Ferðafrágreiðing frá brúðarferð Rógva Johansen
- Høvuðsdenturin verður sjálvandi lagdur á fyrireikingarnar til okkara brúðarvígslu og sjálva brúðarvígsluna og tey ritualir sum hoyra til eina slíka.
Eg komi inn á ymiskt annað, sum eg haldi er áhugavert og spennandi. Væl vitandi um, at kostnaðarstøðið í Thailand ikki á nakran hátt kann sammetast við okkara, komi eg hóast alt við nøkrum samanlíkningum, tí tað er sera áhugavert eftir mínum tykki at fáa eina føling við, hvussu ómetaliga nógv man kann fáa fyri - í okkara verð lítlan pening. Eisini komi eg eitt sindur inn á politiið. Korruptión er als ikki eitt ókent fyribrigdi har, og thailendska politiið hevur eisini ein heilt øðrvísi hátt at hava og handfara vápn, enn vit kenna um okkara leiðir.
Kongurin í Thailandi er óivað tann mest virdi persónurin í landinum, hann og kongahúsið komi eg eisini eitt sindur inn á.kongahúsið komi eg eisini eitt sindur inn á.
?????????????
The Grand Palace í Bangkok"Vat Prakaio"
11.12.02
Í dag hava vit verið í Bangkok. Túrurin frá Pakthungchai til Bangkok er uml. 250 km. og tekur smáar tríggjar tímar í bili.
Í Bangkok vitjaðu vit The Grand Palace, har tað stóra templið "Vat Prakaio" er. Ferðafólk ella ikki-asiatar skulu gjalda 200 bat. fyri at koma inn. Hetta svarar til uml. kr. 50, - meðan asiatar sleppa ókeypis inn. Hetta er ikki nógv at gjalda fyri upplivilsið, man fær, við at síggja hesa stásiligu og arkitektonisku perlu av einum templi. Ein varnast beinanvegin, at hetta er ein turistattraktión. Meðan vit vóru har var stúgvandi fult av ferðafólki úr øllum heiminum, so ilt var at fáa eina góða mynd, uttan at tað vóru 100 tals av ferðafólkum við á henni.
Inni í sjálvum templinum, har tann stóri Budda situr, er ikki loyvt at taka myndir. Hetta er spell, men eg skilji tað væl. Fólk bóðu til Budda inni har og ógvuliga órógvandi vildi verið, um ferðafólk taka myndir av teimum. Tað er heldur ikki loyvt at tosa so hart, at tað órógvar og eisini hetta virða øll.
Ymisk museum eru eisini inni á plássinum, millum annað eitt har man kann síggja ymisk svørð og aðra hernaðarliga útgerð, sum var brúkt fyri nógvum árum síðani.
Bygningarnir verða umvældir við tvey ára millumbili. Hetta má vera eitt rimmar tak, tí hvør bygningur er prýddur við gullfigurum og teir eru málaðir í nógvum litum. So eru teir eisini prýddir við ymiskum smálutum, eins og nógvir av teimum longu veggunum eru prýddir við kálkmálningum. So har er nokk at tríva í hjá teimum, sum skulu umvæla ella viðlíkahalda bygn-ingarnar. Men thailendarar eru eitt sera virkið og tolið fólkaslag.
Á veg heim koyrdu vit inn til eitt eldri ektapar, sum vit skuldu bjóða við til okkara brúdleyp. Maðurin, sum eitur Sutree, er 85 ár og hevði verið við í krígnum millum Thailand og Burma. Hann var tatoveraður um armarnar, og eisini hevði hann tatoveringar á knøunum. Eg vildi ikki spyrja, hvønn týdning tær hava, men óivað hava tær eina søgu.
"Munkar"
12.12.02
Í dag vitja vit templið, har í vit skulu giftast. Munkurin, sum vit hava biðið gifta okkum, eitur Loan Pone Lat. Hann hevur fyrr sagt okkum, hvør dagur best hóskar okkum at giftast í. Tað vóru tveir dagar at velja ímillum, tann 8. des. og tann 15. des. Vit valdu tann seinna. Munkurin finnur út av, nær eitt dato er hóskandi hjá hvørjum einstøkum at giftast í, við at fáa ymiskar upplýsingar um viðkomandi. Saman við føðingardøgunum og út frá hesum finnur hann út av, hvør dagur vil geva okkum eydnu og eitt langt og lukkuligt lív.
