Rósing er ættaður úr Søldafirði. Foreldrini vóru Poulina og Per Rasmussen.
Rósing var blaðungur, tá ið hann fór til Havnar at læra til bilsmið hjá Wenzel Petersen. Seinni sigldi hann - bæði úti í stóru verð við gasstangabáti og sum motorpassari við fiskiskipi.
Tað var í bilsølu og veitingum í tí sambandinum, at Rósing útinti sítt lívsstarv. Pápi hansara hevði keypt eina barakk, tá ið bretarnir vóru farnir úr aftur Søldarfirði eftir kríggið. Í hesi barakkini fór Rósing at arbeiða upp á bilar. Fyrst í seksti árunum bygdi hann ein verkstaðsbygning á somu grund, og har umvældu teir bilar og seldu bensin.
Í fimmti árunum fór Rósing so smátt at selja bilar. Í fyrstu atløgu seldi hann fyri Kissa Christiansen og Petur Háberg, sum áttu bilasøluna Norrønu. Eitt nú seldu teir Triumph og Standard bilar. Seinni fór Rósing at selja bilar fyri seg sjálvan. Hesin parturin av fyritøkuni hjá honum helt til í Runavík. Bilmerkini, sum hann bjóðaði fram, vóru eitt nú Studebaker, International Harvester, Simca, Skoda og Saab. Í 1963 gjørdist Rósing umboðsmaður fyri Toyota, og í 1966 løgdust Scania bilarnir afturat. Rósing seldi bilar til 1980. Hann var í fleiri ár vitapassari á Hirshólminum nakað uttanfyri Frederikshavn.
Rósing giftist í 1951 við Liss, sum er ættað av Toftum, dóttir Sannu og Andreas Hansen í Túni.
Liss og Rósing búsettust í Runavík og fingu seks børn: Anna, Bogi, Beinta, Ingun, Rógvi og Gudny, umframt barnabørn og børn í triðja ættarliði.
Eftir at tey gjørdust pensionistar ferðaðust Liss og Rósing í mong ár eystureftir í hjálparveitingarørindum, serliga til Rumenia. Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni.
-red