tað nakað, ið kann fáa tað versta upp í føroyingar, er tað jørð og seyður. Tað er ein sannroynd, sum nú eisini er staðfest á staðfest á í Sandoynni, har klandur og stríð um eitt feitilendi hevur elvt til [...] tann, sum var farin at hyggja eftir seyði. Tann ákærdi skuldsetti hin fyri ólógliga hagagongu. Men so eru frágreiðingarnar eitt sindur ymiskar um, hvat síðani hendi. Tann ákærdi sigur, at tá ið hin varð s [...] at tann ákærdi leyp á uttan ávarðing og jarðlegði hann við tveimum sløgum mitt í andlitið. Báðir eru samdur um, at tann sligni maðurin svímaði. Tann ákærdi sigur, at hann stakk av. Hann segði, at fingu
til GÍ, og TB kundi nú gloyma alt um defensiva spælið. Men tað gekk illa, og heimaliðið hevði í roynd og veru bert ein kjans allan fyrra hálvleik, tá Bogi Johannesen, sum var komin upp úr Danmark til dystin [...] ár ? onkur segði, at teir høvdu fingið tilsamans 57 gul kort ? tað er trý í miðal hvønn dyst. Og so eru tey reyðu kortini ikki tald við! Harafturat hava teir heldur ikki havt hepnið við sær, og tá verður [...] framum NSÍ á støðutalvuni. Tað merkir, at GÍ fær pláss í intertoto-kappingini komandi ár, og harafturat eru teir fremsta lið í Eysturoynni ? og tað hevur ikki so lítið at siga hjá teimum.
Triðja barnaskaldsøgan um Hugo, sum býr í Port Janua, er komin út. Hon nevnist »Kom yvirum, Hugo«, og aftur hesaferð hevur høvundurin Rakel Helmsdal leitað sær í heimsbókmentirnar eftir íblástri. Hugskotið [...] stjala, og tað passar sjálvandi ikki heilt. Teir báðir uppliva sjálvandi ymiskt spennandi saman, og eitt nú avdúka teir gomul loyndarmál í gomlu borgini í bynum. Sum altíð snýr Hugo bókin seg um vinarlag. Fløkta [...] sigur Rakel Helmsdal. Virðing og vinarlag Trúskapur, vinalag og virðing fyri øðrum menniskjum, ið eru øðrvísi, gongur aftur í bókunum um Hugo. Rakel Helmsdal sigur kortini, at hon ongan ávísan boðskap
heild ella sálarligu heilskapan, ein innast inni tráar eftir. Um vit nú snúgva okkum aftur til Ballard, so kundi tað lønt seg ? áðrenn vit venda aftur til mandalamerkið ? at sagt eitt sindur um fyribrigdið [...] hansara ferfalda súmbolheimi, ímyndir, sum vísa til ævinleikan. Onnur dømir eru eitt nú gimsteinar og, fyrst og fremst, krústallir. Vit hava longu víst á, hvussu krústallblómurnar í ?The Garden of Time? megna [...] Í seinna helmingi av sínum skeiði sum rithøvundur hevur Ballard eitt nú skrivað tvær skaldsøgur, sum hoyra til meginrákið ella eru mainstream bókmentir. Tann seinna av hesum bókum ? The Kindness of Women
hevur kós móti málinum, men tekur í stongina og sníkjur seg aftur um baklinjuna til málspark. Nú skulu vit so aftur til Hannover at berjast fyri eina stiginum, sum bøkkurin stjól frá okkum. Leikvøllurin [...] HM kappingini í Japan og Suðurkorea, men so gekk eisini bara ein veg. Niður eftir bakka. Liðið, sum vit møta 7. septembur er eitt úrslit av eini kollvelting í týskum landsliðsfótbólti, sum byrjaði stutt [...] umframt at liðið rakk hálvfinaluna í EM, sum var í summar. Tað er í nógvar mátar eitt betri lið, ið vit skulu møta hesaferð. Tríggir ganga aftur Tað var við stórum spenningi, at fótbóltssambandið hevði bjóðað
