Jóansøka á Svalbard

Longyearbýurin, Sosialurin: Nú lækkar sólin aftur á norðaru álvu og veturin er longu byrjaður hjá teimum svartskygdu. Men í høvuðsstaðnum á Svalbard varð drukkið og dansað seinastu sunnunátt til klokkan vísti, at nú var seint á morgni og kirkuklokkan fór at kalla til gudstænastu. Tað riggar ikki heilt at siga, at dansað var til tann ljósa morgin á jóansøku á Svalbard, tí sólin stendur eins høgt allar 24 tímar døgnsins, talan er slett ikki um nátt, men fullan dag í samfullar fýra mánaðar.

Og meðan vit sita niðri á sandstrondini í Longyearbýnum, heilt norðuri á 78 stigum, við stirdum jøklum í baksýni og sólini steikjandi, varð pláss fyri djúpari spurningum eisini. Nógv fólk á Svalbard dáma nógv betri veturin enn summarið. Tey halda ikki, at veturin er so myrkur, tí mánin er har, Norðlýsis við og so bláljósið, íð er ein saman blandingur av kava og tí ljósi sum finnst í luftini. Fólk eru um at blíva ør í høvdinum av allari sólinu um summarið og svønvlagið er ringt.
Men øll eru samd um, at tey hava brúk fyri ljósinum fyri at styrkja seg til veturin, tí gerst hann ov harðbalin, so nívir tungsinni millum tey 3000 fólkini á Svalbard. Ein veiðumaður eg tosi við niðri á strondini sigur at hann, at hann ivast í, um teir sum hava skrivað bíbliuna, hava endurgivið rætt, tá teir skriva á sólin ongartíð setir í paradísi.Tí sól altíð er einki at ynskja sær, men hevur tú myrkrið eisini, so fær sólin við og so fløvar hon langt í sálina.
Til jóansøkuhald á Svalbard fór maður av húsi. Stórt bál varð kynt og og ein diskjockey syrgdi fyri tónleikinum., Og talan var ikki bara um norðmenn, nógv vísindafólk eru á Svalbard, og tey luttóku eisini. Og so vóru russar eisini. Eitt russikst rannsóknarskip lá við bryggju og russar sum búgva í námsbýnum Barentsburg longur úti í Ísfjørðinum