Tá íslendsku bankarnir fóru á húsagang í oktober 2008, og íslendska ríkið mátti yvirtaka teirra ovurstóru skuld, skrivaði Ísland seg í søguna sum eitt av teimum londunum í heiminum, ið fíggjarkreppan rakti harðast. Á sjónvarpsstøðum sum BBC og CNN varð staðfest, at íslendska ríkið í roynd og veru var farið á húsagang, og við eitt var umdømi landsins illa skatt og tann fyrr so sterka íslendska sjálvkenslan skakað.
Undir kreppuni í Føroyum fyrst í nítiárunum boygdi mangur føroyingur høvdið av skomm, tá serliga danskir fjølmiðlar útpenslaðu, hvussu vill ovurnýtsla í áttatiárunum hevði rent landið um koll. Somu viðferð fáa íslendingar nú, ikki bara í donskum fjølmiðlum, men øllum heimsins fjølmiðlum, og tann niðrandi umrøðan særir íslendingar so djúpt, at teir nú krevja, at politikarar og ríkmenn bøta fyri húsagangin.
Einar Már Guðmundsson telist millum tey mongu, sum hava talað harðliga at dansinum, sum íslendsku útrásarvíkingarnar í bankum og atknýttum feløgum dansaðu á ótamda kapitalistiska marknaðinum. Útrásarvíkingarnir vóru korruptir og sviku fólkið, men nú eru teir langt av landi skotnir og lata sakleys fólk sita eftir við rokningini, sigur hann í bersøgnu kjakbók síni um skrædlið í Íslandi.
Bókin kallast á donskum "Hvidbogen - Krisen på Island" og er 190 blaðsíður til støddar. Ov nógv er ikki sagt, at hendan bókin er ákæruritið hjá einum av fremstu rithøvundunum í Íslandi mótvegis tí vitloysi, sum rendi landið á húsagang, og sum fekk fólkið at reisa seg, fara á gøturnar og krevja eina stjórn setta frá, sum ikki hevði hegni at steðga samvitskuleysu atferðini hjá útrásarvíkingunum.
"Har funnust ongar lógir ella reglur at forða fyri tí, sum fíggjarfúrstarnir gjørdu. Landsins politikarar snorksvóvu, yptu bara øksl og skálaðu saman við fíggjarfúrstunum, ja, fingu enntá gron, um teir ikki vórðu bodnir við í teirra Hollywood-kendu veitslur," skrivar Einar Már Guðmundsson og fegnast um, at tað eydnaðist honum og mongum túsund øðrum íslendingum at fáa stjórnina hjá Geir Haarde rikna frá valdinum í januar 2009.
Marknaðurin gjørdist Guð
Tónin í bókini er beiskur. Einar Már Guðmundsson er óður um, at so galið kundi gangast, og á einum av fyrstu síðunum grundar hann yvir, um Karl Marx kanska hevði svarið longu fyri 150 árum síðani í høvuðsverki sínum, "Das Kapital." Fáur hevur lisið alt verkið, tí 2. bind er so torskilt við nógvari fløktari støddfrøði, men í 3. bindi umrøður Karl Marx ta støðu, sum uppstóð í Íslandi og manga aðrastaðni undan fíggjarkreppuni.
Karl Marx skrivar um poetiskt ríkidømi og fiktivan kapital, har ongin virðisframleiðsla er aftan fyri vinningin, og virðisleys pappír bara flyta runt millum fólk. Eina tílíka óhepna ringrás settu íslendsku kapitalistarnir í gongd, og meðan alt gekk sum eftir ánni, vórðu teir hildnir at vera bæði raskir og dugnaligir. Í bløðum, teir sjálvir áttu, vórðu teir umrøddir sum hálvgudar, og fólk fagnaðu teimum sum hetjur.
"Hesir menninir keyptu seg inn í feløg, fingu meirilutan í teimum, stovnaðu nýggj feløg, seldu hvørjum øðrum tey og strikaðu so virðini í teimum gomlu feløgunum, virðini hjá partaeigarunum. Hetta var ringrásin. Soleiðis gekst nógvum virðismiklum feløgum. Aftaná vóru teir aftur at síggja í bløðunum, høvdu keypt sær skíðbreytir í Alpunum, marglætisíbúðir á Manhattan og stuttleikabátar í Florida," skrivar Einar Már Guðmundsson.
