setningurin í kvøld er at vinna fulla úrtøku og leggja seg undir liðina á EB/Streymi, sum hevur fýra stig. Á odda fyri B68 er Jákup á Borg, og á odda fyri ÍF er Jákup Martin Joensen. Teir eru vinmenn, men í kvøld [...] í fyrsta triðingi av ársins landskapping í fótbólti. Tað verður á Svangaskarði, har altjóða dómarin Heini Ziskason Viðoy er 23. maður á vøllinum. B68 hevur vitjan av ÍF. Felags fyri toftamenn og fuglfirðingar [...] liði til sigur á Svangaskarði. Í steypatapinum í Trongisvági var saknur í B68 málverjanum Tórði Thomsen. Í kvøld er hann aftur millum B68 stólparnar. Liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen er á beinkinum saman
er heimskendur bólkur, og David Phelps hevur verið við á seks útgávum við bólkinum, sum hava vunnið virðislønir, og hann hevur eisini luttikið á 40 øðrum stórseljandi útgávum hjá Gaither. Ger tónleik sjálvur [...] betri stundir til sín egna tónleik, og tað er henda tónleik, vit fara at uppliva á Summar Festivalinum. Ein gávuríkur ungur maður David Phelps vaks upp í einum lítlum býi í Texas. Hann treivst væl saman við [...] fólk á føtur og klappaðu hann út. Hetta gjørdist byrjanin til yrkisleiðina innan gospeltónleikin. David Phelps hevði nógvar framførslur í skiftandi samanhangum, hann tók útbúgving innan tónleik á Baylor
mentamálum sigur, at eftirskúlin er eitt áhugavert og spennandi mál, og at tørvur er á einum føroyskum eftirskúla. Landsstýrismaðurin í mentamálum leggur dent á, at Føroya landsstýri fer at geva [...] eftirskúlan í Hvalba koma á fíggjarlógina fyri 2007. Vit undrast á hesa útsøgn, ikki minst tá havt verður í huga, at eftirskúlin i morgin, týsdagin tann 28. november, skal viðgerast á landsstýrisfundi. L [...] mest sum ger greitt, at eftirskúlin ikki kemur á fíggjarlógina. Her er okkurt í logikkinum sum haltar, og heita allar kommunur í Suðuroynni staðiliga á Føroya landsstýri um at taka lógvatak saman við
Tá er eisini stutt til, at vit vilja ríkast á annans kostnað. Og hava ikki mong selt sál sína fyri vald og metnað. Vit vilja vera fyrst og best, sektin á hvat annar fær. Tá eru Jesu orð viðkomandi. »Men [...] Jesus legði í øllum sínum starvi stóran dent á tænastuna. Ja, lív hansara, alt sum tað var, var tænasta fyri okkum menniskju. Tíverri er hetta sjónarmiðið ikki tað, sum eyðkennir menniskjalívið í dag. [...] samsvari við boðskap Jesusar um tænastuna, gerast fólk eisini eydnuríkari, minni verður at ilskast inn á og lívið einfaldari, tí tað liggur líkasum nærri boðskapi Guðs. Minnist, at sælari er at geva enn at
Umleið 100 fólk vóru savnaði á móðurmmálsdeildini á Fróðskaparsetrinum til føðingardagin hjá Eyðuni Andreassen. Eyðun sjálvur visti av ongum, hvørki um føðingardagshaldið ella um bókina, sum var gjørd [...] aldur nú á døgum. Tey vænta sær nógv frá honum aftur at øllum tí, sum hann longu hevur givið. Síðan greiddi Malan frá um heiðursritið "Eyðvinur", sum hon hevði givið út saman við Jens Cramer, lektara á Århus [...] málfrøðingi á Fróðskaparsetrinum: "Heiðursritið er her og eitur "Eyðvinur", og endamálið við tí er at gera vart við, at tú hevur veitt eitt týðandi íkast í hugvísindaligu granskingina bæði her á landi og
