Eg hoyri nógv fyri mastrarnar

- Eg havi fingið nógv prik og viðmerkingar um ljósmastrarnar, men tað rørir meg als ikki. Tey flestu vita jú ikki, hví tær síggja út, sum tær gera. Soleiðis sigur 28 ára gamla Eyð Strøm, ið lesur til arkitekt og hevur sniðgivið stóru steyrarnar í Gundadali

Flugusmekkararnir. Jurassic Park. Grindalokkabeinini. Tað hevur ikki skortað við eyknevnum og negativum lýsingarorðum um stóru, hvítu ljósmastrarnar á Tórsvølli í Havn.

Men tað eru fleiri orsøkir til, at mastrarnar síggja út og standa soleiðis, sum tær gera kring FIFA-góðkenda fótbóltsvøllin. Tað veit Eyð Strøm alt um, tí hon hevur sniðgivið útskeldaðu ljósmastrarnar.

- Okey, hetta verður ongin løtt uppgáva. Tað var tað fyrsta, eg hugsaði, tá eg fekk boð um at sniðgeva ljósmastrar, sum skuldu standa á Tórsvølli, sigur Eyð Strøm úr Havn. Hon er arkitektlesandi á Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn og verður liðug við útbúvingina í summar.


Uppskotið frá FIFA

Søgan um Eyð Strøm og ljósmastrarnar byrjaði í summarfrítíðini í 2011. Eyð Strøm starvaðist hjá Tórshavnar Kommunu, har hon hevur arbeitt allar summarferiurnar síðani 2009.

- Ein dagin kom býararkitekturin til mín við nøkrum pappírum og bað meg broyta uppskotið um ljósmastrar til Tórsvøll. Og so segði hann eisini, at tað mátti ganga skjótt fyri seg, tí endaliga tekningin skuldi vera klár um tríggjar dagar, minnist Eyð Strøm.

Pappírini, sum hon fekk, vóru frá eini arkitektafyritøku í Spania, sum vanliga samstarvar við altjóða fótbóltssamgonguna, FIFA, og teknar stadion, ið skulu góðkennast til altjóða dystir.

- Tá eg sat við pappírunum, dugdi eg alt fyri eitt at síggja, at tað spanska uppskotið til ljósmastrar als ikki fór at rigga til Tórsvøll. Mastrarnar vóru millum annað ógvuliga sverar og ikki minni enn 40 metrar høgar, sum er alt ov høgt, har tær skuldu standa, sigur Eyð Strøm.

Sama dag, sum hon fekk útkastið til ljósmastrarnar frá spaniólum, byrjaði hon arbeiðið við einum útkasti til, hvussu mastrarnar kundu vera einfaldari og tillagaðar økið á Tórsvølli.

- Eg arbeiddi so at siga dag og nátt hesar tríggjar dagarnar, og sjálvt um tað var strævið, var tað ein spennandi og ikki minst avbjóðandi uppgáva, sigur Eyð Strøm.

Størsta avbjóðingin fyri Eyð Strøm var at gera mastrarnar einfaldari í útsjónd, og samstundis skula halda seg til tey krøvini, ið FIFA setur til eitt fótbóltsstadion.

- Krøvini eru fleiri. Millum annað skal tað ikki vera longri enn 7,5 metrar frá vøllinum til ljóskelduna, og eisini skal ein ávísur vinkul vera á ljóskelduni, soleiðis at ljósið niður á vøllin er eitt so at kalla standard ljós.


Kendi stórt trýst

Orsøkin til, at Eyð Strøm bert hevði fáar dagar til at sniðgeva fýra nýggjar ljósmastrar til Tórsvøll, var tann, at ein stórur dystur var fyri framman.

- Eg visti, at skuldi hesin dysturin blíva spældur á Tórsvølli, skuldi vøllurin góðkennast av FIFA, og eitt av krøvunum hjá teimum er, at ljósið, sum skínur á vøllin, skal verða eitt heilt ávíst ljós. Uttan ljósini bleiv vøllurin ikki góðkendur, og sostatt fór tað ikki at verða nakar dystur, fortelur Eyð Strøm. Sambært altjóða fótbóltssamgonguni skal ljósið á vøllinum vera soleiðis, at eitthvørt sjónvarpslið skal kunna koma til Føroya at gera dystarupptøkur, har góðskan á myndunum er nóg góð.

