Sigrun Jóhansdóttir Bisp bíðar eftir nýggjum lungum. Hon veit ikki, nær ella hvaðani tey koma. Í 11 mánaðir hava hon, maður hennara og sonur teirra búð á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, har tey hava bíðað. Hesar 11 mánaðirnar eru lunguni hjá Sigruni støðugt versnað, og nú er lungafunktiónin einans á leið tíggju prosent – læknarnir eru givnir at máta, tí Sigrun orkar ikki, at gjøgnumføra kanningarnar.
Tíðliga um morgunin tann 10. desember 2019 vakti ein sjúkrarøktarfrøðingur Sigruna, sum hevði sovið á Ríkissjúkrahúsinum tá náttina, við boðum um, at tey høvdu funnið eitt match. Sigrun fór at fáa nýggj lungu.
– Eg var júst vaknað og eitt sindur óklár, tá eg fekk fantastisku boðini. Tað var ófatiligt og óveruligt. Serliga tí, at eg altíð havi hugsað, at eg fór at bíða leingi eftir lungum, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp.
– Eftir at hava bíðað eftir lungum í 312 dagar, havi eg í dag fingið tað størsta yvirraskilsið og bestu jólagávuna, sum eg kundi droymt um. Eg fái enn einaferð nýggj lungu og ein nýggjan møguleika til lívið. Ein tílíkur umgangur er ikki vandaleysur, so tað hevði verið deiligt, um tit kundu havt meg í tykkara tonkum og bønum, nú eg skjótt fari undir skurð. Eg fari at gera alt fyri at kempa meg aftur til lívið, og eg trúgvi upp á, at tað nokk skal ganga, skrivar Sigrun Jóhansdóttir Bisp á Facebook síðu síni, eftir at hon fekk gleðiboðini tann morgunin.
Okkurt var áfatt
Klokkan tíggju var Sigrun vaskað og klár til skurðviðgerð. Mamman, pápin, systurin og systurbørnini vóru komin úr Føroyum at vera hjá henni hesa stóru løtuna.
– Familjan kemur niður, og øll eru so spent og glað. Eg fái at vita, at okkurt fer at henda um 14 tíðina, sigur hon.
– Tá klokkan varð 14, fekk eg boð um, at eg mátti bíða eina løtu aftrat. Eg visti ikki hví. Tey vissa meg tó um, at einki feilar lungunum. Eg skal fáa meir kunning klokkan 20. Eg hoyri tó einki frá teimum, og tá fái eg varhuga av, at alt ikki er, sum tað skal. Ikki fyrr enn klokkan verður 00:30 kemur skurðlæknin inn og greiðir frá, at lunguni tíverri ikki eru nóg góð, sigur hon stillisliga.
– Tá var tøgn, og ein skuffandi friður fylti rúmið. Hetta vóru hørð tíðindi, leggur hon syrgin aftrat.
11. desember skrivar Sigrun eitt nýtt uppslag á Facebook.
– Eftir at hava bíðað í allan dag í spenningi og við nervum havi eg fyri løtu síðani fingið boð um, at lunguni vóru í ov vánaligum standi, so transplantatiónin er avlýst. Nú følist alt eitt sindur tómt og mótleyst, men eg veit, at eg ikki má gevast við at trúgva, vóna og biðja.
Tá lunguni kundu koma í dag, so kunnu tey eisini koma onkran annan dag.
Hevur áður fingið nýggj lungu
Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur verið sjúk alt sítt lív. Hon var fødd við arvaligu lungasjúkuni cystiskari fibrosu, og sjúkan varð staðfest, tá Sigrun var tvey ára gomul.
Cystisk fibrosa er ein arvalig sjúka, sum førir til ein ílegufeil í slímframleiðandi kertlunum í likaminum. Tað er ymiskt, hvussu sjúkan rakar, men hjá teimum flestu elvir sjúkan til trupulleikar við andagøgnunum. Fyri nøkrum árum síðani leyp ein aggressiv bakteria á lungu hennara, og lungavirki byrjaði at falla. Sigrun bleiv verri og verri fyri, og tá varð avgjørt, at henni tørvaði nýggj lungu. Við ársbyrjan 2016 var funktiónin dottin niður á 22 prosent.
Við ársenda 2016 varð hon sett á bráðtørvislistan, sum merkti, at hon kundi fáa lungu úr øllum Norðurevropa.
Í januar 2017 fekk Sigrun Jóhansdóttir Bisp nýggj lungu. Men bert hálvtannað ár seinni frástoytti kroppurin hjá Sigruni nýggju lunguni, og hon bleiv aftur illa fyri.
– Eg var til kanningar, og læknarnir sóu, at lungafunktiónin byrjaði at fella og helt áfram at fella til tær næstu kanningarnar eisini. Tað varð staðfest, at talan var um kroniska frástoytan. Tað er einki, sum ein fær gjørt við tað. Tað er eingin heilivágur ein fær tikið fyri tað, sigur hon tung.
Hesu ferð sleppur Sigrun tó ikki á bráðtørvislistan, tí hon áður hevur verið á honum.
– Eg skal ikki taka møguleikan frá teimum, sum bíða fyrstu ferð, sigur hon sannførd.
##med2##
Stendur sterk í mótgongdini
Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur einki fingið at vita um, hvussu leingi hon nú kann vænta at bíða eftir nýggjum lungum fyri aðru ferð. Hon greiðir frá, at í miðal bíða sjúklingar í eitt ár.
