THW Kiel kom á sigursslóðina aftur

THW Kiel vann greiðan sigur á Rhein-Neckar Löwen

Seinnapartin í dag komu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel á sigursslóðina aftur í týsku bundesliguni aftaná vónbrotið fyri Hannover-Burgdorf farna hóskvøld.

 

Kiel vann á útivølli greitt 31-25 á Rhein Neckar Löwen. Í steðginum var Kiel á odda 14-9.

 

Elias legði upp til fýra mál (assists), men skoraði ikki mál í dag. 

 

Kiel er nummar fimm í deildini við 14 stigum. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Füchse Berlin sum hevur 21 stig.

 

Komandi hósdag klokkan 17.45 tekur Kiel móti Aalborg í Champions League, og tað er ein dystur vit steinsikkurt sleppa at síggja í donskum sjónvarpi.