Arbeiðið við ljósmastrunum gjørdi hon í tøttum samstarvi við býararkitektin og ein verkfrøðing. Hesi árini, Eyð Strøm hevur lisið til arkitekt, hevur hon mangan hoyrt søgur um, at samstarvið millum verkfrøðingar og arkitektar ikki altíð er tað besta.

- Hetta var fyrstu ferð, eg arbeiddi saman við einum verkfrøðingi. Sjálvt um eg á skúlanum ofta havi hoyrt, at ósemja ofta kann stinga seg upp millum verkfrøðingar og arkitektar, so kann eg bara siga, at hetta samstarvið riggaði væl, sigur Eyð Strøm og heldur fram:

- Eg hevði fyrsta nýggja útkastið klárt til deadline, og tíbetur bleiv tað góðkent beinanveg, sigur Eyð Strøm.

Hon dylir ikki fyri, at tað var við nógvum firvaldum í búkinum, at hon í tríggjar dagar sat og teknaði mastrarnar, sum skuldu standa í Gundadali.

- Sum arkitektlesandi havi eg ongantíð roynt, at tað, eg havi sniðgivið, er gjørt í veruleikanum, so sjálvandi var tað eitt sindur nervapirrandi. Og so eisini tað, at mastrarnar standa í Gundadali, og nærum hvør føroyingur sær tær.


Er errin av ljósunum

Tað var ein ikki sørt errin Eyð Strøm, sum summarið 2011 kundi fylgja við, tá ljósmastrarnar, ið hon hevur sniðgivið, blivu settar upp kring vøllin.

- Tað eru tey fæstu arkitektlesandi, sum uppliva, at ein bygningur ella okkurt annað, tey hava sniðgivið, verður bygt, ímeðan tey framvegis eru lesandi, so á tann hátt eri eg errin av hesi verkætlanini, sigur Eyð Strøm.

Og líka síðani ljósmastrarnar vórðu settar upp í Gundadali, hevur prátið gingið dúgliga um hesar stóru steyrarnar.

- Sum flest onnur havi eg eisini hoyrt nógv um ljósmastrarnar. Tað mesta hevur verið heldur negativt, fortelur Eyð Strøm, sum tó ikki tekur negativu viðmerkingarnar nær.

- Eg haldi á ongan hátt sjálv, at hetta prýðir Gundadal, men tað sum fólk ikki vita er, at hetta var ein bundin uppgáva og fleiri reglar, ið vit skuldu fyrihalda okkum til. Í roynd og veru eru ljósmastrarnar gjørdar so einfaldar og so lítlar, sum tað yvirhøvur letur seg gera, tá tey ymsu krøvini frá FIFA skulu haldast, greiðir Eyð Strøm frá. Hon vísir samstundis á, at hon eisini hevur hoyrt okkurt positivt í sambandi við ljósini.

- Tað stuttliga er, at eg havi fleiri ferðir upplivað, at eg havi gingið framvið Tórsvølli, og so hava fólk staðið har og hugt eftir mastrunum, ímeðan tey hava tosað um, hvussu væl teimum dámar ljósið, sigur Eyð Strøm og flennir.

Hóast ljósmastrarnar í Gundadali hava fingið eitt sindur av hvørjum omanyvir seg, er Eyð Strøm glað fyri, at verkætlanin eydnaðist.

- Eg eri ofta samd við tí, sum fólkini hava at bera mastrunum, tí eg haldi ikki sjálv, at tær passa inn í umhvørvið, og støddin er heldur ikki tann rætta. Men sum nýútlærd verður tað stuttligt at kunna vísa á, at eg havi arbeitt við eini verkætlan saman við einum verkfrøðingi, og eg eri eisini glað fyri, at eg tók av hesari avbjóðingini, tí tað var tað veruliga, sigur Eyð Strøm.

- Og líka mikið hvat, so er tað góða, at vøllurin bleiv góðkendur, og fólk fingu nakað at tosa um.