Úrslitini á útivølli hava verið heilt góð. Trupulleikin hevur verið, at vit hava mist ov nógv stig á heimavølli, sigur Julian Johnsson, sum er fastur maður á miðvøllinum. Mikukvøldið vann Víkingur 3-2 á ÍBV [...] er eitt stig aftanfyri Fram, ið hevur Fróða Benjaminsen og Hans Fróða Hansen á liðnum. KA, sum er fjórði aftast, tapti 2-0 á heimavølli ímóti oddaliðnum, Fylkir. Hóast Fram er næstaftast, so heldur Julian [...] sjálvmál. Eftir horna boksaði málverjin í ein av sínum viðspælarum, og so fór bólturin í málið. ÍA er á triðja plássi við sama stigatali sum FH, ið er næstfremst. Hóast tað eru fimm stig fram til Fylkir,
árum síðani. Og lurta eftir, hvussu Janus yrkir í 1943: ”Á fúkandi ferð gjøgnum Elduvíkslíð, á hestbaki fór hon, føgur og fríð, við sekstan sumrum á baki.” Tað má sigast, at sjálvsálit bilar teimum málsligu [...] samtíðis eitur tað ’Skálvíksvegurin’. Menn fara út á ’Skálvíkshavið’, og tað eitur ’ein skálvíksdrongur’. Soleiðis kunnu vit blíva við: Ein kendur maður var Hoyvíks-Líggjas, ein annar Kvívíks-Tummas [...] Elduvíkslíð skal eita Elduvíkarvegur. Nei, málsliga er navnið ’Hoyvíkshøllin’ púra rætt. Ps. Her á leiðini siga vit Rituvíksvegurin og Æðuvíksvegurin.
LANDSANTIKVARUR Um eina viku stendur ein maður á trappuni uttan fyri Fornminnissavnið í Hoyvík. Hesin maðurin eitur Steffen Stummann Hansen, og hann skal vera stjóri á stovninum. Hann hevur verið ein av h [...] almenna setanarmálinum í longri tíð. Men starvsfólkið á Fornminnissavninum sita ikki beinleiðis og gleða seg til teirra nýggi leiðari kemur. Starvsfólkið á Formninnissavninum hevur áður gjørt var t við sína [...] endurreisa álitið á setanarskipanina. Hetta gerst ikki uttan at setanin verður ógildað, tí eingin ? og als ikki starvsfólk stovnsins - kann liva við einum stovnsleiðara, ið er settur á ein hátt, sum sambært
ngini vann 2?0 á heimavølli, so var nýggjur maður í málinum, tá teir sunnudagin spældu fyrsta útidystin. Eddie Gustafsson, sum var plágaður av skaða í rygginum, tá fyrsta umfarið var á skránni, var tøkur [...] tískil var á beinkinum allar 90 minuttirnar. Dysturin endaði 1?1, og tað vóru teir í Molde væl nøgdir við. Heimavøllurin hjá Odd Grenland í Skien verður mettur at vera torfør borg at taka. Molde kom á odda, [...] Brøndby venjarin, skal hava ábyrgdina av Rosenborg liðnum á nýggjárinum. Tá ætlar Nils Arne Eggen at leggja frá sær. Spurningurin er nú, um broytingin á venjarasíðuni fer at verða fyrri enn so. Tað valdast
Jóansøka á Svalbard Longyearbýurin, Sosialurin: Nú lækkar sólin aftur á norðaru álvu og veturin er longu byrjaður hjá teimum svartskygdu. Men í høvuðsstaðnum á Svalbard varð drukkið og dansað seinastu [...] til klokkan vísti, at nú var seint á morgni og kirkuklokkan fór at kalla til gudstænastu. Tað riggar ikki heilt at siga, at dansað var til tann ljósa morgin á jóansøku á Svalbard, tí sólin stendur eins høgt [...] meðan vit sita niðri á sandstrondini í Longyearbýnum, heilt norðuri á 78 stigum, við stirdum jøklum í baksýni og sólini steikjandi, varð pláss fyri djúpari spurningum eisini. Nógv fólk á Svalbard dáma nógv