setir enn meiri ferð á búskapin. Hann sigur, at vanliga hevur Tórshavnar Kommuna gjørt íløgur fyri 100 milliónir um árið og Tórshavnar Havn hevur gjørt íløgur fyri 50 milliónir. - Tað hevur verið hóskandi [...] - Í fyrstuni helt eg, at tað var skemt. Jan Christiansen, býráðslimur í Havn, trúði ikki sínum egnu eygum, tá ið hann sá uppleggið hjá meirilutanum í býráðnum til fíggjarætlanina hjá kommununi fyri næsta [...] ikki takast sum annað enn skilaleyst valagn. Tí tók minnilutin tað óvanliga stig á býráðsfundinum í Havn í gjárkvøldi, at krevja tað ført í gerðabókina, at minnilutin hevði als onki havt við uppskotið at
uttan at boða frá henni. Ferðavinnan gjørdi vart við, at hetta fór at elva til trupulleikar og Tórshavnar Havn hevur boðað frá, at fleiri ferðamannaskip hava slept ætlanini at koma til Føroya av tí sama.
ikki skortað við eyknevnum og negativum lýsingarorðum um stóru, hvítu ljósmastrarnar á Tórsvølli í Havn. Men tað eru fleiri orsøkir til, at mastrarnar síggja út og standa soleiðis, sum tær gera kring F [...] hugsaði, tá eg fekk boð um at sniðgeva ljósmastrar, sum skuldu standa á Tórsvølli, sigur Eyð Strøm úr Havn. Hon er arkitektlesandi á Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn og verður liðug við útbúvingina [...] Søgan um Eyð Strøm og ljósmastrarnar byrjaði í summarfrítíðini í 2011. Eyð Strøm starvaðist hjá Tórshavnar Kommunu, har hon hevur arbeitt allar summarferiurnar síðani 2009. - Ein dagin kom býararkitekturin
um móti Fótgangarum vilja hervið koma við nøkrum viðmerkingum um ferðsluna sum heild og serliga í Havn. Tað eru næstan bara jaligar viðmerkingar, tí vit í felagnum eru samd um, at vit øll gera eitt gott [...] til annað enn at traðka á pedalar, nevniliga til at ganga. Eitt sera gott dømi er vegaumvælingin í Havn millum Kommunuskúlan og Nonnuskúlan. Her hevur kommunan ? púra óneyðugt ? syrgt fyri, at gonguteigur [...] steðga til tíðina. Men vit síggja fram til, at tað skjótt ongar trillimammur eru til í Havnini, tí Tórshavnar Kommuna krevur, at eigur tú eitt barn, skalt tú hava bil! Ansingarplássið skal jú kunna liggja
fólkum í økinum norðan fyri Landavegin í Havn, sum taka undir við foreldrunum, ið krevja, at børn teirra eiga at sleppa í Venjingarskúlan. Grundgevingin hjá Tórshavnar býráð fyri ikki at loyva hesum børnum [...] Barnatalið í Havn er so stórt í ár, at neyðugt er við 13 fyrstu flokkum og sambært innskrivingini eigur Venjingarskúlin at taka tríggjar fyrsta flokkar inn. Men hóast mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur [...] og Venjingarskúlin fekk tá eina skúlastovu í Heimara skúla. Í tí sambandi boðaði býráðsformaðurin í Havn frá, at tað beinanvegin mátti farast undir at skipa fyri endaligari loysn á hølisviðurskiftunum tey
Í lesarabrævi í dag skrivar Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, at Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at vit skulu hava eina millumkommunala útjavning í Føroyum. Annika Olsen er ímóti eini kommunalari [...] Javnaðarflokkinum. Vónandi finnur Annika onnur mál at fara til val uppá enn at verja borgararnar í Tórshavnar Kommunu ímóti Javnaðarflokkinum orsakað av millumkommunalari útjavning.
hava nokk av grundstykkkjum til tey, sum frammanundan búgva í Havn, sigur hann. - Vit skulu fyrst og fremst hjálpa teimum, sum búgva í Havn, og rinda skatt her, áðrenn vit bjóða øðrum at at keypa grundstykki [...] - Tað undrar meg, at ætlanin nú er at bjóða øllum Føroya fólki grundstykki í Havn, samstundis sum at vit ikki megna at útvega teimum havnarfólki nóg nógv grundstykki. Bogi Andreasen, býráðslimur, er ikki [...] Sigurðsson um at tað skal vera lættari hjá bygdafólki, og føroyingum uttanlands, at fáa grundstykki frá Tórshavnar Kommunu. Sum vit lósu her á www.in.fo í morgun, vilja býráðslimirnir, Tróndur Sigurðsson og Annfinn
avgerð at fáa eitt apotek upp í miðbýnum. Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin. Tórshavnar Býráð hevur leingi roynt at fáa Apotekið at lata eina deild upp í miðbýnum. Og nú hevur tað eydnast [...] sum eru til gongu, tí Apotekið í miðbýnum fer at liggja beint við høvuðsstøðina hjá Bussleiðini í Havn, har allir bussarnir steðga, segði hann. Les eisini: Heldur apotek í Hoyvík enn í miðbýnum - Eg trúgvi
- Tað sum er hent í býráðnum í Havn, kann skaða arbeiðslagið í samgonguni í landspolitikki. Tað heldur Aksel V. Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin. Hann sipar til støðuna, sum hevur tikið seg upp [...] upp, eftir at ein avtalað um samgongu í Tórshavnar býráð varð undirskrivað ímillum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, við Heðini Mortensen sum borgarstjóra. Men so leyp Fólkaflokkurin brádliga [...] segði við Kringvarpið í morgun, at støðan er ógvuliga óheppin, og hann skilir væl at borgarstjórin í Havn er ørkymlaður og vónbrotin. Hann heldur, at hetta er eitt dømi um, at moralur og sømiligheit ikki
Tey, sum búgva í Tórshavnar Kommunu skulu framvegis koyra ókeypis við Bussleiðini. Tað liggur púra fast, sigur Jákup Dam, býráðslimur í Havn, og formaður ú Teknisku Nevnd hjá býráðnum. Men so er spurningurin [...] sum ikki búgva í Tórshavnar Kommunu. Herfyri mælti ein annar býráðslimur, Annfinn Brekkstein, til at skipanin við ókeypis Bussleið verður avtkin. Ístaðin skulu fólk, sum býr í Tórshavnar Kommunu, ístaðin [...] búgva í Tórshavnar Kommunu, eisini takast til viðgerar, sigur formaðurin í Teknisku Nevnd. Men hann hevur kortini ikki varhugan av, at tað er nakar trupulleiki, at fólk, sum ikki búgva í Tórshavnar Kommunu