TÓRSHAVN: Síðani fríggjadagin hevur norskur fótbóltsumboðsmaður verið í Føroyum.
Trond Are Gjone, sum arbeiður hjá norska FIFA-agentinum Gunnar-Martin Kjenner og hansara felag Nordplayer A/S, hevur verið í Føroyum og kunna seg um føroyskan fótbólt og gjørt avtalu við føroying, sum skal umboða felagið her á landi.
Tað er Jákup á Stórustovu í Havn, sum skal virka sum umboðsmaður fyri norska felagið her í Føroyum, og tað verður hann, sum kemur at taka sambandið upp við spælarar, sum norðmenn eru áhugaðir í.
Trond Are Gjone hevur verið til dystir í Føroyum, oghann hevur annars brúkt tíðina til at tosa við føroysk fótbóltsfólk.
? Eg eri sera væl nøgdur við vitjanina her og gleði meg til samstarvið við føroyingar, segði norski umboðsmaðurin, tá vit hittu hann mánakvøldið. Í gjár fór hann avstað til Noregs aftur.
Spennandi spælarar
Hevur tú fingið hóming av, hvussu støðið í føroyskum fótbólti er?
? Ja, tað havi eg, men tað er ilt at sammeta tað við eitt nú norrskan fótbólt, tí her verður spælt so nógv øðrvísi enn í Noregi, og so spæla føroyingar á graslíki.
Men eg haldi, at eg kann siga, at støðið er rímuliga høgt, men at munur er millum tey góðu og minni góðu liðini.
Hevur tú sæð nakrar áhugaverdar spælarar?
? Ja, eg havi sæð fleiri spennandi spælarar, og vit fara at taka samband upp við onkrar av teimum innan stutta tíð.
Hvat kunnu tit bjóða slíkum spælarum?
? Vit kunnu bjóða teimum ein kjans í útlendskum felag. Neyðugt verður at venja við felagnum, áðrenn tað kann koma uppá tal at gera sáttmála, men vit fara ikki at senda føroyskar spælarar her og har uttan vit vænta, at teir kunnu standa seg.
? Fyri føroyskan fótbólt fer samstarv upp við Nordplayer at merkja, at nakrir spælarar fara at fáa møguleikan uttanlands. Og tað fer so at vera við til at menna føroyskan fótbólt.
Kunnu føroyskir spælarar fáa kjansin í stórum útlendskum feløgum?
? Tað er galdandi fyri bæði føroyingar og aðrar, at vit senda ikki spælarar til feløg, har vit ikki vænta, at teir kunnu standa seg. Tí fara føroyskir spælarar at fáa kjansin í feløgum, sum vit halda vera røtt til júst teir.
? Noregi er í løtuni eitt tað besta vindeyga fyri spælarar, sum ætla sær longur út í Europa at spæla. Hetta kemst av, at norska landsliðið hevur klárað seg so væl í Europa, og tí norsku spælararnir hava klárað seg so væl t.d. í sínum ensku feløgum.
Kunnu standa seg
Tað liggur fast, at 13. oktober fer Julian Johnsson til Noregs at royna seg. Hann skal venja í 1. deildarfelagnum Kongsvinger, og innan eitt ár fara fleiri føroyskir spælarar at fáa slíkar kjansir.
? Eg havi sæð fleiri spælarar, sum kunnu standa seg í bestu deildini, um teir eru sinnaðir at gera nógv við tað og vera klárir at taka upp kappingina við aðrar spælarar.
? Men vit senda ongar spælarar til feløg, um teir ikki kunnu menna seg og lyfta liðið, sigur Trond Are Gjone.
Nordplayer A/S er ikki nakað gamalt felag, tað hevur eitt ár á baki, men tað ber orð fyri at vera seriøst, og tað umboðar longu fleiri spælarar enn øll hini norsku feløgini av sama slagi gera tilsamans.
Felagið hevur samstarv við stór europeisk feløg, og nú er hetta samstarv eisin komið til Føroyar.









