hevur hann røkt væl og virðiliga. Hann hevði tak á sínum næmingum, hevði nógv at geva teimum, um somu tíð sum hann hevði góð viðurskiftir við teir, og teir hildu nógv av honum. Fakliga er hann sera væl [...] Hetta starv fer hann framhaldandi at røkja, eitt starv, ið hann gongur upp í við lív og sál, eitt øki, ið hann hevur gott innlit í. Ikki bert tað bókmentanarliga, men eisini tað listarliga. Hann, ið hevur fest [...] skeiðum, lata sera væl. Tey hava fingið væl burturur, og hann hevur megnað at økt um áhugin fyri lærugreinini føroyskt. Nú Paulivar hevði boðað frá, at hann legði frá sær, skipaði Venjingarskúlin fyri samkomu
nevnt 81 ára gamalur. Hann er næst elsta fólkið í Svínoy. Eitt fólk er í oynni, sum er trý ár eldri enn hann. Spurdur, hvat hann hevur fingist við gjøgnum lívið, sigur Jógvan, at hann var sjómaður og sigldi [...] var eini 4-5 skinn, so hann mundi røkka til meginpartin av fólkinum, sum tá var í oynni. Hann sigur, at tá ið hvalurin á sinni gjørdi landgongd, var nokso nógv brim í Svínoy. - Hann kom niðan gjøgnum eina [...] telefonbókini, og nú duttu vit á navnið, Jógvan Joensen. Jú, Jógvan tók telefonina, og hann var bæði blíður og tíðindafróður. Hann visti at siga, at fimm hvalir høvdu lagt beinini í Svínoy. - Eg eri 81 ára gamlur
. Tvey ár seinni royndi hann seg fyrstu ferð á besta liðnum, og har var hann inntil í 1973. Hann bar orð fyri at vera ógvuliga treiskur og skilagóður, og hann var góður í høvuðspælinum. Ólavur spældi seks [...] húsini á Kjalarvegi og at vera á floti, og hann er framvegis KÍ stuðul. Hann er innkrevjari, og leygardagar, tá ið abbabørnini umboða felagið hjá honum, telist hann millum teirra, sum fylgja væl við. [...] partur av býarmyndini. Á súkklu fer hann um morgnarnar av Biskupsstøð, leggur at á Posthúsinum, og so gongur leiðin út á Fornagarðar. Ólavur Thomsen er klaksvíkingur. Hann er føddur grundlógardag í 1942.
seinni leitaðu sær. Hann fór á skúlan í 1958, og eftir at hann hevði verið har í trý ár, flutti hann aftur til Føroya. Her hevur hann síðani verið í fulltíðar tænastu sum trúboðari. Hann verður mettur at [...] Zacharias lærdi til rørleggjara. Fyrst arbeiddi hann hjá pápa sínum, sum eitt nú fekst við at leggja miðstøðuhita, og síðani fór hann til Havnar, har hann gjørdi læruna lidna í 1956. Zacharias var tann [...] skrivligt avrik. Hann man hava vitjað í flestu um ikki øllum bygdunum, og hann eigur heilt nógvar vinir. Tey fyrru árini var Zacharias nógv uppi í barnaarbeiði, og ofta ferðaðist hann saman við vinmonnum
avgerð, sum hann hevur rætt at taka. ? Landsstýrismaðurin eigur avgerðina og hann hevur sett starvið útfrá nøkrum fortreytum, sum eru sakligar og sum hann heldur hava týdgning. Løgmaður sigur, at hann metir [...] staðfesta, at eg havi ikki fingið starvið, sigur hann. Annars hevur hann ikki hoyrt eitt orð aftur frá um starvið. Hann hevur heldur ikki fingið at vita, hví hann ikki fekk starvið. Og tað er í hvussu so er [...] heldur ikki, at tað er nakað at finnast at. Hann sigur, at hann hevur spurt um málið hjá landsstýrismanninum. Og soleiðis sum málið er lagt fram fyri hann, er setanarpolitikkurin hjá tí almenna hildin
