fitt og góð at vera saman við. Men eg vildi royna nakað nýtt, royna at kappast ímóti teimum bestu í hesum landinum. Har í Suðuroy spældu vit sum oftast leygardag, og hvønn sunnudag plagdi eg at fara til Tvøroyrar [...] Men Milan duldi ongantíð fyri, at hansara mál var at royna seg á einum betri støði, og tá hann fekk tilboðið frá Runavík, tók hann móti hesi nýggju avbjóðing uttan at hugsa leingi um tað. Spældi á høgum [...] onkuntíð at fáa góð úrslit ímóti teimum. Eigarin av fyrrverandi liði fekk nýggju ár í fongsli Men dreymurin hjá næstan einum og hvørjum jugoslaviskum leikara hevur altíð verið at fara uttanlands at spæla
Sigrid heldur tað vera ein heiður at sleppa at syngja saman við kórinum. - Kórið hevur vanliga ein gestasolist og í ár er tað eg. Eg gleði meg og tað er ein heiður at sleppa at vera við, sigur Sigrid. Serliga [...] nú kunnu vit so hugsa um at fara víðari, sigur Sigrid. Og spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at gangast Sigrid og Grace á tónlistarliga stjørnuhválvinum. Festivalurin Men á Jazzfestivalinum í annaðkvøld [...] og tey, ið ikki hava fingið atgongumerki, mugu royna at seta sjónvarpið á MTV-rásina, har Sigrid væntandi sæst og hoyrist í næstum. Men hon verður eisini at síggja í Svf, har hon luttekur í sendingini Basalt
áttu at fingið. Hanna vónar, at tey, sum í framtíðini fara at manna Vanlukkutryggingarráðið, fara at leggja sær eina við at kenna almannalóggávuna. ? Uttan gott innlit í lóggávuna, ber ikki til at gera [...] ggingarráðnum. Hon ætlaði at gevast í ráðnum, tá hon fylti sjeyti, men varð av landsstýrinum biðin um at halda fram nakað enn. Grundgevingin var, at tað var óheppið at skifta fólk júst tá, tí so nógvar [...] var ikki hildið hóskandi, at giftar kvinnur fingu sær útbúgving, og hugburðurin var tann, at tær kundu bara fara heim at passa mann og børn. Men Hanna visti, hvat hon dugdi, og at hon hevði staðið upptøkuroyndina
um tey hava nakran at tosa við. - Svarið er mangan, at tey tora ikki at spyrja mammu ella pápa. Og vinfólk tora tey kanska heldur ikki at spyrja í vanda fyri, at tey fara at halda, at hann ella hon er øðrvísi [...] tosa við. Samstundis sum vit royna at fáa tey á glið at tosa um, hvat nívur, mugu vit eisini ansa eftir, at vit ikki missa tey í telefonini. Vandin er jú, at tey kunnu føla seg nógv verri, tá ið tey hava [...] øvugta, at tey kenna seg ov tjúkk. - Vit liva í eini tíð, har vit fáa nógvar upplýsingar, men eg haldi ikki, at børn og ung eru so væl upplýst. Kanska er tað tí, at upplýsingin er so grunn, at hon ikki
Fyri føroyskan fótbólt fer samstarv upp við Nordplayer at merkja, at nakrir spælarar fara at fáa møguleikan uttanlands. Og tað fer so at vera við til at menna føroyskan fótbólt. Kunnu føroyskir spælarar fáa [...] útlendskum felag. Neyðugt verður at venja við felagnum, áðrenn tað kann koma uppá tal at gera sáttmála, men vit fara ikki at senda føroyskar spælarar her og har uttan vit vænta, at teir kunnu standa seg. ? Fyri [...] eg, men tað er ilt at sammeta tað við eitt nú norrskan fótbólt, tí her verður spælt so nógv øðrvísi enn í Noregi, og so spæla føroyingar á graslíki. Men eg haldi, at eg kann siga, at støðið er rímuliga
