Eg skilji væl at Heðin er ógvuliga vónbrotin

Støðan sum hevur tikið seg upp í Tórshavnar Býráð, kann skaða arbeiðslagið í samgonguni

- Tað sum er hent í býráðnum í Havn, kann skaða arbeiðslagið í samgonguni í landspolitikki.

 

Tað heldur Aksel V. Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin.

 

Hann sipar til støðuna, sum hevur tikið seg upp, eftir at ein avtalað um samgongu í Tórshavnar býráð varð undirskrivað ímillum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, við Heðini Mortensen sum borgarstjóra.

 

Men so leyp Fólkaflokkurin brádliga frá, og fór heldur í samgongu við Tjóðveldi og Framsókn. Afturfyri verður Annika Olsen, borgarstjóri.

 

Aksel V Johannesen segði við Kringvarpið í morgun, at støðan er ógvuliga óheppin, og hann skilir væl at borgarstjórin í Havn er ørkymlaður og vónbrotin.

 

Hann heldur, at hetta er eitt dømi um, at moralur og sømiligheit ikki altíð eru galdandi í politikki, men at viðhvørt snýr tað seg bara um at fáa vald, sama hvat prísurin er.

 

Heðin Mortensen hevur róð framundir, at hetta kann fáa avleiðingar fyri arbeiðslagið í samgonguni og Aksel V. Johannesen ásannar, at vandin er til staðar.

 

Men við Kringvarpið staðfestir hann kortini, at tað eru 17 tinglimir, sum stuðla samgonguna, og tað heldur hann seg til, inntil tað øvugta vísir seg.

 

- So taka vit tað haðani frá, sigur hann.

 

Hann heldur, at valúrslitið vísti, at Javnaðarflokkurin hevur stóra undirtøku í Havn og hann luftar eisini tankan um, at flokkurin skipar samgongu við Tjóðveldi og Framsókn.

 

Sum støðan er nú, situr ein flokkur, sum fekk fáar atkvøður, eftir við borgarstjóranum og tað er kanska ikki serlig demokratiskt, segði hann við KvF.