Fyrispurningur
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1.Nær fer landsstýrismaðurin at broyta kunngerðina um uppkalling, so hon lýsir hugtakið, "í ættini" eftir vilja Løgtingsins og samsvarandi føroyskari mentan?
2.Hvørji málvísindalig fyrilit nýtir navnanevndin, tá ið hon avger, hvørji nøvn koma á tann góðkenda navnalistan? Hví eru t.d. mannfólkanøvnini, Olaf og Oluf ikki á listanum, tá ið konufólkanavnið, Oluffa, er?
Viðmerkingar til 1:
Í seinastu tingsetu var navnalógin ikki minni enn tvær ferðir til viðgerðar á tingi. Fyrru ferð legði landsstýrismaðurin sjálvur lógina fram, men av tí at Løgtingið ikki hevði somu meining um tingini sum landsstýrismaðurin, tók hann málið aftur. Meirilutin í Rættarnevndini hevði kortini lúrt landsstýrismannin av og legði málið fram av nýggjum í so góðari tíð, at tað kundi viðgerast og samtykkjast, áðrenn tingið fór heim.
Og við tingmáli 86/2001 broytti Løgtingið lógina um fólkanøvn soleiðis, at hon skuldi svara til føroyska mentan og føroyskan navnasið, har foreldur fingu sín sjálvsagda rætt og sítt sjálvsagda persónliga frælsi til uppkalling aftur.
Samtykt varð at seta inn í §2 hesa áseting um at kalla upp í ættini:
Stk. 4: Navnanevndin kann eftir umsókn gera undantak frá stk. 2, tá ið uppkallað verður eftir fólki í ættini. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um undantøk.
28. juni í ár hevur landsstýrismaðurin í løgmálum lýst kunngerð, ið avmarkar uppkalling sera nógv - uttan iva nógv meira enn Løgtingið hevur ætlað. (Kunngerðin er hjáløgd sum skjal). Eftir hesi kunngerð er nógv, ið ikki er loyvt í sambandi við uppkalling í ættini. Her eru nøkur dømi:
1. dømi:
Langabbin eitur Andreas. Langabbasonurin kann ikki stavrætt verða uppkallaður eftir honum. Men tað kann abbasonurin.
2. dømi:
Langabbin eitur Olaf. Langabbasonurin kann ikki verða uppkallaður eftir honum. Men tað kann abbasonurin.
3. dømi:
Abbin eitur Victor. Abbadóttirin kann ikki eita Victoria. Men abbasonurin kann kallast Victor.
4. dømi:
Doyr ein pápabeiggi, sum t.d. eitur Christian, eftir langa sjúkralegu, kann bróðursonurin ikki uppkallast stavrætt eftir honum, men letur hann lív undir óvanligum umstøðum, fær bróðursonurin ivaleyst loyvi at eita Christian.
Løgtingið má í hesum máli ásanna, at landsstýrismaðurin ikki hevur hildið seg til sína heimild, men hevur avmarkað lógarásetingina ímóti vilja løgtingsins. Tí fyri ein og hvønn, sum er vaksin upp í føroyskari mentan, er " fólk í ættini" eitt nógv breiðari hugtak enn foreldur, ommur og abbar. Bara hugtakið, "familjan", ið er trengri enn "ættin", fevnir víðari enn henda lðsing, og hugtakið "ættin" er eftir føroyskari fatan nógv víðfevndari, enn "ættin" er eftir kunngerðini hjá landsstðrismanninum.
Ein og hvør, ið trúfast vil skilja tingsins vilja, vildi lðst hugtakið bæði víðari, og tikið við langommur/ abbar og oldurommur/ abbar, og breiðari, við at tikið við systkin hjá øllum teimum nevndu. Og Løgtingið eigur - óheft av hvat tingmenn halda um navnalógina - at vera samt um at átala, at ein landstýrismaður á henda hátt nýtir høvið at broyta lógina, tá ið einasta heimild hansara er at gera nærri reglur um tulking og mannagongdir samsvarandi tingsins vilja og fatan.
Viðmerkingar til 2:
Tá ið hugt verður í tann góðkenda navnalistan, er sera trupult at skilja, hvørji málvísindalig fyrilit navnanevndin tekur, tá ið hon avger, hvørji nøvn verða góðkend.
