Tá Føroya Landsstýri í 2006 setti út í kortið við Visjón 2015 var eitt av aðalmálunum at tað skal vera trygt at ferðast í Føroyum. Talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða skuldi verða 30 prosent minni í 2015 enn í 2006. Málið er eisini grundað á nullhugsjónina, sum er samtykt í Løgtinginum.
Ein bólkur varð settur av landsstýrismanninum við vinnumálum 25. juni 2007 at gera ta fyrstu ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar. Bólkurin er nú liðugur við arbeiði sítt og »Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2008 til 2015« er veruleiki.
Arbeiðið byrjaði við at ein verkætlan varð skipað við einum stýrisbólki og einum arbeiðsbólki. Í stýrisbólkinum sótu umboð fyri Vinnumálaráðið, Akstovuna, Landsverk, løgregluna, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag og Ráðið fyri Ferðslutrygd. Í arbeiðsbólkinum sótu umboð fyri Landsverk, kommunurnar, løgregluna og Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Sølvi Reinert Hansen, stjóri, og Høgni í Stórustovu, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, siga, at málið er, at hendan ferðslutrygdarætlan komandi árini verður stavnhald hjá landi, kommunum, feløgum, fyritøkum, einstaklingum og øðrum, sum eru við í arbeiðinum fyri størri trygd á føroyska vegakervinum. Men skal ynskið gerast veruleiki, er tað ein fyritreyt, at fólk taka hana til sín og gerast partur av henni.
Vónin er, at arbeiðið, sum skjøtil er settur á, í hesum bólki, kann halda áfram, so at
ferðslutrygdarætlanin áhaldandi verður kannað og eftirmett fyri møguliga at seta nýggj mál ella mæla til onnur tiltøk og átøk fyri at koma nærri málinum í nullhugsjónini.
»Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2008 til 2015« er upp á 46 síður við 35 ymiskum tilmælum fyri at betra um ferðslutrygdina í Føroyum.
Samanumtikið gerst einki, um ikki hvør einstakur tekur ábyrgd av ferðslutrygdini, siga Sølvi Reinert Hansen og Høgni í Stórustovu frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.