Klæmint á blettinum

Kjansir vóru til nógv mál, tá NSÍ tók ímóti B71 við Løkin í gjár. Men bjargingar frá báðum málmonnunum, umframt óneyvar álopsroyndir, forðaðu hesum. Undantakið var Klæmint A. Olsen, ið skoraði bæði málini í fimta sigrinum á rað hjá NSÍ

Formkurvan hjá teimum gulu í Runavík sær ikki út til at vikna. Í gjár vann NSÍ fyri fimtu ferð á rað, og hóast seinni hálvleikur kanska ikki var tað stóra at reypa av, so vísti liðið í fyrra hálvleiki fleiri ferðir tað góða spælið, ið hevur eyðkent teir fýra undanfarnu dystirnar.
Men hóast avrikið síðstu trý korterini ikki var meira enn næstbest, var uppgávan loyst upp á tann mátan, tey flestu helst høvdu væntað frammanundan, tí NSÍ vann dystin og fekk trý stig aftrat upp í leypin. Eingin ivi var um, hvat av liðunum var tað betra, men fyri tað smæddist B71 nú heldur ikki burtur.
Eitt nú hevði Andras Gango bæði tvær og tríggjar ferðir brúk fyri at vísa síni bestu kynstur í NSÍ-málinum, eins og starvsfelagin í hinum endanum, Bárður Johannesen, eisini við fleiri bjargingum gjørdi sítt til, at B71 ikki fekk eitt størri tap ímóti sær.
Teirra partur lá ikki eftir, men kanska fleiri av teimum, ið fingu kjansirnar, aftaná mundu iðra seg um vantandi neyvleika í avgerandi løtunum. Báðir partar raktu málkarmarnar, og fleiri royndir blivu so illa hagreiddar á vegnum, at tær ongantíð bóru boð í bý, men endaðu við ongum.

Tvær ferðir Klæmint
Stóra undantakið í dystinum, tá tað snúði seg um at fáa nakað burtur úr sínum møguleikum, var 19 ára gamli rituvíkingurin, Klæmint A. Olsen, ið eina ferð í hvørjum hálvleiki var á rætta staðnum til røttu tíð, so hann fekk skorað bæði málini í 2-0 sigrinum.
Christian Høgni Jacobsen var upphavsmaðurin til fyrra málið, ið kom ein góðan hálvan tíma inni í fyrra hálvleiki. Samanspæl frameftir í høgdu síðu endaði við, at Christian Høgni misti bóltin, men treiskur taklaði hann vinstra B71-bakkin, Tummas Clementsen, og fekk lagt bóltin hart og flatt innfyri, har Klæmint fekk smoygt sær fram um miðverjarnar hjá gestunum og við fremru stong kundi skora trygt úr stuttari fjarstøðu.
Seinna málið var uppaftur meira eitt dømi um týpiskt spæl hjá einum árvaknum framherja. Einar T. Hansen, ið fleiri ferð í dystinum hevði hug at bjóða av langt frammi á vøllinum, sendi bóltin høgt innfyri úr vinstru síðu. Inni í B71-brotsteiginum royndi annar av miðverjunum at toyggja seg, men gjørdist ov stuttur. Tá var Klæmint longu byrjaður at renna og slapp púra leysur innan fyri allar, so hann kundi senda bóltin millum beinini á Bárði Johannesen, ið kom leypandi út ímóti.

Ymsar avbjóðingar
Hesi bæði málini avgjørdu dystin, ið eftir hetta bleiv spældur alsamt meira eftir dagsskránni hjá B71, ið royndi at fáa minkað um munin. Fyri tað nógva hevði NSÍ gott tamarhald á, men nakrar ferðir vóru boð eftir teimum gulu. Ikki minst var einmansherurin hjá B71, Símun Hansen, ein støðug hóttan har frammi, og millum annað sendi hann eitt fríspark á tvørtræið og syrgdi annars fyri at halda Andras Gangi í málinum heitan.
Sum sagt, var hetta fimti sigurin á rað hjá NSÍ, sum nú hevur bart seg upp á triðja plássið. Í teimum fýra undanfarnu hevur NSÍ hvørja ferð vunnið á liðum, ið vóru omanfyri á stigatalvuni – og hevur yvirhálað tey. Hetta síðsta bar av góðum grundum ikki til í gjár, men spennandi verður at síggja, um runavíkingar taka táttin uppaftur fríggjakvøldið, tá teir skulu til Fuglafjarðar at spæla ímóti ÍF, sum er nýggja oddaliðið í Vodafonedeildini.
B71 er framvegis niðan fyri strikuna, men datt eisini niður á aftasta plássið, nú AB vann á FC Suðuroy. Sostatt hava øll trý liðini seks stig, og nógv bendir á, at stríðið um áttanda plássið, ið er evsti yvirlivingarmøguleikin, fer at standa millum hesi. Gamaní, tapti B71 hesa ferð, men liðið gjørdi sær á ongan hátt fyri skommum í Runavík, so spennandi verður eisini at fylgja sandoyingum í komandi dystunum.