Hann heldur lítið um hálovandi tosið hjá sonevndum liberalistum um, at frælsi marknaðurin er svarið upp á alt. Alt tosið um tann fría marknaðin hevði undan fíggjarkreppuni átrúnaðarligan dám, og hvørja ferð onkur setti spurnartekn við gongdina, var svarið bara, at hatta reguleraði marknaðurin. Marknaðurin gjørdist Guð. Ósjónliga hondin hjá marknaðinum gjørdist Guðs vilji, og tí sluppu kapitalistarnir at spæla sær, sum teir vildu.
Millum heimsins ríkastu
Meðan villskapurin var størstur, og lønirnar hjá útrásarvíkingunum fóru til himmals, tók seg upp ein heilt nýggj stætt í Íslandi. Summi gjørdust ovurrík og mannaðu nýggju yvirstættina. Meðalstættin fór at minna um biddarar, og undirstættin var óbrúkilig. Øll vanlig mát sprongdust. Vanlig størv sum lærarayrkið vórðu hildin at vera ússalig. Ongin koyrdi í bussi. Øll koyrdu í egnum bili, hóast teir vóru skuldarbundnir frá hjólunum upp á takið.
Bankastjórarnir í teimum privatiseraðu bankunum flottaðu sær sum greivar. Teir hildu seg fremja stórverk og góvu sær sjálvum mánaðarlønir, ið svaraðu til eina Nobel-virðisløn. Varð funnist at teimum, fóru teir at tosa um øvund og hóttu við at rýma av landinum. Samstundis vístu teir á, at váðin var teirra, og tí máttu teir lønast væl. Einar Már Guðmundsson skrivar:
"Fólk eru málleys av tí gramni, sum ráddi í teirri samansoknu fíggjarskipanini. Til dømis hava fleiri av teimum íslendsku fíggjarfúrstunum verið at síggja á listum yvir heimsins ríkastu fólk. Teir hava strokið runt í privatflogførum og kappast sínámillum um alt møguligt forfeingiligt fjas. Bólkar sum Duran Duran hava spælt til teirra nýggjársveitslur, og Elton John sang á teirra føðingardøgum."
Eisini forsetan á Bessastøðum høvdu útrásarvíkingarnir í sínum parti, skrivar hann. Forsetin fór við teimum um meginpartin av klótuni bara fyri at síggja ein fótbóltsdyst, og í røðum rósti hann ríkmonnunum fyri teirra mót og samanbar teir við hetjur.. At funnist eigur at verða at forsetans leikluti, fingu íslendingar váttan um herfyri, tá serlig kanningarnevnd staðfesti, at hann hevði moralska ábyrgd av skrædlinum.
Allir flokkar sviku
Politisku flokkarnir fáa eisini av at vita frá Einari Már Guðmundsson. Leiðararnar í sosialdemokratiska flokkinum, Samfylkingini, endaðu sum búktalarar hjá kapitalismuni, sigur hann. Samfylkingin var meira høgravend enn vinstravend.. Øll eftirapanin eftir høgrasnaringini hjá Tony Blair hevði við sær, at flokkurin misti sambandið við sína upprunastevnu, ið var at verja tey minni mentu og arbeiðsfólkið.
"Hendan gongdin gav talsmonnunum fyri kapitalismu og liberalismu fullkomnan frið og óavmarkað albogarúm at gera, sum teimum lysti. Nakrir av leiðarunum í Samfylkingini hava hálovað ríkmonnunum, stuðlað teimum í teirra sjálvgóða grenji og gjørt tað til sín politikk, at ríkmenninir skuldu sleppa at ráða yvir øllum, eisini fjølmiðlunum," skrivar hann.
Aðrir flokkar fáa av somu skuffu, serliga Sjálvstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin, sum settu fíggjarævintýrið í gongd fyrst í hesi øldini, tá íslendsku bankarnir vórðu privatiseraðir. Ein av høvuðsmonnunum í hesi gongd var Davið Oddsson, ið var forsætisráðharri, tá privatiseringarnar vórðu framdar, og seinni gjørdist tjóðbankastjóri.
"Ríkmonnunum tørvaði ein fígginda, og hann funnu teir í Daviði Oddsson. Baugur-menninir hava givið Daviði Oddsson skyldina fyri fíggjarkreppuna og ótálmað brúkt sínar fjølmiðlar til hetta endamál. Davið Oddsson hevur ákært teir fyri gramni og korruptión og brúkt allar sínar oratorisku gávur til at fáa teir at síggja út sum idiotar," skrivar Einar Már Guðmundsson.
