantastiska spennandi [...] fekk møguleikan at velja, hvat eg skuldi gera víðari. Náttúrligur áhugi Ragnar Joensen er føddur í Havn, og bæði foreldrini eru meira ella minni eisini vaksin upp í Havn. Hann er giftur við Beintu Hoydal
andaliga og fíggjarliga. Tað er ikki víst, at eg hevði sitið her í dag, um ikki føroyingarnir høvdu veitt okkum hjálp, sigur Estera, sum dugir nakað av enskum máli. Tað er eisini á enskum, at hon greiðir [...] Vanligur heilivágur so sum penicillin kostar eini 12 krónur, og tað er ikki nógv fyri tykkum í Føroyum. Men fyri tey fátøku í Rumenia er torført at finna hasar 12 krónurnar, sigur Estera. Umframt mat, klæðir [...] neyð, tí eg ánaði ikki, hvat eg skuldi gera, og eg haldi, at eg helt øgiliga fast um eitt hondtak í elevatorinum, tá hann var á veg niðureftir, greiðir Estera frá. Heldur ikki er hon von við sjógv og skip
ikki er so eymur ? fær frið eina løtu. Komin móti Leynum er aftur ein biti á skránni. Hesaferð eru tað grindin, spikið og fiskurin, sum saman við teimum køldu eplunum koma fram, og tó at regnið nú er farið [...] Vegurin aftur til Havnar er nú í øllum førum longri, enn hann er til Vestmanna, so tað vendist ikki. Skjótari og skjótari Jú, skjótt er nú at fara um bygdina á Leynum. Stykkið er beint fyri framman, og higani [...] ríða á asfalteraðum lendi, men tað er tó skjótt, at tað aftur fer at grønkast. Tað er nakað bratt at koma niðan Ognarhagan, so nú er aftur at fara av hestbakinum. Tað er tó ikki verri enn so, at vit ganga
sum er føroya fólk. Tú kanst siga, at landsstýrið hevur fingið eina fulltrú frá fólkinum í somáta. Og í løtuni er landsstýrið í ferð við at áleggja fólkinum at rinda ein sera høgan prís fyri at ein privatur [...] tá sáttmálin er undirskrivaður. Sambært fyrrverandi bankastjóranum og formanninum í Búskaparráðnum er leikluturin hjá landsstýrinum rættuliga sermerktur í hesum málinum. - Tað tykist sum er landsstýrið [...] málinum. Eftir mínari fatan er man við at innføra eina nýggja ”lensmannatíð”, har ein útlendskur aktørur fær loyvi at krevja inn avgjøld í Føroyum í 30 til 50 ár frá fólki, sum brúka ein týðandi part av samf
ofta føra fram, at hon er eliter, men at hon er so smøl. Hetta er ikki tað sama, tí ein kanon vil undir øllum umstøðum vera meira og minni eliter við at velja nøkur verk. Men ein undrast á at so fá verk eru [...] mentanarkanon, t.e. ein mentanarligur snórur at rætta seg eftir við at taka ávís listaverk fram sum ómissandi. Nú kanonkjakið í Danmark er avhæsað nakað kann vera vert at hyggja at, hvat er hent. Bylgjurnar [...] kvinnur sínar, ja, hvør maður sína kanon á netinum. Kanon er næstan enda sum ein fólkaítróttur og selskapsspæl, og tað er tað besta við henni. Hetta er sjáldsamt, tí í Danmark spyrja nógv av røttum, nær man
Havanna”. Hann er ein gemenur borgari, ikki serliga vitbjartur, og lívbjargar sær so dánt sum sølumaður. Er dustsúgvara agentur, og táið konan ikki orkar hann longur, og dótturin er ein dýrkandi tannáringur [...] føroyskari tjóðarbygging, ríkir nú sum ein gomul donsk hjalshurð. Tað hevur onki við peningaorku at gera, hetta er ein spurningur um hugburð. Hetta er heldur ikki ein partapolitiskur spurningur, tí tjóðina [...] vilja í løtuni, er óhaldbari tilstandurin. Ímóti hesum stendur loysingin. Og bara loysingin. Ikki tí, at hon sum so, er eitt endamál í sær sjálvum. Hon er nationalstaturin sum skipar tjóðini ein tryggan karm
húsini. Báturin »Pilar« er settur til framsýningar, hóast ein ikki sleppur umborð. Men opið er, og brúgv gjørd soleiðis, at væl ber til at kaga innar. Og við síðuna av svimjihylinum er ein heilur kirkjugarður [...] hóast húðin ikki er rukkut, sum væntandi kundi verið. Heilsan er góð, og minninum bilar einki, har hann situr í ljósareyðari skjúrtu og myrkabláum buksum við reim um miðuna. Hann er í bláum inniskóm og [...] Ernest Hemingway gjørdi heimsgitnan. Og tað er einki petti løgið, tí tað er júst tann sama, gamla útróðrarmannin, vit í dag vitja. Gregorio Fuentes eitur hann og er ikki minni enn 102 ára gamal. Teir mongu
ikki, hvat er so spennandi við honum, og onnur dyrka hann sum ein avgud. Tey flestu hava eina meining um Bob Dylan, og tey, sum ikki fjeppast uppi í honum, troyttast mest av røddini, tí sermerkt er hon. [...] staklag í juli 1965. Hesin sangurin er meira enn eina ferð kosin sum tann besti sangurin, ið yvirhøvur er gjørdur, m.a. í blaðnum Rolling Stone, sum í 2004 gjørdi ein lista við 500 teimum bestu sangunum [...] tá um sang umræður. Men Bob Dylan er Bob Dylan. Hoyrir tú hann, veitst tú, hvør syngur, og lesur tú hansara tekstir, kanst tú undir ongum umstøðum avnokta, at maðurin er eitt skaldsligt flogvit. Tað sigst
regntíðin hevur verið. Templið er umgirt av einari lítlari rennu. Í hesi rennuni eru smáfiskar. Tað er eitt sindur løgið at koma inn í eitt slíkt tempil. Tað er akkurát sum um har er ein sovorðin friður. Munkurin [...] sleppa ókeypis inn. Hetta er ikki nógv at gjalda fyri upplivilsið, man fær, við at síggja hesa stásiligu og arkitektonisku perlu av einum templi. Ein varnast beinanvegin, at hetta er ein turistattraktión. Meðan [...] himmal og jørð. Ein slík samrøða kann m.a. snúgva seg um, at ein júst hevur keypt sær ein nýggjan bil. Hendan bil skal munkurin vælsigna soleiðis, at bilførarin fær góðan byr, tá hann er úti og koyrir við
staðfest, tá Sigrun var tvey ára gomul. Cystisk fibrosa er ein arvalig sjúka, sum førir til ein ílegufeil í slímframleiðandi kertlunum í likaminum. Tað er ymiskt, hvussu sjúkan rakar, men hjá teimum flestu [...] eisini. Tað varð staðfest, at talan var um kroniska frástoytan. Tað er einki, sum ein fær gjørt við tað. Tað er eingin heilivágur ein fær tikið fyri tað, sigur hon tung. Hesu ferð sleppur Sigrun tó ikki [...] bestu jólagávuna, sum eg kundi droymt um. Eg fái enn einaferð nýggj lungu og ein nýggjan møguleika til lívið. Ein tílíkur umgangur er ikki vandaleysur, so tað hevði verið deiligt, um tit kundu havt meg í tykkara