góðu ráðini ov seint, og so kunnu tey gera tað sama. Tí ræður um at gera sítt besta og royna seg sjálvur, sigur Gunnar Mikkelsen. Og at royna seg sjálvur, sleppur hann í summar. Fyrsta fløgan hjá honum kemur [...] besta eg kundi gera, so eg eri sera spentur upp á at vita, hvat fólk fara at siga um fløguna. Eg missi helst svøvnin, tá ið útgávudagurin av álvara fer at nærkast, sigur Gunnar Mikkelsen. Kovboyar og komponistur [...] hann gjørdi alt fyri at fáa sínar sangir við á fyrstu fløgu sína. Og tað eydnaðist. Hann tosaði plátufelagsbossarnar hjá Universal til rættis, og so endaði tað við, at hann slapp at spæla sínar sangir inn
Ólavur. Hann er tó í teirri hepnu støðuni, at hann hevur møguleika at læna lykilin til Christianskirkjuna, tá tað liggur fyri hjá honum. Tá fær hann so møguleika at venja og spæla uppá vælljómandi urguna í [...] eina kirkjuurgu, er sjálvandi allarbest at leika og venja uppá eina kirkjuurgu. Hetta ber av góðum grundum ikki til allastaðni. Tað er jú ikki sum at siga tað, at fáa eina pípuurgu inn í ein tónleikaskúla [...] elektriska urgu, sum nú er at kalla útslitin. Og tá hann hevur hug at spæla uppá okkurt annað ljóðføri enn urguna, so kann hann taka fram blokkfloytuna, sum hann eisini dugir at spæla uppá. ? Annars so havi
Í samband við týðingina, so komi eg eisini at arbeiða við at læra fólk at lesa og at skriva. Samstundis við hetta, verður eisini arbeitt við at menna tey smáu lokalsamfeløgini á øðrum økjum, soleiðis sum [...] praktiskum arbeiði, har Lív kemur at vitja fleiri støð, har fólkið tosar hetta málið. Á henda hátt fær hon møguleika at royna tað hon hevur lært frammanundan, umframt tað at hon soleiðis fær gott innlit í [...] komið at arbeiða við. Eg verði har, sum tørvurin er størstur, sigur Lív. Í fyrstu atløgu kemur hon ikki at arbeiða við útbúgving sínari sum sjúkrasystir, men sum hon sigur: ? Tá fólk fáa at vita, at eg eri
ikki sniðgeva, hon ætlaði at læra til. - Eg fór faktiskt inn á handan skúlan, tí eg ætlaði at taka eitt kvøldskeið í seyming. Eg havi altíð viljað dugað at seyma, og tí fór eg inn at vita, hvat var. Tá eg [...] hevur hon roynt at eksperimentera so nógv sum møguligt, og ikki læsa seg fasta í einum ávísum stíli. - Eg havi lagt meg eftir at royna so nógv ymiskt sum møguligt. Stuttligast er at seta sær eina bundna [...] framtíðin fer at síggja út er ikki avgjørt enn, men Anna Kristin ætlar sær at lesa sjónleik. - Sjónleikur var tað, sum eg ætlaði at lesa av fyrstan tíð, og tí havi eg ikki slept enn. Eg ætli mær at søkja inn
brakandi sukse - og neyðugt var at prenta bókina uppaftur. Tað var tá Grækaris við familju síni flutti til Danmarkar í 1999, har konan var í lestrarørindum, at hann gjørdi av at royna seg sum rithøvund. Fyrsta [...] hetta skipið, ið kom at forsýna bretsku hermenninar, sum vóru í Føroyum undir krígnum, men sum ikki náddi vegin fram, tí at vakthavandi á Skansanum í Havn misskilti boðini. Hann helt, at skipið var á Fuglafirði [...] taka upp eitt serligt evni - og at fara djúpt inn í tað, sigur Grækaris Magnussen. Hann dylur heldur ikki fyri, at tað ger tað bara enn meira spennandi, at talan er um eitt kontroversielt evni, so sum hann