Valgerður Sverrisdóttir, ein av leiðarunum í Framsóknarflokkinum og fyrrverandi ráðharri í bankamálum, sleppur heldur ikki undan. Hon segði, tá bankarnir vórðu privatiseraðir, at talan var um eitt sera stórt framstig, tí talan var um størstu privatiseringar í søgu Íslands. Um onkur hættaði sær at tala at gongdini, fór hon bara at brúka seg.
"Øll, sum talaðu at, vórðu mistonkiliggjørd. Annaðhvørt vórðu tey løgd undir at vera øvundsjúk ella gamaldags. Hesir báðir flokkarnir, Sjálvstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin, hava høvuðsábyrgdina av skipanini, og grundina undir skipanina løgdu teir við gávukvotuskipanini í fiskivinnuni, har møguligt gjørdist at selja fisk, sum enn ikki var fiskaður, og skapa sær eitt privat ríkidømi gjøgnum fólksins ogn," skrivar hann.
Ríkmaður angrar onki
Stjórin í Baugi, sum nú er farið á húsagang, Jón Ásgeir Jóhannesson, verður eisini nógv umrøddur í bókini. Hann verður lýstur sum ein, ið als onki hevur angrað og enn minni hevur viljað viðurkent, at atferðin hjá ríkmonnunum var skeiv.
"Hesin maðurin stendur treiskliga fast við, at tá teir ikki longur kundu fáa lán til sítt vitloysi, og alt steðgaði upp, ja, so hevði Davið Oddsson, tjóðbankastjóri, alla skyldina. Tú kundi freistast at hugsað, at Jón Ásgeir vaks upp við síni heilt serligu útgávu av Dávids-sálmunum, so nógv sum hansara hugsunarháttur melur um Davið," skrivar Einar Már.
Íslendski rithøvundurin heldur, at ríkmaðurin brúkar sama hátt at grundgeva sum fulli bilførarin, ið sigur, at tað er heilt í lagi at koyra fullur, so leingi tú ikki verður tikin, og um tú so koyrir á ein steyra, hevur steyrin ábyrgdina. Tann síðsti bankin, sum ikki vildi læna mær pengar, var orsøkin til, at eg fór á húsagang, sigur Jón Ásgeir Jóhannesson í veruleikanum.
"Skulu vit tíma at lurta eftir tílíkum tvætli," spyr Einar Már Guðmundsson. "Um eg skyldaði Jón Ásgeir nógvar milliónir, vildi hann so lænt mær uppaftur fleiri milliónir? Skuldin hjá bankunum og feløgunum var heilt einfalt vorðin so stór, at roknistykkið gekk ikki upp. Tí eru vit vorðin troytt av at hoyra sovorðið møsn," skrivar hann.
Hann ynskir eisini løgregluni til lukku við, at tað eydnaðist henni at seta á stovn eina heilt serliga deild at basa ófriði, tá mótmælini vóru upp á tað mesta í Íslandi, samstundis sum hon spardi á deildini fyri fíggjarligan kriminalitet. Speiskliga flennur hann at, at løgreglan var ógvuliga nær við at senda boð eftir brynjaðum manningarvognum úr Danmark í sambandi við mótmælini.
"Týðiligt er, hvønn myndugleikarnir vilja verja, men at vit eru um at missa landið av hondum, at søgan um lýðveldið, sum varð stovnað í 1944, kanska endar her, bara tí nakrir spekulantar fingu alt ov leysar teymar, er so syrgiligt, at tað er at gráta um. Eg havi sett stóran prís upp á okkara fólkaræði og stoltleikan um sjálvstøðuna, og eg haldi, eg fari at sakna tey," skrivar Einar Már Guðmundsson og skírir at enda atburðin hjá politikarum, bankafólkum og ríkmonnum óviljað landasvik.
FAKTA Einar Már Guðmundsson
Navn: Einar Már Guðmundsson
Føddur: 18. september í 1954 í Reykjavík.
Bókmentur: Hann hevur skrivað skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingasøvn síðan 1980. Bókina "Hvítbókin - kreppan í Íslandi" gav hann út í 2009. Hon er ein hvøss viðmerking um fíggjarliga skrædlið í Íslandi.
Virðisløn: Í 1995 fekk hann norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri skaldsøguna "Alheimsins einglar."
Einar Már Guðmundsson hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og kennir nógvar føroyingar.