Í kvøld rendu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel í sítt fyrsta tap í bólki A í Champions League. Kiel spældi á útivølli í Tróndheimi í Noregi móti Kolstad. Kolstad vann dystin 34-30 [...] var Kolstad á ódda 19-16. Elias var ikki so nógv á vøllinum, ið hann annars hevur verið í fleiri av undanfarnu dystunum hjá Kiel, so hann var noteraður fyri eitt mál í kvøld. Kiel og PSG hava átta stig í [...] trívst. HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Kolstad-THW Kiel 34-30 (19-16) frá Eurohandball. Elias sæst í onkrum álopi hjá Kiel í samandráttinum: ##med2##
Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel vann leygarkvøldið greitt 36-29 á Balingen Weilstetten í dysti á heimavølli í bundesliguni. Í steðginum var Kiel á odda 16-12. Elias skoraði eitt mál og legði upp til [...] eitt mál í hesum dystinum. Kiel hevur 34 stig á fjórða plássinum í deildini. HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum í Kiel. Við 0:54 sæst framúr vakra málið Elias skoraði í dystinum: ##med2##
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru í kvøld fyri einum rættiliga óvæntaðum tapi á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel. Kiel tapti 26-30 fyri Rhein-Neckar Löwen, ið er nummar 10 [...] steðginum var Rhein-Neckar Löwen á odda 12-10. Elias skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál í dystinum. Kiel er nummar fýra í bundesliguni við 42 stigum. Kiel hevur seks stig upp til liðið hjá Jóhan á Plógv [...] hevur 48 stig. Melsungen á fimta plássinum er bert eitt stig aftanfyri Kiel. 2. hvítusunnudag, mánakvøldið 20. mai klokkan 18 tekur Kiel móti Göppingen í Wonderino høllini.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli trivaligan 27-18 sigur á franska liðnum, Montpellier í EHF European League. Í steðginum var Kiel á odda 14-11. Elias skoraði seks [...] seks mál upp á níggju málroyndir, og hann var toppskjútti hjá Kiel. Kiel vann bólk B við 12 stigum. Montpellier er nummar tvey við átta stigum, og sleppur eisini at halda fram í kappingini. HER ber til [...] til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum THW Kiel-Montpellier 27-18 (14-11). Mál og upplegg til mál hjá Eliasi síggjast í brotinum: ##med2##
lini í Kiel vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu, og liðfelagarnir í THW Kiel 34-30 á HSG Wetzlar í dysti í týsku bundesliguni. Í steðginum var bert eitt mál á muni, tá var Kiel á odda 16-15. Elias skoraði [...] legði eisini upp til trý mál. Saman við Lukas Zerbe var Elias næstbesti málskjúttin hjá Kiel. Emil W. Madsen var toppskjútti við átta málum. Kiel hevur fingið fult í báðum teimum fyrstu dystunum í bundesliguni
Hóskvøldið gjørdist Elias Ellefsen á Skipagøtu bjargingarmaðurin hjá THW Kiel, ið var aftanfyri 23-25 móti Gummersbach móti dystarenda. Seinastu løtuna skoraði Elias tvey mál og tryggjaði Kiel javnleik í to [...] var Gummersbach á odda 15-13. Elias skoraði trý mál og legði upp til tvey mál. Tað skarst ikki so væl í fyrra hálvleiki, men móti dystarenda gjørdist hann hetjan. THW Kiel hevur 16 stig á øðrum plássinum [...] Magdeburg, Lemgo og Gummersbach hava øll 15 stig. HER ber til frá DYN Handball at síggja tey bæði málini Elias skoraði móti dystarenda, umframt onnur hæddarpunkt frá dystinum: ##med2##
Elias Ellefsen fekk eina rimmar debut í heimsins bestu hondbóltsligu, týsku bundesliguni í dag. Elias og liðfelagarnir í verandi meistaraliðnum, THW Kiel vunnu í ársins fyrsta bundesligadysti stórsigur [...] var betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Kiel á odda 18-15. Sigast má, at Elias fekk eina rimmar debut í heimsins bestu hondbóltsligu. Elias skoraði sjey mál upp á átta málroyndir. Og tað er vorðið [...] vorðið sum byrjan má staðfestast. Topskjútti hjá Kiel gjørdist Eric Johansson við níggju málum. Í annaðkvøld klokkan 18 fær Hákun West av Teigum vónandi sína debut í bundesliguni við Füchse Berlin, tá
eisini THW Kiel at vinna triðja dystin í bólki A í Champions League á útivølli móti norðurmakedonska liðnum, Eurofarm Pellister. Kiel vann dystin 23-20. Í steðginum var Kiel á odda 11-9. Elias Ellefsen á [...] stórleikaranum, Niclas Ekberg toppskjútti hjá Kiel í kvøld. Elias skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og Niclas Ekberg skoraði fimm mál upp á átta málroyndir. Kiel er fremst í bólki B við seks stigum. Aalborg [...] Kielce hava fýra stig hvør. HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Eurofarm Pellister-THW Kiel 20-23 (9-11). Í samandráttinum sæst eitt framúr vakurt undirhondsskot hjá Eliasi umframt genialar
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel skulu kappast í FINAL FOUR í Champions League. Tað verður í Lanxess høllini í Köln, dagarnar 8. og 9. juni. Elias var við í hópinum tá THW Kiel tók [...] heimavølli í Wonderino høllini í Kiel. Kiel hevði eitt sera vánaligt útgangsstøðið. Montpellier vann fyrra dystin 39-30 (20-16), og tí kravdi tað ein 10-málssigur til Kiel, um teir skuldu vinna seg til FINAL [...] eydnaðist akkurát. Kiel var á odda 17-12 í steðginum, men leingi í seinna hálvleik var Montpellier væl við. Men við støðuna 27-21 fekk Kiel stongt málið, og samstundis skorað fýra mál, so Kiel vann dystin 31-21
Seinnapartin í dag komu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel á sigursslóðina aftur í týsku bundesliguni aftaná vónbrotið fyri Hannover-Burgdorf farna hóskvøld. Kiel vann á útivølli greitt [...] greitt 31-25 á Rhein Neckar Löwen. Í steðginum var Kiel á odda 14-9. Elias legði upp til fýra mál (assists), men skoraði ikki mál í dag. Kiel er nummar fimm í deildini við 14 stigum. Sjey stig eru upp til [...] til oddaliðið, Füchse Berlin sum hevur 21 stig. Komandi hósdag klokkan 17.45 tekur Kiel móti Aalborg í Champions League, og tað er ein dystur vit steinsikkurt sleppa at síggja í donskum sjónvarpi.