Inni hjá munkunum verður man beinanvegin møttur av friði. Har sita fleiri fólk, sum skulu tosa við munkin. Tað, tey skulu tosa við munkin um, kann vera alt ímillum himmal og jørð. Ein slík samrøða kann m.a. snúgva seg um, at ein júst hevur keypt sær ein nýggjan bil. Hendan bil skal munkurin vælsigna soleiðis, at bilførarin fær góðan byr, tá hann er úti og koyrir við bilinum.
Tá ið vit nærkast munkinum, leggi eg til merkis, at kona mín, mamman og mosturin fara spakuliga eitt sindur niður í knøunum, samstundis sum tey krøkja seg eitt sindur saman. Tá vit koma heilt yvir til hann, leggja vit okkum niður á knø og wai heilsa munkinum. Ymiskt verður sagt samstundis, men eg sigi einki hesu ferð, tí so havi eg ikki sagt nakað skeivt!
Munkurin hevur nógv at gera, so vit skulu bíða eitt sindur, og tí skulu vit seta okkum niður á gólvið. Vit skulu líkasum sita við beinunum liggjandi skeivt peikandi til síðina. Hesin háttur at sita, var eisini ein háttur at vísa fólkaligheit uppá.
Meðan vit sita og bíða, lati eg eyguni leita runt í templinum. Hesin parturin av templinum er tann parturin, har munkarnir hava "viðtalu" og her búgva teir eisini. Hølini eru stór, alt er gjørt úr myrkum viði og einki elektriskt ljós er tendrað, bert kertiljós.
Tað er soleiðis við munkum, at teir ikki fáa pening fyri at vera munkar. Tí ganga teir hvønn morgun runt í býnum, har teir fáa mat frá fólkinum. Hesin matur er sum oftast rís og ymiskt annað. Tað veldst um, hvat tað er fyri munkur, so eta teir ávikavist eina ferð og tvær ferðir um dagin. Tann, sum etur einaferð um dagin, etur kl. 11.00 um morgunin. Tann, sum etur tvær ferðir um dagin, etur kl. 07.00 og seinni ferð kl. 11.30. Ein munkur hevur tó loyvi at eta ymiska frukt seinni á degnum og drekka vatn.
Beint frammanfyri, har vit sita, er ein hópur av gávum, sum munkarnir hava fingið fólki. Eg vil royna at greiða eitt sindur frá, hvat fyri gávur eg sá. Har vóru nógvar spannir, har plast var smoykt yvir tær. Hesar spannir kann man keypa ymsa staðni. Tær innihalda t.d. vatn í fløskum, tannkrem, kertiljós, roykilsispinnar, sápu, nudlur o.s.f.
Eisini vóru rís, lím, sjónvarp, radio, fleiri ur/klokkur, blásarar, klædnastoff, pennar, smáar Buddafigurar, teppi og nógv, nógv annað at síggja.
Møguleiki var eisini at taka ein brævbjálva, har man kann leggja pening í til munkarnir. Vit gingu runt í templinum, og tá ið vit komu framvið, har sum munkarnir sova, stóðu nakrar standmyndir av trimum munkum. Nøvnini á teimum vóru: Lueangbu Suyer, Lueangbu Ma og Lueangbu Nee. Framman fyri hesum standmyndum løgdu vit okkum niður á knæ og heilsað bleiv inniliga til teir á rættan thailendskan hátt.
Munkar liva eitt ógvuliga primitivt lív. Køkurin hjá teimum er mestsum bert eitt tómt høli, har ein rískókari, nakrar skálir og reiðskapur til at eta við eru.
Ringarnir
13. desember kom gullsmiðurin. Hann hevði okkara ringar við. Teir eru hondgjørdir, av 18 karat hvítagulli við tveimum útvendigum kantum av gulum gulli, sum eisini eru 18 karat. Ringurin hjá Gøj er stórtsæð líka sum mín. Einasti munur er at hennara hevur ein diamant.
