NOREG
Hóast Jákup Mikkelsen helt tætt, tá Molde í fyrsta umfarinum í landskappingini vann 2?0 á heimavølli, so var nýggjur maður í málinum, tá teir sunnudagin spældu fyrsta útidystin.
Eddie Gustafsson, sum var plágaður av skaða í rygginum, tá fyrsta umfarið var á skránni, var tøkur, og Molde venjarin, Gunde Bengtson, vildi heldur hava hann í málið enn Jákup Mikkelsen, sum tískil var á beinkinum allar 90 minuttirnar.
Dysturin endaði 1?1, og tað vóru teir í Molde væl nøgdir við. Heimavøllurin hjá Odd Grenland í Skien verður mettur at vera torfør borg at taka.
Molde kom á odda, tá tað restaðu seks minuttir av fyrra umfarinum. Trond Strande stútaði í málið, eftir at bólturin var komin innfyri úr vinstru.
Odd Grenland trýsti alt tað seinna umfarið, og teir javnaðu til 1?1, tá tað restaðu ellivu minuttir.
Komandi sunnudag skal Molde spæla á heimavølli ímóti Viking úr Stavanger.
Rosenborg tapti
Eftir fyrsta umfarið í tippuliguni varð nógv gjørt burturúr, tí Rosenborg hevði tapt. Nú verður uppaftur meiri gjørt burturúr, tí Rosenborg tapti eina ferð afturat. Hesa ferð vóru tróndheimararnir í Stavanger, har Viking vann 2?0. Fyrra málið fingu teir, tá tríggir minuttir vóru farnir, og tað seinna kom, tá 31 minuttir vóru farnir. Tá hevði Rosenborg longu spælt bara við tíggju monnum í eitt korter. Teir mistu ein mann, sum hevði brúkt neyðbremsuna.
Í vikuni var greitt, at Åke Hareide, fyrrverandi Brøndby venjarin, skal hava ábyrgdina av Rosenborg liðnum á nýggjárinum. Tá ætlar Nils Arne Eggen at leggja frá sær. Spurningurin er nú, um broytingin á venjarasíðuni fer at verða fyrri enn so. Tað valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá Rosenborg tær næstu vikurnar.
Lillestrøm tapti 2?0 á útivølli ímóti Lyn, og Sogndal og Start spældu málleysan javnleik. Hini úrslitini vóru Stabæk?Vålerenge 0?0, Bodø/Glimt?Bryne 4?0 og Brann Bergen?Moss 0?1.
Í Bergen verður longu tosað um, at teirra lið er í kreppu. Tað halda teir, tí teir hava tapt báðar dystirnar, sum higartil eru spældir.