Tað er kanska óheppið at taka ávís nøvn fram í einum slíkum fyrispurningi, men eg fari kortini at biðja landsstðrismannin greiða frá, hvussu navnanevndin kann nokta fyri, at mannfólkanøvnini, Olaf og Oluf, verða góðkend og sett á navnalistan.
Orsøkin til, at nøvnini Olaf og Oluf ikki eru á tí góðkenda listanum, er ivaleyst, at tann norrøni formurin, Ólafr, á føroyskum er vorðin til Ólavur, og at formarnir, Oluf og Olaf, ígjøgnum danskt eru komnir inn í føroyskt. Hetta verður allarhelst tulkað soleiðis, at hesir formar eru í stríð við føroyskar málreglur, ið sambært §1, stk.3 í løgtingslóg um fólkanøvn er einasta grund fyri ikki at góðkenna eitt navn, um tað annars ikki er fólki til ampa.
Men blaða vit ígjøgnum navnalistan og síggja, hvørji nøvn eru loyvd, so er torført at skilja, hvørji argument skulu vera fyri ikki at góðkenna nøvn sum Olaf og Oluf. Taka vit t.d. tey føroysku nøvnini, Hanus, Janus og Sjúrður, so hava tey á sama hátt sum Ólavur fingið ein danskan/ útlendskan form, Hans, Jens og Sigurd, og hesi nøvn eru góðkend.
Nú veit eg ikki, hvussu reglan um at vera í samljóði við føroyskar málreglur verður tulkað, men tá ið nøvn sum Adolf, Amadeus, Gustav, Urbanus og Vilhelm eru á navnalistanum og tískil mugu vera í samljóði við føroyskar málreglur, so er ringt at skilja, hví nøvnini, Olaf og Oluf, ikki skulu vera tað! Her kann verða nevnt, at sambært 14. Sept. nr. 9 í 1992 vóru tað umleið 100 føroyingar, sum annaðhvørt itu Olaf ella Oluf.
Tað, sum allarmest undrar, tá ið tú kagar ígjøgnum navnalistan, er, at konufólkanavnið, Oluffa, er á tí góðkenda listanum. Ikki tí, at tað ikki er eitt gott navn, men her hava vit eitt dømi, sum er fullkomiliga meinlíkt og analogt við Olaf og Oluf. Tann norrøni formurin var Ólof, á føroyskum er tað vorðið Óluva, men vit hava ivaleyst ígjøgnum tað danska Oluf fingið konufólkanavnið, Oluffa. Hví hevur konufólkanavnið rætt í føroyskari navnagávu, men ikki mannfólkanøvnini?
Eisini hevði verið áhugavert at fingið at vitað, hví t.d. navnið, Paula, er á tí góðkenda navnalistanum, men ikki Paul, og hvussu tað ber til at gera av, um eitt hebraiskt navn skal skrivast við e ella i - t.d. Andrias heldur enn Andreas - serliga tá ið bæði Jóannes og Jóannis eru loyvd.
Kann landsstýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, um semja er ímillum málfrøðingar um hugtakið, føroyskar málreglur, í hesum høpi, ella talan bara er um hugsjónarliga støðutakan (málpolitikk) hjá navnanevndini.
SKJAL: Kunngerð um Uppkalling
KUNNGERÐ NR. 71 FRÁ 29. JUNI 2002 UM UNDANTAK TIL NAVNAUPPKALLING
Við heimild í § 2, stk. 4 í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn verður ásett:
§ 1. Er navn ikki í samsvari við § 2, stk. 2 í lógini, kann navnanevndin eftir umsókn í sambandi við navnagávu kortini loyva navnið, tá ið tað er beinleiðis uppkalling eftir foreldrum, ommum ella abbum barnsins. Navnanevndin kann eisini í serligum føri gera undantak til uppkalling av systkjum hjá barni ella systkjum hjá foreldrum, ið lata lív undir óvanligum umstøðum.
§ 2. Umsókn um undantaksloyvi til uppkalling, sum nevnt í § 1, skal verða send navnanevndini skrivliga.
Stk. 2. Umsøkjarin skal veita navnanevndini skjalprógv um navnið á viðkomandi ættarfólki og sambandi tess við barnið.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmálaráðið, 28. juni 2002
Høgni Hoydal, (sign.), landsstýrismaður.
Á tingfundi 25. september 2002 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.