eina almenna umbering í vikuni, hevur á Facebook fingið 2.300 viðurkennandi herðaklapp fyri sína aktión. Men eitt er at harmast á Facebook, við kaffiborðini og á løgtingsvalum fjórða hvørt ár. Spurningurin [...] við sær í málinum. Hann hevur víst á, at tveir aðrir floksformenn, Jørgen Niclasen og Kári P. Højgaard, eisini mótmæltu døgurðanum í Kirkjubø, hóast teir hava víst á aðrar grundgevingar enn tær hjá Jenisi [...] javnsetti við útsøgn síni ikki Jóhonnu Sigurðardóttir og konu hennara við onnur fólk, men gjørdi mun á teimum á mannminkandi hátt. Til ber eisini at siga, at hann viðfór tær báðar miskunnarleyst og óvirðiliga
mugu vit laga ferðsluna á hesum vegum, soleiðis, at hon er til minst ampa fyri fólkini, sum búgva í hesum bygdum. Fyrsta fyritreytin er, at ferðin á bilunum verður sett niður á teimum støðum, har fólk [...] sambandi við, at miðvingar ynskja at tálma ferðina á bilum, sum koyra ígjøgnum bygdina, soleiðis at tað verður tryggari og liviligari í bygdini. Men stjórin á Landsverki feiar alt av borðinum og sigur, at [...] nøkrum árum síðani koyrdu á R. C. Effersøesgøta fram við SMS í Havn. Vegurin hevði fýra farbreytir, tvær hvønn vegin og bygnaðurin meira ella minni legði upp til, at ferðin á bilunum bleiv í meira lagi
Ætlanin hjá Putin við snarálopinum á Ukraina 22. februar 2022 misseydnaðist. Innrásin gjørdist ein skomm fyri Putin og hansarar harkalið. Teir góvust kortini ikki á hondum. Hjálp var neyðug og undan kavi [...] Síðani diplomatisk sambond við Bahrain, Arabisku Emiratini, Marokko og Sudan. Næst á skránni var Saudi Arabia, sum nú er sett á pausu. Slyngulstaturin Iran Iran er harðliga ímóti øllum samstarvi við Ísrael [...] úr økinum og UNIFIL (ST) kom framat. Uppgávuna megnaði UNIFIL á ongan hátt. Hezbollah (Iran) hevur síðani, uttan mótstøðu, sett seg tungt á ”avvápnaða” økið. Bygt hernaðarstøðir, lóðurgoymslur og grivið
spákandi Norðuri á Bakka, við ørmunum aftur um bak, einari ball í munninum og keppi á høvdinum. Ja hetta er ein av myndunum, eg havi av abba mínum á hansara heystardøgum. Uttan iva á veg niðan á fótbóltsvøllin [...] fjals og fjøru. Tað, sum hugtók mest, vóru túrarnir í haganum á rossabaki við” Sandinginum” og teir mongu túrarnir í bjørgunum og serliga á Ásmundarstakkinum. Tað vóru tó ikki bert góðar løtur frá hesari [...] og Palma settu búgv Norðuri á bakka í Fuglafirði, og fingu tey sjey børn. Alexsandra og Maria búgva í Danmark, Dinna, Hjørleif, Áku og Petur búgva í Fuglafirði, og Niels býr á Skála. Abbi sigldi nógv ár
- Ja, koyr á. Kom so - 1-2-3, og so spurta vit eitt sindur! Róðursmaðurin umborð á Katlu - Ólavur Nybo av Viðareiði - veit hvat tað snýr seg um. Og hann vil fegin hava genturnar umborð á Katlu at rógva [...] nærum borið á lógvum. Í ár er kortini fyrstu ferð, at hesar fýra genturnar - Silja, Klara, Sára, Ruth Jórun og tvær aftrat - skulu setast við árar umborð á Katlu at kappast við javnaldrar teirra á firðum og [...] vita genturnar umborð á Katlu eisini, og tað fingu tær so sanniliga eisini at merkja leygardagin, tá róð varð um kapp á Strondum. Tá gekk hvørki verri ella betri enn at tær komu ikki á mál, av teirri einfaldu
