og samstarvsfelagin hjá Regin Guttesen í USA, Edgar Struble, sum eisini legði ein part av upptøkunum á fløguni hjá Regini til rættis, hevur fingið fyrispurning frá etableraða amerikanska plátufelagnum Springhill [...] Records. Amerikanska plátufelagið er áhugað í at gera sáttmála við føroyska tónleikaran, og síðani fáa hann til USA at promovera fløguna hjá sær. Fløgan hjá Regini, sum kallast Writing you a Song, kom út [...] borið til, segði Regin Guttesen fríggjadagin í samrøðu við Útvarpið. Tað ger eisini stóran mun, at á fløguni hjá mær spæla kendir tónleikarar. Tað er uttan iva við til at plátufelagið er áhugað í at gera
fólk luttóku á fundunum fyri fakfólk innan heilsuverkið hósdagin og almenninginum fríggjadagin. Jens Ole Nielsen, yvirlækni og professari í medisin, var annar gesturin. Hann hevur verið leiðari á deildini [...] nógv gjørt burturúr at upplýsa um HIV- smittuna og AIDS-sjúkuna, men seinastu árini er minni gjørt á hesum øki. -Tað merkir kortini ikki, at vit hava bast sjúkuni, hóast vit kunnu siga, at hon er tálmað [...] hesum londum. Tí er umráðandi at verða ansin, sigur Jens Ole Nielsen. Umleið 200 - 250 fólk í Danmark fáa árliga HIV-smittuna. Av hesum eru 60 pst. homosexuell og 40 pst. heterosexuell fólk. Í Føroyum hevur
sum bleiv tvingað inn á okkum frá kommununnar síðu, liggur uppá ikki minni enn 20.000 kanska heldur 25.000 kr. Fleiri útstykkingar liggja so fyri ? t.d. Norðasta Horn og Inni á Gøtu, at sera ring líkindi [...] roynt at venda sær til býráðið um at fáa teir at gjalda part av hesum útreiðslum, men hetta varð avvíst. Nú frætta vit so, at landsstýrið ætlar at leggja »nýtslugjald« á kaðalskipanir, soleiðis at tað gerst [...] skitin vápn sum at forða landsins borgarum at fáa objektivan tíðindaflutning, tí tá tað snýr seg um at »stjala« sendingar frá øðrum, liggur hvørki SvF ella ÚF á tí lætu síðuni. Og nú roknar S.P. í Grund so
Styggja tit konufólkini burt? Gott nokk eru nú tvær kvinnur at hoyra av og á í tíðindunum. Verið nú so fittir ímóti teimum, so tær halda á. Lurtari ps. Vinarligast sigi straks frá, nær ein sending verður endursend [...] leggur til rættis og onnur rødd leggur fram tónleikin fyri okkum? Og so má man jú bara spyrja nær fáa vit kvinnur at hoyra í hesum sendingunum? Sendingin »Víða um« hevur viðhvørt góð evni. Kanska hevði
útflutningsvirði upp á einar 60 - til 70 milliónir krónur. Men vit fáa tað ikki. Alt hetta kundi verið gjørt, uttan at neyðugt var við stórvegis íløgum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði [...] Fiskirannsóknarstovuni tolir eina roynd upp á 30.000 tons. Men vit fiska hann ikki. Vit hava skip í Føroyum, sum kunnu fiska av hesum stovni og geva arbeiði bæði á sjógvi og landi. Men vit nýta tey ikki. Vit [...] stuðul fyri at lata vera við at nýta hendan stovn. Ein stovn, sum vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á føroyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar tjóðir fyri at sleppa at fiska. Hálvt
hevði designera tvs. kannað sær tveir teigar í tí Hvíta økinum tætt uppat Suilven-fundinum, ið liggur á sjálvum markinum millum bretskt øki og Hvíta økið. Tá úttalaði leiðarin í føroysku samráðingarnevndini [...] og segði, at bretska stigið var sera óheppið, tí tað órógvaði javnvágina í samráðinginum. Hann vísti á, at føroyingar fóru at umhugsa, hvat skuldi gerast í hesum máli. Og tiltakið tykist nú vera tað skrivið [...] Hetta skrivið varð sent um sama mundið sum bretsku myndugleikarnir vóru við at leggja seinastu hond á loyvini til leiting í teimum báðum útbodnu teigunum. Oljufeløg spurd Oljufeløgini, sum hava boðið uppá
samráðingunum. Hann vísir á, at bretar hava signalerað, at teir vilja geva samráðingunum eitt hálvt ár fyri at vita, um ein loysn kann finnast. -Hetta er fyrstu ferð, at tíð er sett á. Vit eru samdir í tí, [...] bretar eru rættiliga vónsviknir av, at føroyingar ikki komu við nøkrum nýggjum uppfylgjandi útspæli á fundinum í september til tað útspæl teir komu við í juli! -Vit síggja soleiðis uppá hetta, at bretar [...] semju. Tey stigini sakna vit frá bretskari síðu. Vit hava ikki sæð tann neyðuga viljan at ganga okkum á møti til at nærkast eini miðlinju. -Tvs. at tað teir hava spælt út við í summar er ikki nóg mikið til
endanum, gekk javnt á mesta av tíðini, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at StÍF fór veruliga fram um heimaliðið. Í fyrra hálvleiki gekk báðar, men stundum gjørdust fleiri mál á muni. StÍF fór [...] sannførandi. Í málinum høvdu tær Sigrid Andreasen, sum er ættað av Viðareiði, men nú er búsitandi á vestarumegin á Skálafjørðinum, og hon stóð seg avbera væl. Hon møtti væl í avgerandi løtunum, og hóast hon [...] spælir Neistin móti Kyndil, og skuldi tað hent, at Kyndil vinnur dystin, liggja trý lið á jøvnum í oddinum og trý lið á jøvnum í botninum...
tumma á vøllinum, um hvønn bólt og fyri hvørjum møguleika at fáa avgerandi munin í dystinum. Tað gekk javnt á allar 60 minuttirnar, nervin var allatíðina í dystinum, og hóast vestmenningar komu á odda fram [...] H71 royndi fleiri ferðir í fjør at vinna á VÍF, men tað eydnaðist ongantíð, teir taptu hvørjaferð. ? Vit hava størri breidd á liðnum í ár, og vit hava bygt víðari á tað, sum vit avrikaðu saman við Páll Poulsen [...] at teir fóru at vinna á VÍF sunnudagin, so mundu tað neyvan verða øll tey somu, sum trúðu uppá møguleikan. Og tað var kanska ikki so løgið. H71 royndi fleiri ferðir í fjør at fáa bilbukt við VÍF, men tað
Í fyrsta dystinum vann ÍF 2-1 á Mjølnir, og eftir tann dystin lá tað í luftini, at ÍF og Fram skuldi koma í finaluna, men í næstseinasta innleiðandi dystinum vann Mjølnir á Fram, og tí var vón fyri liðnum [...] Mjølnir stóðu á jøvnum í stigum, og bert settmunurin skilti partarnar. ÍF og Fleyr skuldu spæla seinasta innleiðandi dystin, og vann Fleyr fyrsta settið, var Mjølnir í finaluni. Og so var lag á manni hjá [...] Dráttur á strikuni Tað var um reppið, at Dráttur umsíðir vann eina flogbóltskapping, tá tær komu í finaluna í FK-kappingini um vikuskiftið. Tær vístu gott spæl og vann í innleiðandi dystunum á bæði Mjølnir