Gullsmiðurin hevði eitt stórt úrval av ymiskum prýðislutum við. M.a. hevði hann fleiri diamantar. Tann eini var ein sum var heili 100% um eg skilti hann rætt. Tað varð staðfest via ein lasera. Kostnaðurin fyri hendan dimantin veit eg ikki heilt, men sum eg skilti, var hann rættiliga høgur.
Silkifest
Seinni fóru vit til silkifestival. Hesin festivalur verður hildin mitt í býnum og í fimm dagar. Hetta er eitt stórt tiltak, og ikki so løgið verður størsti denturin lagdur á silki. Har kann man keypa stórtsæð alt, sum man kann hugsa sær í silki.
Eisini var framsýning av, hvussu silki verður framleitt. Tey høvdu livandi silkilarvur, har man kundi fylgja allari framleiðsluni fet fyri fet.
Seinni um kvøldið var upptraðkan við "dragqueen" ella transvisittum. Hetta er nakað, sum fólk heima í Føroyum hava eina sera misjavna hugsan um, men her í Thailandi verður ein transvisittur virdur. Mín hugsan er, at tað var forvitnisligt at síggja, og fleiri av hesum monnum høvdu eina sera flotta framførslu. Fleiri ferðir var ilt at síggja, at tað vóru menn sum stóðu á pallinum.
Seinni fekk eg høvi at heilsa uppá nakrar av hesum transvisittum og samstundis fekk eg tikið eina mynd av tveimum. Á myndini eru teir í vanligum klæðum. Eisini tá er ilt at síggja um talan er um menn ella kvinnur.
Brúdleypið
15.12.02
Tann stóri dagurin er at enda upprunnin. Vit eru á fótum kl. 04.00 hendan dag. Vit skulu latast í og Gøj skal sminkast, og til tað hevði hon eina avtalu kl. 5.00 um morgunin.
Kl. 6.30 skulu vit verða í templinum "Vat Ban Cimpli," sum er yvir 100 ára gamalt. Gøj er í nýggja hondseymaða bláa kjólanum, sum er gjørdur úr Thai-silki, og eg eri ílatin eina bláa Thai-silku blusu og hvítar buksur.
Komin inn í templið, seta vit okkum niður á tann traditionella thailendska háttin, sum man brúkar, tá man er inni í einum templi. Síðani kemur munkurin til okkum. Hann sigur nøkur orð, sum eg havi ilt við at skilja. Hann er sjálvandi greiður yvir, at eg ikki skilji so øgiliga nógv av thailendskum, so eg fekk seinni at vita nøkulunda, hvat hann segði.
Vit fáa tríggjar prikkar málaðar á pannuna. Teir ímynda tríggjar munkar. Nøvnini á teimum eru hesi: Lueangbu Suyer, Lueangbu Ma og Lueangbu Nee. Hesar prikkar skulu vit bera, til uml. kl 12.00.
Eftir vígsluna fara vit heim. Har bíða nógv fólk. Tey fáa mat og drekka og so skulu tey heilsa uppá okkum. Eg eri sum "falang" sera áhugaverdur og tey flestu eru sera áhugað í at verða avmyndað saman við mær. Hetta er sera skemtiligt.
Seinni skulu Gøj og eg seta okkum niður, og síðani koma gestirnir ein og ein yvir til okkum. Tey knýta ein hvítan tráð um skóningin á okkum, samstundis sum tey ynskja okkum alla lukku og eitt gott og eydnuríkt lív, samstundis sum tey geva manninum (mær) eina peningagávu.
