serstakliga seta fokus á vinnutilfarið í mikudagsblaðnum. Sum so er hetta einki nýtt. Vit hava gjørt tað áður og hava heiti verið sum "Vit vitja virki", "Miðvíkan" og "Vinna". Vit sanna, at meira kann vera [...] koma út ávikavist seks ferðir um árið og aðruhvørja viku. Lat okkum fyrst ynskja bløðunum vælkomin á blaðmarknaðin. Tað er altíð hugaligt við nýggjum spírum tó at hetta herðir kappingina um bæði lesarar
veruleika skilagott. At okkara frægasti spælari nakrantíð, Todi Jónsson veður við aftur á okkara landsliði, sum skipari á flaggskipi Føroya, tað ger bert alt uppaftur betri og ljósari. Hann skal vera so hjartaliga [...] tjóðskap, um fimleika og entá list. At síggja góðan fótbólt er at líkna við góða og livandi list. Hetta sanna mong av okkum. Spælarar sum áskoðarar. Hetta snýr seg eisini um meira enn bara tað at hyggja eftir [...] til HM byrjar, er eisini vert at geva gætur. Og tað er eisini við slíkt høvi, at vit eiga at steðga á og umhugsa okkara egnu støðu. At tað hevur eydnast okkum at vera við í kappingunum millum heimsins
Hetta fingu vit ikki minst at sanna hóskvøldið, tá eitt slag av David og Goliath hólmgongu varð á skíggjanum. Føðiland fótbóltsins Ongland og nýggja stjørnan á fótbóltshimmalinum Portugal brustu saman [...] "Højt at flyve dybt at falde" er eftirmæli hansara í hesi stund. Fáa staðni kanst tú koma so høgt á tindarnar og so bráddliga fella so djúpt sum í fótbólti. Kappingin hevur so ikki bara fingið ein bráan [...] sum Beckham, Raul, Totti og Ballack. Vit fara tó framvegis at síggja einstaklinga fóltbóltskynstur á vølli, nú spælarar sum Ronaldo, Larsson, Thommasson og Nedved fara at leggja alt teir eiga í spælið
manningina á brúnni á Atlantic Navigator, teir á Brimli og seinni eisini Fagrabergi, tí lokala bjargingarbátinum Ziska og eisini MRCCstøðina á landi, forðaði fyri, at hetta útviklaði seg til eina sanna vanlukku [...] í sending síni kl. 7 kundi upplýsa, at Atlantic Navigator lá bundin við bryggju í Ánunum og ikki lá á havsins botni, um heilt illa vildi til. Tað ultimativa ræðslusenarioið! Óhugnaligir tankar og kenslur [...] vanlukku. Nú vita vit ikki í skrivandi løtu, hvussu er stætt við skipinum, um hol er komið á ella um skipið hevur fingið skaða annars. Hinvegin kunnu vit tó staðfesta, at tað ringasta hendi ikki. Og hetta
umheimin. Annars kunnu vit ikki klára okkum í framtíðini. Ein trupulleiki í tí er, at man hevur ikki álit á, at tann politiska skipanin klárar at handla rationelt. Av teirri orsøk kann man av kommersiellum orsøkum [...] eydnast eftir so fáum árum at byggja upp eitt flogvinnuumhvørvi í Føroyum heilt frá ongum. Tí vit stóðu á berum áðrenn 88 til vit í dag eiga at felag, sum er altjóða kappingarført og sum hevur ment føroyska [...] gløggari og vissionerari leiðslu. Vit fáa nú eitt nýtt føroyskt flogfelag. Hesum bjóða vit vælkomnum og sanna, at tað bæði neyðugt og gott við kapping. Vit skulu vera góð við okkara tjóðarflogfelag, tí tað er
enn ein stórhending og ein veruligur sigur fyri fólkaræðið, at júst hon nú er vorðin forseti, vald á demokratiskum vali. Síðan Pinchet varð koyrdur frá fyri 10 árum síðani, hevur eina samgonga av kristiliga [...] Pinochet at valdinum, so hevur samstarvið virkað og vignast væl. Teir kristiligu fingu jú skjótt at sanna, at eingin politiskur flokkur varð toldur undir Pinochet heldur ikki teir kristiligu! Teir vendu sær [...] batnaði munandi, og Michelle Bachelet hevur nú sett norðurlendska vælferðarsamfelagið sum mál. Alt bendir á, at hetta fer at eydnast henni. Um allan heim fegnast demokratiskt sinnað fólk um valið í Chile. Hetta
okkum, so síggjast av og á viðmerkingar serliga frá fólki, sum taka undir við Bush og síggja hann sum veruliga verjan av okkara vesturlendsku samfeløgum. Hesi fólk eiga at steðga á og geva sær gætur, hvat [...] hvat í veruleikanum hendir í USA, á Capitol Hill í Washington og annars handan leiktjøldini. Tað kunnu tey m.a. við at fylgja við á BBC skíggjanum. Henda heimsgitna útvarps- og sjónvarpsrás gevur okkum eitt [...] vápn er ótti. At skapa ótta í einum og hvørjum. At undirgrava veruliga og sanna demokratiið við teimum mest tvitnu vápnunum at vísa á, hvussu vandamikil tey sokallaðu egoistisku liberalu eru fyri ávikavist
Ætlanin var at seta á seinasta summar. Tí varð gitt, at BP møguliga fór at útseta boringina til í vár, tá veðrið er meira til vildar. Men tað vildi kortini so, at hol varð sett á á vetrartíð. Hetta skuldi [...] misjavnt og gjørdi tað ikki støðuna betri. Jarðfrøðin hevur helst ikki verið tann sama sum á tekniborðinum ella á telduskíggjanum. BP segði frá í byrjanini, at tað fór at bóra í einar fýra mánaðir, tvs. [...] tøgnin. Føroya fólk hevur so gott sum einki fingið at vita um gongdina. Vit vita bert, at borurin umborð á Transocean Rather byrjaða at mæla klokkan 01 tann 22. oktober. Tvs. í dag fyri júst fýra mánaðum síðani
aftur her eins og við fullveldistøkuni hjá Tjóðveldisflokkinum eftir síðsta val, fer flokkurin at sanna, at fólkið fer at venda sær ímóti hesum stuldri av fólksins ognum. Tær hendur og tey høvd, sum skapa [...] hetta í veruleikanum tóm orð. Tjóðveldisflokkurin spælir dupultspæl. Hvussu kann Karsten sita fast á kassanum, samtíðis sum Annlis og Páll skulu hava nógvar pengar til at marknaðarføra seg og síni øki
soleiðis var við Irak. Hvørt hetta nú var sanna grundgevingin ella ikki, so vísir tað seg nú, at ameriskanskir hermenn í stórt mát mótvegis fangum hava framt álvarsom brot á mannarættindini. Hetta er hent bæði [...] sjálvt undir kríggsumstøðum hevur skyldu at liva upp til tey etisku virði, sum demokratiið er grundað á. Hetta merkir, at demokratiska samfelagið alt hevur viðurkent meginreglurnar fyri mannarættindunum. [...] ávísum amerikanskum og bretskum hermonnum í Irak. Føroya landsstýri eigur at minna forsætisráðharran á hetta og átti landsstýrið tí at boða honum frá, at Føroyar sum partur av ríkisfelagsskapinum ikki kunnu