THW Kiel snávaði á heimavølli

THW Kiel tapti á heimavølli fyri Rhein-Neckar Löwen

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru í kvøld fyri einum rættiliga óvæntaðum tapi á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel.

 

Kiel tapti 26-30 fyri Rhein-Neckar Löwen, ið er nummar 10 í týsku bundesliguni. Í steðginum var Rhein-Neckar Löwen á odda 12-10.

 

Elias skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál í dystinum.

 

Kiel er nummar fýra í bundesliguni við 42 stigum. Kiel hevur seks stig upp til liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt sum hevur 48 stig.

 

Melsungen á fimta plássinum er bert eitt stig aftanfyri Kiel. 

 

2. hvítusunnudag, mánakvøldið 20. mai klokkan 18 tekur Kiel móti Göppingen í Wonderino høllini.