– Men eg eri B+, sum er ein heldur óvanligur blóðflokkur, og so eri eg eisini lítil á vøkstri, og tí kann eg vænta at bíða leingi. Tað bert eru seks til átta prosent av danskarum, ið hava blóðtypuna B+, og tey flestu eru størri enn eg, greiðir hon frá.
Hóast Sigrun hevur havt nógva mótgongd og byrðu, so hevur hon eitt lætt lyndi og hevur valt at vera sterk og positiv.
– Eg bíði aftur nú, men eg havi eina vón, tí eg veit, at tað ber til. Tað nyttar einki at geva upp ella at grava meg niður. Eg má vera jalig og vera til, meðan eg bíði, sigur hon.
– Eg veit ikki, hvussu eg klári at vera so positiv, men hetta hevur verið ein drúgv ferð. Eg havi verið sjúk alt mítt lív. Og so eri eg ein positivur persónur, tí eg veit, at tað batar ikki at vera negativ, hóast eg eisini kann hava ein lorta dag og gráta illa. Tað hjápur eisini og loysir eitthvørt úr kroppinum, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp.
Hóast tølini vísa, at miðal livialdurin eftir slíkan vevnaðarflutning eru fimm til sjey ár fyrstu ferð og bert tvey ár aðru ferð, tykist Sigrun við gott mót.
– Hatta eru miðaltøl, og tað er ikki víst, at tað júst vera míni lungu, ið bert halda hasi tvey árini, hóast kroppurin stoytti tey fyrru frá sær eftir stutta tíð. Tað eru nógv, sum liva longri enn hasi tvey árini. Eg havi heldur einki annað val enn at vera við gott mót, sigur hon umhugsin.
Og vónin livur saman við teimum á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.
– Vit hava vanligar framtíðarætlanir, sum øll onnur. Júst nú taka vit tó bert ein dag í senn. Tó hava vit enn dreymar fyri framtíðina, sigur unga mamman.
##med3##
Orkar einki
Sigrun, maður hennara Mortan og átta ára gamli sonur teirra Jóhan Pauli hava verið í Keypannahavn í 11 mánaðir og bíða eftir, at Sigrun skal fáa enn ein møguleika til lívið, ið bíðar uttanfyri sjúklingahotellið.
Hon minnist aftur á fyrstu mánaðarnar á hotellinum, og greiðir frá, at hon minnist ta tíðina við gleði.
– Tá orkaði eg at ganga, og summarið stóð fyri durum. Vit fóru út saman og vóru bæði á Bakkanum, strondini og Tivoli, sigur unga kollafjarðardaman.
– Nú orki eg næstan einki. Tá eg skal undir brús, má maðurin vaska mær, og eg orki ikki at lata meg í klæðir sjálv. Eg gangi eitt sindur í íbúðini, men um eg skal út, so er tað í koyristóli, sigur hon so eftir ein lítlan steðg.
Saman royna Mortan og Sigrun at snikka saman ein so vanligan gerandisdag, sum tey megna undir verandi umstøðum. Tey fara bæði upp við syni teirra um morgunin, og síðani fylgir Mortan honum í skúla, áðrenn hann kemur aftur at vera um Sigruna.
– Tey flestu spyrja meg, hvat eg fái tíðina at ganga við, men dagarnir ganga bara, og teir ganga rættiliga skjótt, sigur hon umhugsin.
Sigrun, Mortan og Jóhan Pauli liva í einum gerandisdegi við nógvum trýsti. Tey liva við sjúku nær at sær og við óvissu um framtíðina. Sjálv heldur Sigrun eisini, at hendan tíðin í Danmark hevur ávirkað son teirra, hóast hann óivað enn er ov ungur til at seta orð á kenslurnar.
– Hann er nógv árvirkar, og eg veit, at hann hevur nógvar tankar, sum eru torførir hjá honum at tosa um. Onkuntíð tá havi eg lagt hann at sova, hevur hann verið bangin fyri, at eg doyggi. Tað er, sum heldur hann, at sigur hann tað hart, so hendir tað, sigur hon syrgin.
– Hann er tó ein glaður drongur, sum hevur vinmenn og venur fótbólt her í Danmark.Vit eru ordiliga ovfarin av, hvussu væl hann hevur klárað at umstilla seg til ein gerandisdag í Keypmannahavn, sigur hon síðani.
Og tað er víst, at hóast tað er gróthart, at standa í hesi støðuni, so familjan Bisp har, sum tey mugu og vilja vera.
– Hevði eg verið í Føroyum, so hevði eg ligið á sofuni og einki orkað. Nú eri eg her, og tað er okay – serliga tí, at sjúklingahotellið er eitt gott stað at vera, sigur hon.
– Mortan sigur ikki so nógv, men eg veit, at hann vil vera her fyri meg, sigur hon avgjørd og greiðir frá, at seinast, tá tey stóðu í hesi støðuni, sigldi Mortan úti, og tí var hann annan hvønn mánað hjá Sigruni og annan hvønn mánað burtur.
–Tað vildi hann ikki nú, sigur hon.
Hóast familjan er har, hon má vera í hesi støðuni, so ørkymlar tað Sigruna, at hon einki sjálv fær gjørt fyri at betra um heilsustøðu sína.
– Eitt tað ringasta er, at eg einki kann gera fyri at fáa tað betri. Tað er eingin heilivágur, sum eg fái tikið fyri at steðga hesum. Eg einki kann gera við tað, staðfestir hon.