landsstýriskvinna í Mentamálum, at nú hevur samferðsla havt fremstu raðfesting í so nógv ár, at tíðin er búgvin til, at vit veruliga raðfesta gransking og útbúgving. Ikki minst um vit ætla at bøta um trivnaðin [...] Bæði tá umræður djór og plantur, og ikki minst fólkið, har menningarmøguleikar eru innan gentøki. Biotøkni, gentøkni og aling eru vinnugreinar, ið tørva lívfrøðingar. Samfelagsfrøði Elin Súsanna Jacobsen, [...] Journalistikkur, lóggáva, KT og serfrøði innan oljuvinnu, havumhvørvi, samfelags- og lívfrøði. Hetta eru nakrar av hægri útbúgvingunum, sum Fróðskaparsetrið ætlar at bjóða føroyskum og útlendskum studentum
læra norskt. Hetta er eitt uppskot sum vit í Føroyum kunnu samanbera við at vit skulu læra danskt, tí í danska kongaríkinum er tað danskt sum er móðurmál. Fólk vakna Nú bert tríggjar dagar áðrenn valið sær [...] t og kommunal avgjøld. Tað eru privat feløg sum skulu byggja vegirnar, og teir skulu fíggjast gjøgnum bummpengaskipanir. Hetta merkir sjálvsagt at nógvir av vegunum sum eru í Noregi í dag ikki fáa nakað [...] prosent. Og hetta eru uppskot frá einum flokki sum vil privatisera tað almenna. At Carl I. Hagen gongur í eini brattari mótbrekku í løtuni, sæst tíduliga tá hann er í sjónvarpið ella útvarpið. Nú ákærir hann
sær at stilla upp, og sum vit veljarar kunnu viga og meta næstu ferð. Nevndin leggur upp til, at landið skal lækka sín part av skattinum, og kommunurnar fáa uppá seg meira, nú tann fíggjarliga byrðan uppá [...] vilja. Veruleikin er tó annar. Av teimum um 100 lógaruppskotunum, sum tingið viðger í hvørji tingsetu, eru vanliga øll ella nærum øll orðað í teirri fyrisiting, sum sigst skulu útinna tingsins vilja. Hans Pauli [...] tingmaður verið frammi við viðmerkingum um, at tingið bert stemplar uppskot frá fyrisiting-ini. Tiltikin eru eisini orðini hjá tingsins Baldrian um, at tað hjá samgongumonnum bert krevst at síggja mun á reyðum
Sigurd, og hesi nøvn eru góðkend. Nú veit eg ikki, hvussu reglan um at vera í samljóði við føroyskar málreglur verður tulkað, men tá ið nøvn sum Adolf, Amadeus, Gustav, Urbanus og Vilhelm eru á navnalistanum [...] nøvnini Olaf og Oluf ikki eru á tí góðkenda listanum, er ivaleyst, at tann norrøni formurin, Ólafr, á føroyskum er vorðin til Ólavur, og at formarnir, Oluf og Olaf, ígjøgnum danskt eru komnir inn í føroyskt [...] formar eru í stríð við føroyskar málreglur, ið sambært §1, stk.3 í løgtingslóg um fólkanøvn er einasta grund fyri ikki at góðkenna eitt navn, um tað annars ikki er fólki til ampa. Men blaða vit ígjøgnum
um við vinnumálum 25. juni 2007 at gera ta fyrstu ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar. Bólkurin er nú liðugur við arbeiði sítt og »Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2008 til 2015« er veruleiki. Arbeiðið [...] komandi árini verður stavnhald hjá landi, kommunum, feløgum, fyritøkum, einstaklingum og øðrum, sum eru við í arbeiðinum fyri størri trygd á føroyska vegakervinum. Men skal ynskið gerast veruleiki, er tað