Í kvøld rendu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel í sítt fyrsta tap í bólki A í Champions League.
Kiel spældi á útivølli í Tróndheimi í Noregi móti Kolstad.
Kolstad vann dystin 34-30. Í steðginum var Kolstad á ódda 19-16.
Elias var ikki so nógv á vøllinum, ið hann annars hevur verið í fleiri av undanfarnu dystunum hjá Kiel, so hann var noteraður fyri eitt mál í kvøld.
Kiel og PSG hava átta stig í oddinum í bólki A. Kolstad er nummar trý við seks stigum. Heili níggju dystir eru eftir hjá Kiel at spæla í bólkaspælinum.
Í týsku bundesliguni vann liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin 37-31 á Melsungen á heimavølli. Í steðginum var Füchse Berlin 17-15.
Füchse Berlin er fremst í deildini við fullum stigatali, 20 stigum fyri 10 dystir. Tíverri var hetta ein av dystunum, har ikki var so nógv brúk fyri Hákuni, men tolin trívst.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Kolstad-THW Kiel 34-30 (19-16) frá Eurohandball. Elias sæst í onkrum álopi hjá Kiel í samandráttinum:
##med2##










