var tað, at Johannes ætlaði at fara í hotellvinnuna, men í 1985 vildi so illa til, at nýggja Hotel Føroyar, ið stóð liðugt við Oyggjarvegin í 1983, fór á húsagang. Tá hann leit seg í kring eftir øðrum a [...] ongantíð trúð so nógv upp á eitt tiltak sum Hvonn, og hann skuldi bara fáa at síggja. Í dag minnir hann meg ofta á hetta, og hann ásannar, at hann fór skeivur. Hvonn gongur sera væl, eisini eftir donskum mátistokki [...] slapp hann innum og arbeiddi eitt ár á avskipingardeildini, áðrenn hann bað starvsfólkaleiðaran, Nils Sørensen, um at sleppa at lesa til akademiøkonom. - Eg fór at lesa á Niels Brock í Keypmannahavn, og við
nakra inntøku av týdningi, er at veita vanlig bústaðarlán. Einasti máti at útvega grunninum inntøkur, so at hann eisini fær ráð at fíggja alternativ lán, er, at hann sleppur á vanliga sethúsamarknaðin eisini [...] veit, at Húsalánsgrunnurin sjálvur trýr upp á tað, men tað geri eg, og nógv við mær, ikki. Nýtt lív Hann sigur, at tí hevur samgongan roynt at fáa lív aftur í Húsalánsgrunnin við at broyta hann so at hann [...] hava bøtt upp á, tí rentan á r ealkredittlánum er fallin rættiliga nógv. Og hann heldur, at nú er rentan so lá, at Húsalánsgrunnurin hevur ongan møguleika at kappast, heldur ikki um hann so tók eitt lán
róðurs. Á veg inn ímóti landi var tað so óheppið, at vit rendu á eitt trolaravrak. Klokkan var tá um eitt á nátt 17. mars. Hol kom á skipið, ið fyltist eftir lítlari løtu. Allir mennirnir, ið vóru staddir [...] síggja teir, at ein djúpur breiður ósi er at fara um. Teir vóru tí noyddir at venda aftur eftir bátinum. Men fyri at vinna tíð og fáa skjótari boð frá sær, meðan hinir mennirnir fóru aftur eftir bátinum, gjørdi [...] løgdu bakk. Men uttan at vita av, at vit vóru komnir so nær landi, fingu vit tey fyrstu grunnbrotini út fyri Skaftarósa. Orsøkin til, at vit ikki vistu, hvar vit vóru staddir, var ólag á kumpassini (magnetiske
ynskir eisini løgregluni til lukku við, at tað eydnaðist henni at seta á stovn eina heilt serliga deild at basa ófriði, tá mótmælini vóru upp á tað mesta í Íslandi, samstundis sum hon spardi á deildini fyri [...] hann at, at løgreglan var ógvuliga nær við at senda boð eftir brynjaðum manningarvognum úr Danmark í sambandi við mótmælini. "Týðiligt er, hvønn myndugleikarnir vilja verja, men at vit eru um at missa [...] ríkmaðurin brúkar sama hátt at grundgeva sum fulli bilførarin, ið sigur, at tað er heilt í lagi at koyra fullur, so leingi tú ikki verður tikin, og um tú so koyrir á ein steyra, hevur steyrin ábyrgdina. Tann
fóru á flog. Tann 1. mai var veðrið batnað, so møguleikarnir at leita vóru betri. Dagin eftir fann verjuskipið »Thetis« vraklutir, sum kundu verið av »Honnu S«, og skip vórðu beind á hesar leiðir at leita [...] Her sæst, at hann tann 22. juni 1925 mynstraði á Seyðisfirði við Storholmen. Navnið sigur, at hetta helst er eitt norskt skip. Hildið verður, at teir hava verið á sildaveiðu. John tykist ikki at hava fingið [...] samband við, at 50 ár vóru liðin síðan hesa hending. Tí var tað skakandi, at tað aftur nú var eitt danskt skip á somu leið, sum ikki gav boð frá sær. Royndirnar frá árinum fyri vístu, at her var einki