Tá hetta er liðugt, skal Gøj hava andlitsrøkt og gera seg til reiðar til at bera brúðarkjólan. Eg skal seinni lata meg í hvíta smoking og gerast eitt sindur í stand eisini og so eru vit til reiðar at koyra til hotellið, har brúdleypsveitslan skal vera. Komin upp á aðru hædd, møta vit veitsluhølunum. Tey eru pyntað til ta stóru gullmedaljuna. Vit verða móttikin av starvsfólki frá hotellinum, og áðrenn vit koma inn í veitsluhøluni, er eitt stórt pyntað borð, har allir gestirnir kunnu leggja gávur og skriva seg í gestabókina. Inngongdin til veitsluhøluni er somuleiðis væl prýdd við ljósareyðum klæði, og tá vit koma heilt inn í veitsluhøluni, har teir 150 gestirnir skulu sita, verða vit møtt av einum palli, sum eisini er væl pyntaður. Fremst stendur brúdleypskøkan, sum er í fimm hæddum. Uppi á sjálvum pallinum eru tvey lítil polstrað borð og tveir polstraðir stólar. Har skulu vit sita, bakgrundin er úr reyðum klæði. Nøvnuni á okkum standa á bakgrundini. Eisnin stendur "Kærleiki uttan landamørk," og har er eisini eitt føroyskt flagg hongt upp. Hetta havi eg fingið frá mammu mínari, saman við nøkrum smáum fløggum at seta á borðini.
Til at byrja við skulu Gøj og eg bjóða øllum gestunum vælkomin. So hvørt sum gestinar koma, verða vit avmyndað saman við teimum. Tá allir gestirnir eru komnir, fara vit inn í veitsluhøluni. Har vera Gøj og eg "presenterað," síðani skulu Gøj og eg á pallin, har vit bæði skulu sita við smá borð. Vit verða síðani knýtt saman á tann hátt, at vit fáa eitt slag av togi rundan um okkara høvd og hetta tog er knýtt saman okkara millum. Hetta symboliserar, at vit nú eru saman knýtt fyri altíð. Vit skulu halda hendurnar saman, og tær skulu liggja út yvir nakrar blómur. Síðani koma gestirnar á pallin, og har fáa teir eina lítla konkyliu, sum verður fylt upp við vatni. Tað vatnið verður síðani stoytt á ein serligan hátt niður yvir hendur okkara, har tað rennur niður yvir blómurnar. Meðan verða nøkur orð søgd. Tað sum verður sagt, kann verða, at tey ynskja okkum eitt langt og lukkuligt lív og ymiskt annað.
Tá hetta er liðugt, kemur gamli ensktlærarin hjá Gøj upp á pallin. Hann er nógv virdur lærari í Thailandi. Hann er fjórða árið á rað er millum tólv teir bestu ensklærararnar í Thailandi. Hann heldur eina røðu, eftir røðuna skal Gøj siga nøkur orð og síðani skal eg siga nøkur orð. Eg eri noyddur at halda mína røðu á enskum, tí mítt thailendska er enn ikki nóg gott.
Síðani byrjar sjálv veitslan. Borðreitt verður við sjey ymiskum sløgum av kinesiskum mati, har av nakað var suppa. Í Thailandi eru tey ómetaliga góð til at gera suppur. Síðani skulu vit skera í brúdleypskøkuna. Gøj og eg skulu skera tað fyrsta stykkið, sum síðani verður givið til læraran hjá Gøj. Hinir gestirnir fáa síðani hvør sítt stykki.
Meðan etið verður, verður tónleikur spældur. Tvær sangarinnur eru, sum skiftivís syngja. Eisini er Kairoko, sum er sera væl dámt í Thailandi. Um onkur av gestunum heldur, at tann sum er uppi á pallinum dugir væl at syngja, kann viðkomandi fara upp og geva hesum eina peningagávu ella blómur.
Seinni dansa vit thailendskan dans. Eg haldi, at tað er ein sera penur dansur, men eg má viðganga, at eg eri ikki góður til at dansa hann. Mann skal brúka hendurnar nógv og eisini fingrarnar. Í Thailandi kenna tey als ikki til enskan dans, soleiðis sum vit kenna hann.
Vitjan okkara í templinum
Vit vitja í dag templið Boadang, har munkurin Luan Paa Bun heldur til. Í hesum templi er ein stórur liggjandi Budda.
