farið var til gongu til arbeiðis. Laura gekk enntá heim til Rituvíkar til døgurða, táið børnini vóru smá. Onkuntíð var Laura í Havn á Bacalao. Hon búði tá hjá dóttrini Solveig. Hon fór eisini til Vestman [...] søgan snýr seg um, var borin til garðin. Pápi Einar doyði í 1902. Mamma hansara Sigurbjørg Tóradóttir, selur tá garðin og fór við tveimum børnum fyrst til Canada og síðan til Norður Dakota í USA. Dóttirin [...] av systkjunum, sum er á lívi. Aimiee (1928-1983). Var sjúkrasystir, giftist til Noreg, búsetti seg ì Oslo. Solveig (1929-2004). Giftist við Karl Olsen, Tórshavn. Tey áttu trý børn, Frans, Eilen og Maria
Søldafirði. Foreldrini vóru Poulina og Per Rasmussen. Rósing var blaðungur, tá ið hann fór til Havnar at læra til bilsmið hjá Wenzel Petersen. Seinni sigldi hann - bæði úti í stóru verð við gasstangabáti [...] løgdust Scania bilarnir afturat. Rósing seldi bilar til 1980. Hann var í fleiri ár vitapassari á Hirshólminum nakað uttanfyri Frederikshavn. Rósing giftist í 1951 við Liss, sum er ættað av Toftum, dóttir Sannu [...] bilar. Seinni fór Rósing at selja bilar fyri seg sjálvan. Hesin parturin av fyritøkuni hjá honum helt til í Runavík. Bilmerkini, sum hann bjóðaði fram, vóru eitt nú Studebaker, International Harvester, Simca
28 teirra. Tølini vísa, at fýra teirra eru upp til 9 ára gomul, seks upp til 19 ára gomul, 12 upp til 29 ára gomul, 16 upp til 49 ára gomul og 23 upp til 69 ára gomul. Av hesum 28 eru bert fimm, sum er [...] minnist systir sína fara niðan Bøllubrekku á veg til Havnar av Velbastað at fara í karatenu, og hon sá hana ikki aftur. Eingin mátti heldur koma til hana orsakað av ræðsluna fyri smittu. Hon hevur tískil [...] hinar: “Tað skulu tit minnast til, at hetta eru tey ringastu spor, ið eg havi stigið.” Tá ið teir eru komnir upp á skrædnar bergið, og tað fer at leypa. Poul og ein annar fara til sjós. Dagin eftir fara teir
børn úr Íslandi heim til Sunnbiar til fostur, gentuna Gudrun, hvørs móður sat einkja við fleiri børnum, og ein drong, sum æt Steffan. Eina tíð eftir vanlukkuna kom Mortan í dreymi til móður Gudrunar og frambar [...] Sjón & Saga í 1963. Hjalmar Waag Høgnesen í Klaksvík gjørdi FF-blaðnum tann beina at týða greinina til til føroyskt. Her verður sagt: Føroyingar hava gjøgnum langar tíðir søkt fiskimið Íslands. At byrja við [...] av. Tessvegna kom at vænta fólk hendan túrin. Ikki gekk so væl at fáa manning til túrin, men blivu teir tó fullmannaðir til endan. Skiparin á “Riddaranum var Mortan Nielsen, maður um 40 ára aldur úr Sumba
at arbeiða hjá Frants Restorf, og har var hann til hann fór frá í 1992 vegna heilsubrek. Í 1945 keypti hann trøð sína við Dalavegin, og tá hann giftist við Hansu í 1952, hevði hann bygt hús síni á trøðni [...] hittast vit aftur heima hjá Harranum, har hvørki deyði ella sjúka er meira. Fáar dagar seinni fór eg til Rómverjaborg í embætisørindum. Ein av døgunum har hugdi eg at húsinum har Henrik Ibsen búði, tað liggur [...] har mynd av honum enn hongur í einum av salunum. Meðan eg fekk mær ein kaffimunn, mintist eg aftur til løtuna eg sat við grøvina hjá Hansu og Osvaldi og hugsaði um, hvussu baldrut og trupult lív menniskjans
