? Eg má venja og venja og venja

19 ára gamli klaksvíkingurin, Ólavur Eysturdal hevur hug at gerast urguleikari. ? Tað krevur venjing og aftur venjing. Men tað er ikki altíð so lætt, tá ein gongur í skúla ella er til skips, sigur hann

Tað er ikki hvønn dag, at Ólavur Eysturdal úr Klaksvík hevur møguleika at hitta 25 aðrar urguleikar úr øllum landinum.
Hetta høvið fekk hann kortini fyri eini viku síðani, tá felagið fyri urguleikarar skipaði fyri fundi í Fríðrikskirkjuni. Her varð tosað um mong ymisk viðurskifti, sum hava við viðurskiftini hjá urguleikarunum at gera.
Ólavur sat og lurtaði væl eftir øllum tí, sum varð sagt. Tí, sum hann sigur, so er hann áhugaður í at gerast urguleikari einaferð í framtíðini.
? Men skal eg hugsa um tað, so er neyðugt at eg venji og spæli nógv. Júst tað, er ikki altíð so lætt, tá ein gongur í skúla ella er til skips, sigur Ólavur.
At Ólavur var á fundinum fyri urguleikarar var meiri av tilvild. Hann kendi ongan annan urguleikara, men hevði fingið at vita um fundin frá einum manni í Klaksvík.
? Evnið á fundinum ljóðaði áhugavert. Og so fekk eg eisini høvið at hitta onnur fólk sum vóru urguleikarar, sigur hann.
Á fundinum fekk hann somuleiðis møguleika at lurta eftir øðrum urguleikarum, meðan teir útfoldaðu seg á vøkru urguni í Fríðrikskirkjuni.
Vónandi var hetta honum til miklan íblástur!
Spæli tá eg havi frí
Hóast Ólavur ongatíð sjálvur hevur verið urguleikari til gudstænastur, so er hann kortini ikki ókendur við urguna sum ljóðføri.
Hann byrjaði at ganga til undirvísing í tónleiki, tá hann var eini 12 ára gamal hjá kenda tónleikalæraranum í Klaksvík, Boga Lützen.
? Eg spæli enn hjá Boga, men nú er tað bara av og á, - bara tá eg havi frí, sigur Ólavur.
Hann er tó í teirri hepnu støðuni, at hann hevur møguleika at læna lykilin til Christianskirkjuna, tá tað liggur fyri hjá honum.
Tá fær hann so møguleika at venja og spæla uppá vælljómandi urguna í kirkjuni.
? Tá kann eg spæla sjálvur, og sum eg vil, tí tá er eingin sum lurtar, sigur hann.
Venjing og meiri venjing
Tað tekur sjálvandi sína tíð at ganga til undirvísing, og ikki minni, tá ein skal venja og venja og aftur venja.
Ólavur gongur í løtuni á kokkaskúla, men hevur eisini siglt við ymiskum skipum. Tá hevur hann ikki altíð havt eins góða tíð til tær neyðugu venjingarnar.
? Men tá eg so havi havt tíð, so havi eg ringt til Boga og spurt, um eg ikki kann fáa ein tíma ella báðar tveir. Og tað liggur sum oftast væl fyri.
? Hinvegin, so hevur hetta verið rættiliga ójavnt: Onkutíð tvær til tríggjar ferðir um vikuna, og aðrar tíðir bara eina ferð um mánaðin. So tað er rættiliga ymiskt og ikki altíð so regluligt, sigur Ólavur.
Tveir manualir
Skal ein til fulnar fáa nakað burtur úr sum urguleikari við eina kirkjuurgu, er sjálvandi allarbest at leika og venja uppá eina kirkjuurgu. Hetta ber av góðum grundum ikki til allastaðni.
Tað er jú ikki sum at siga tað, at fáa eina pípuurgu inn í ein tónleikaskúla, og tí hevur Ólavur fingið undirvísing á øðrum ljóðførum.
Fyri tað mesta er undirvísingin farin fram á keyboard?um, men av og á eru teir farnir inn í eitt annað undirvísingarhøli, har ein elektrisk urga stendur.
Her liggur væl fyri at royna seg, tí henda urgan minnir nógv um eina kirkjuurgu. Hon hevur nevniliga tveir manualir umframt fótpedalir.
Italiensk orð
Frá teirri fyrstu og veiku byrjanini sum næmingur hevur Ólavur brúkt tilfarið sum er til undirvísing í urguleiki. Í løtuni arbeiðir hann serliga við tí tekniska partinum ? m.a. við fingrasetingini.
? Hetta hevur altíð verið ein stórur trupulleiki hjá mær, sigur hann.
Tíð er kortini eisini til onnur evni, og fer tí ein partur av undirvísingini eisini við at spæla vanligar sálmar. Hann brúkar eisini tíðina til at læra seg tey ymisku hugtøkini og orðini, sum ein møtir tá nótar skulu lesast.
? Hetta er ikki altíð so lætt, tí tey eru á italienskum máli. Men skal ein kunna spæla eitt ljóðføri, er neyðugt at duga tey, sigur Ólavur avgjørdur.
Urga, blokkfloyta og violin
Tá ein soleiðis gongur til undirvísing, er tað altíð ein spurningur um, hvørjar hugsanir Ólavur hevur gjørt sær í framtíðini: Hugsar hann um at gerast urguleikari einaferð í framtíðini?
? Nei, eg havi ongatíð hugsað so nógv um tað. Men kanska ? hví ikki?
? Tað hevði helst verið stuttligt, men tað krevur so aftur at ein spælir og venur rættiliga nógv, sigur hann.
Heima við hús er hann tann einasti sum spælir, líka við undantak av abbanum, sum av og á spælir eitt sindur.
Hann eigur eina gamla elektriska urgu, sum nú er at kalla útslitin. Og tá hann hevur hug at spæla uppá okkurt annað ljóðføri enn urguna, so kann hann taka fram blokkfloytuna, sum hann eisini dugir at spæla uppá.
? Annars so havi eg akkurát keypt mær eina nýggja violin. So nú havi eg hug at vita, um eg fái nakað burtur úr henni, sigur Ólavur flennandi.