Sjálvt templið liggur langt inni í einari viðalund, men allan vegin inn til templið, koma vit framvið ymiskum áhugaverdum, Vegirnir eru ikki góðir. Teir eru úr grúsi, sum óivað hava fingið skaða, tá regntíðin hevur verið.
Templið er umgirt av einari lítlari rennu. Í hesi rennuni eru smáfiskar. Tað er eitt sindur løgið at koma inn í eitt slíkt tempil. Tað er akkurát sum um har er ein sovorðin friður. Munkurin, sum vit skulu vitja, situr og hevur samrøðu við eina konu og son hennara.
Tá ið tey eru liðug, koma vit nærri. Vit Wai heilsa og gera, sum man ger, tá ið menn eru á vitjan hjá munkum. Munkurin fær eina peningagávu frá okkum, men tá eg handi honum hana, gevur hann mær ein peningaseðil aftur. Eg takki á røttum thailendskum. Seinni gevur hann mær eina Coca Cola. Hetta er ikki vanligur skikkur. Eg fái at vita frá konu mínari, at eg eri sera heppin at fáa henda peningaseðilin. Eg skal goyma hann og um eg nakrantíð fái brúk fyri nøkrum tølum, td. um eg spæli við í lotto, skal eg brúka tølini frá peningaseðlinum, tí tey geva okkum eydnu.
Síðani biður munkurin fyri okkum. Hann biður um, at vit fáa eitt langt og lukkuligt lív, at vit skulu elska hvønn annan og at vit altíð skulu verða saman.
Tann liggjandi Budda, sum er inni í templinum, hevur vegna umvæling av templinum, eitt teppi yvir seg, so vit síggja hann tíverri ikki rættiliga.
Uppi undir loftinum hanga nógvir peningaseðlar. Teir eru rættiliga pent settir fastir uppi undir loftinum í ymiskum mynstrum. Hetta eru pengaseðlar úr størsta partinum av heiminum. Eg eri eitt sindur harmur um, at eg ikki havi ein føroyskan pengaseðil við, tí so er tað fyrsti av tí slagnum her.
Vit fáa ymiskar gávur frá munkinum. Allar gávunar, sum vit fáa, geva okkum eydnu í lívi okkara.
Heimkoman
Tá ið vit tann 28. desember seta kósina heim aftur til Danmarkar, ferðast vit í 27 tímar innan, vit eru í Århus. Vit eru sera troytt. Tíðarmunin uppá 5 tímar ímillum Thailand og Danmark føla vit fyrst av álvara dagarnar eftir.
Nú tá eg líti aftur á hesa brúðarferð, kann eg ikki annað enn at staðfesta, at hetta gjørdist ein frálík ferð. Ein ferð, sum eg ongantíð í lívi mínum fari at gloyma. Eg havi altíð hildið, at føroyingar, suðuroyingar og ikki minst vágbingar eru heimsins blíðasta fólk, men eg má viðganga, at eg í Thailandi havi møtt blíðari og hjartabetri fólki. Nógv teirra fólk, sum ikki eiga peningaliga nógv virðir, men tey geva meira enn tað sum kann gerast upp í peningi. Tey geva nevniliga hjartarúm, húsarúm og kærleika. Tað er sera kensluborið at siga farvæl til hesi fólk.
Hátturin, sum vit á hesum sinni eru gift á, var eitt satt upplivilsi, ikki minst fyri Gøj. Tað hevur al stóran týdning fyri hana at verða gift á rættan thailendskan hátt. Eg eri eisini glaður fyri, at eg havi havt møguleika at uppliva hetta.
Eftir at vit eru komin heim, eru tað nøkur, sum skemtandi hava hildið fyri, nær vit skulu giftast aftur. Eg havi svarað skemtandi aftur, at vit eru gift í Danmark, har vit búgva í løtuni, vit eru gift í Thailandi, har kona mín kemur frá, og seinni fara vit at gifta okkum í Føroyum, har eg komi frá. Ja, hví ikki tað, kann man spyrja.
Tað, sum er mest áhugavert á hesi ferðini, er sjálvandi at kona mín og eg enn einaferð hava sagt ja til hvønn annan, og at vit at enda fingu okkara brúðarferð.