Við 30% full last vindorku á dagtímanýtsluna, sum hon er í dag á umleið 40.000kW pr.tíma, kunnu afturat verandi 6 myllunum (10%) setast 12 myllur upp hvør á 660kW ella 8 myllur á 1500kW. Framskriving til [...] oljuframleiðslu á 136GW tímar og somu vatnorkuframleiðslu á 100GW tímar skulu framleiðast 64GW tímar við vindorku. Hetta er í 2015 20% við 6 verandi myllunum og 7 nýggjum myllum hvør á 1500kW. Málið á 20% lættliga [...] di stýriskipanir á orkustøðunum og hjá brúkarunum allatíð tryggja at veitan, dygd og nýtsla virka best. 20% vindorka á netið í 2015 Mark er fyri hvussu nógv vindorka kann setast inn á netið sum er. SEV
ja, um tú svimur út á handan bátin á sjónum ella um tú »bungyjumpar«... Og so gjørdu vit tað ofta til stuttleika. Genturnar høvdu sínar fyrimunir í síni sølu, tí tær gingu í bikini á strondini, sigur Magnus [...] løtur og var í heilum á sjúkrahúsi við ferðafólki, ið komu illa fyri. Eitt nú fann hann eina ferð eina gentu á einum vesi uttan vit, og eina aðru ferð var ein drongur vorðin so illur inn á ein vinmann, at hann [...] síðani avgjørdi 22 ára gamli Magnus Debess Madsen í Havn at fara á ferðaleiðaraskúla hjá Service & Co í Spania: - Eg var júst liðugur á Handilsskúlanum í Havn og vildi royna okkurt nýtt og øðrvísi. Eg
tinginum, segði Jenis av Rana. Bjarni Kárason Petersen undraðist á, at landsstýrismaðurin er so vísur í, hvat føroyingar vilja. Hann vísti á nýggju kanningina hjá Fróðskaparsetrinum, sum vísir, at ein meiriluti [...] sum til dømis betri handilsatgongd í ES. Hann hevur ikki broytt meining og nýtti høvi á tingsins røðarapalli at vísa á, at handilspolitikkur og trygdarpolitikkur hongur saman - tað prógvar støðan í Ukraina [...] afturfyri. – Vit fáa jú trygd afturfyri. Eg eri meira enn skelkaður, tá man snakkar um, hvat man fær í býti fyri eitt so lítið klípi sum at seta ein radara upp. Hetta er ikki nakað, sum skal á uppboðssølu. Av
heimsins besta laks. Tað sæst aftur í prísinum, har tann føroyski laksurin er førandi á marknaðinum, sigur løgmaður. Hann vísir á, at alivinnan er íløgutung, men at hon eisini skapar nógv arbeiði kring alt landið [...] samgonguskeiðinum. Hann sigur, at tað eru fleiri átøk á veg. Millum annað skal okkurt gerast við rúsevnismisnýtsluna millum ung, men fleiri átøk eru á veg, bæði í heilsu- og almannaverkinum og í skúlaverkinum [...] eisini nátturuverndarlógin er á skrá. – Suðuroyartunnilin er ein stór verkætlan. Har verður forarbeiðið gjørt, og linjuføringin verður diskuterað, men spurningurin um trygd verður eisini kannaður, sigur
ógvuliga ymisk á mangan hátt og høvdu ymiska tilgongd til tað at savna inn undirskriftir. Samd vóru vit um, at henda á ein hátt lítla sparingin, fór at hava so katastrofalar fylgir, at vit á ongan hátt kundu [...] vera framdar, fær hetta so stóra ávirkan á virksemi í skipanini, at tað fyri nógv børn kemur at merkja, at tey ikki sleppa inn a skúlan og at fleiri sum longu eru á skúlanum mugu vinka farvæl til læruríka [...] og mennandi undirvísing. Fyri ein lærara á musikkskúlanum hevur tað týðning at vita, um man hevur eitt starv eftir summarferiuna, tað er ein grundleggjandi trygd sum ein og hvør lønmóttakari hevur krav