ský, tí bara fáar vikur seinni vóru boð eftir honum at fáa eina nýggja fyritøku á føtur. Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik við Høgna Jensen á odda var í ferð við at gera nýtt føroyskt bryggjarí [...] við, at talan er um smakk og góðsku. Hóast tað kundi tykjast tilvildarligt, at bryggjaríið á Velbastað brádliga fór at gera um seg á Facebook, so var tað tilætlað. Bryggjaríið hevði fingið høvi at vera [...] knýttur at bryggjarínum, og báðir fáa teir ovmikið at gera. - Vit ætla at framleiða øll sløg av øli, pilsnara, gulløl og myrkt øl. Eisini fara vit at leggja dent á at framleiða ymisk sløg av serøli, so vit
avstað frá Ísafirði, og vóru hesir Andvari og Páll Pálsson. Hetta vóru 15-16 tons bátar. Hildið var, at hesir bátar vóru so passaligir í stødd, at teir kundu koma so nær Egill Rauða, at teir kundu skjóta línu [...] føroyingar dugdu at veiða enn íslendingar á hesum leiðum. Eftir at føroyingar byrjaðu at fara »til lands« broyttist umrøddi hugburðurin móti føroyingum. Nú fóru sluppirnar eisini at koma inn á fjarðirnar við [...] íslendingar at leggja navn til bátarnar, og so hildu teir áfram sum vanligt til nakað eftir, at Ísland loysti frá Danmark í 1944. Í 1930 vóru tveir føroyskir bátar á Norðfjørðinum. Tað vóru eisini føroyingar
– Tað er ilt at meta um enn, men at koma so langt sum at kunna um føroyska økið á høvuðsborgini hjá Gazprom er eitt stórt stig á leiðini. Jarðfeingi verður við á fundinum. Heri Ziska fer at greiða frá [...] gekk so heldur ikki long tíð eftir, at føroysku umboðini vóru komin heimaftur úr Keypmannahavn, at har kom ein innbjóðing frá stjóranum í Gazprom, Alexander Medvedev um at koma til Moskva at vitja [...] Medvedev – Tað skilst, at tað er ikki bara sum at siga tað hjá útlendskum feløgum og sjálvt londum at sleppa inn um dyrnar á høvuðsborgini hjá Gazprom! – Tað er nokk ikki so einfalt at fáa ein fund við henda
tilvildarligan ferðandi frásøgumann. Tað gav at bíta, tá eg hevði at einum luristana, sum fór í so illa við asni sínum, tá tað var um at hokna undir byrðu. »Nógv fyri at hoyra« helt hann, »tit kristnu, sum undir [...] tordi at geva okkum siðvenjuforstokkaðu innføddu eitt lítið skump afturat út í ein víðari sjónarring. At hann nú er farin bara at fylgja, sum fyri er slóðað og apa eftir øðrum, duga vit ikki at skilja [...] úr minaretunum kalla verður saman til at hoyra um, hvussu gott verður, tá sloppið er burtur úr hesum heimi og inn í næsta. Ósømiligt at særa At særa hesi fólk við at gera gjøldur burtur úr trúgv og profeti
avgjørdu dystin, ið eftir hetta bleiv spældur alsamt meira eftir dagsskránni hjá B71, ið royndi at fáa minkað um munin. Fyri tað nógva hevði NSÍ gott tamarhald á, men nakrar ferðir vóru boð eftir teimum gulu. [...] bendir á, at stríðið um áttanda plássið, ið er evsti yvirlivingarmøguleikin, fer at standa millum hesi. Gamaní, tapti B71 hesa ferð, men liðið gjørdi sær á ongan hátt fyri skommum í Runavík, so spennandi [...] hjá teimum gulu í Runavík sær ikki út til at vikna. Í gjár vann NSÍ fyri fimtu ferð á rað, og hóast seinni hálvleikur kanska ikki var tað stóra at reypa av, so vísti liðið í fyrra hálvleiki fleiri ferðir