onnum í USA. Ebba fór til Íslands undir krígnum, men fór haðani til Amerika, har hon fekk hetta arbeiði. Rockefeller var sera góður at vera hjá. Hon fór haðani, tá ið hon giftist við føroyinginum Esmar [...] ein koyristól heim til Vittus. So Rockefeller hevur havt hjartað á røttum staði. Hann var eins og pápin kendur fyri at geva stórar upphæddir til vælgerandi endamál. Hetta rakk eisini til Dals. Ein sonur [...] borin í heim í Skálavík. Sum heilt lítil smágenta kom hon til Dals, har hon vaks upp hjá morbróðuri sínum. Her var hon í samfull 80 ár, giftist við Peter Hansen ognarmanni í Dali, og tey áttu eittans barn
men vit vóru komin til markamótið, har vit fegin vildu siga fyri øllum at: »Nú skulu tað vera vit bæði«, sigur Tórbjørn. Hann dylur tó ikki yvir, at hetta við at gera hjúnarbandið til nakað heilagt kann [...] við at herma eftir honum, so gestirnir sótu í skellilátri. Á matarlepanum stóð fiskasúpan til forrætt, lambskjøt til høvuðsrætt og omaná var Tiramisu. Leskiliga máltíðin var tann seinasta, sum Leif Sørensen [...] komin at fáa tað formliga uppá pláss, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum um vikuskifti giftist við Ann Ellefsen, studentaskúlalærara. Vígslan var í Glyvra Kirkju, har presturin Meinhard Bjartalíð
Funningi. Nella kom til Havnar at tæna hjá teimum í Geil, sum var ættin hjá Isalinu konu Knút, beiggja hennara, men hon giftist skjótt við Vilhelm. Hann var óførur, átti hús og giftist bert sum 18-19 ára [...] vegin. Men í 1919 fer Kristianna avstað við sínum trimum børnum og Elsu. Hetta gongur væl, til tey koma til passeftirlitið í USA. Pappírini hjá Kristionnu og børnunum vóru í lagi. Kristianna hevur eitt [...] við á ættarstevnuni, og sum eru ein kelda til hesa grein. Tað er ógvuliga lítið, vit vita um Elsu. Tá sigst, at hon vann vakurleikakapping sum ung. Hon giftist við James O’Neil, og tey fingu tvær døtur
fyri at senda mjólk til Havnar. Men var brúk fyri tí, fekk mamma altíð onkran at føra seg um fjørðin til Velbastaðar. Tað tók bert eina løtu við báti yvirum, og so fór hon til gongu til Havnar. Hetta tók [...] Hesti. Hann fór til Havnar at konfirmerast, og hann kom aftur út í Hest. Hann vildi ikki so fegin fara aftir til Havnar, tí hann helt ommu okkara trongja til hjálp. Hann var eisini henni til stóra hjálp [...] millum bygdirnar. Annars giftist Jákup til Gøtu. Har var hann kallaður Havna Jákup. Hann doyði í 1967. Á húsarhaldsskúla Tá ið eg var konfirmerað, fór eg heim aftur til Hest, til eg var 16 ár. Mammu dámdi
við Heygsvegin til verkstað og eykalutagoymslu. Sølan av bilum var so góð, at hann í 1966 fekk diplom frá Rambler verksmiðjuni, American Motors, fyri at hava selt flest bilar í mun til fólkatalið í landinum [...] Sum ungur fór hann í bakaralæru og arbeiddi sum bakari, áðrenn hann flutti til Havnar og fór at koyra hýruvogn. Eina tíð koyrdi hann hjá Mortani Simonsen á Hotel Djurhuus, áðrenn hann keypti hann sær egnan [...] altíð verið ein undangongumaður. Saman við øðrum stovnaði hann bilstøðina Taxa, sum seinni skifti navn til Auto. Tað var í 1955/56 at fyrsta bilstøðin varð bygd, har sum Auto er enn í dag. Johannes var eisini