eitt hæddarpunkt. Hóast navnið ljóðar útlendskt, er hann als ikki ókendur við føroysk viðurskifti. Hann er føddur og uppvaksin í Bretlandi, men hann er hálvur føroyingur og hevur verið her nógvar ferðir [...] ferðir, bæði í tónleikaørindum og privat. Hesi seinastu nógvu árini hevur hann búð í Íslandi, men nú er hann fluttur til Føroya, her hann m.a. stjórnar Føroya Symfoniorkestri Sum ein dreymur ? Hetta var sum [...] Orðini eigur tónleikarin Bernharður Wilkinson. Hetta seinasta hálva árið hevur hann stjórnað Føroya Symfoniorkestri. Men tá ið hann kallar 11. juni fyri ein stóran dag í lívinum, hevði tað fyri so vítt onki
Jógvan Martin mundi vilja mær. Tá ið hann so ringdi aftur seinni sama dag, greiddi hann mær frá, at hann skuldi verða nýggjur høvuðsvenjari á landsliðnum, og at hann kundi hugsað sær meg sum hjálparvenjara [...] sambandi við fótbóltsvenjing, so hann hevur nokk at tríva í, sum hann málber seg. Tá ið nú John Petersen er búsitandi í Danmark, verður tað sjálvsagt fyrst og fremst hann, ið fer at fylgja við í, hvussu [...] soninum Niels í íbúðini miðskeiðis í Viborg. John greiðir frá, at hann allatíðina hevur havt ætlanir um at gerast venjari, tá ið hann gavst við fótbólti á høgum stigi, og tí var starvið sum hjálparvenjari
1952. Áðrenn hann fór á læraraskúla, royndi hann skipslívið. Í 1958 leyk hann prógv á Føroya Læraraskúla, og síðani hevur Svenning verið lærari í høvuðsstaðnum. Fram til 1961 arbeiddi hann í Færøernes Mellem- [...] Ikki minst síðani hann fór úr lærarastarvinum, sum hann heilt frá blaðungum av hevði ætlað sær skuldi gerast lívsstarvið, hevur Svenning verið íðin, miðvísur og neyvur rættlesari. Hann hevur higartil lisið [...] Mellem- og Realskole, sum hann nevndist, og so var Svenning á Føroya Studentaskúla, har hann fram til 1974 undirvísti í realdeildini. Á sumri í 1974 tók Svenning við varaskúlastjórastarvinum í Eysturskúlanum
fer hann ongantíð at góðtaka, sigur hann. Marjus Dam er so avgjørdur í síni søk, at hann fer, um tað kemur so vítt, at kæra til fútan í fyrsta umfari, og um fútin ikki steðgar ætlanini, ætlar hann sær [...] landið, sigur hann. Flyta vit umsitingina inn í miðstaðarøkið, fylgir fólkið við. So missa vit bæði inntøkur og ikki minst tey fólkini, sum annars høvdu búleikast úti í økinum, vísir hann á. Hann heldur tað [...] ætla vit tað øvugta, sigur hann. Hann vísir á, at tað ferðast heilt nógv fólk um flogvøllin í Vágum, og at talið bara veksrur. Tað setir eisini krøv til trygdina. Og tað metir hann ikki, at ein flyting av
uppgávuna, og gleðir hann seg til hann skal avstað. Miðspjaðing Tommy hevur nógvar royndir í at arbeiða innan ymiskar umsitingar. Bæði í Føroyum og uttanlanda. Hetta millum annað gjørdi, at hann fekk hetta spennandi [...] skal hjálpa myndugleikunum við ætlanunum hjá teimum, greiðir hann frá. Hetta er øvugt av tí, sum hann arbeiddi við í Nepal. Tá arbeiddi hann eisini yvirhøvur við at miðspjaða umsitingar. Ikki bert á einum [...] Petersen hevur fingið at vita, at hann fekk starvið, tí at hann varð mettur at vera ein maður við nógvum og fjølbroyttum royndum innan hesa starvsleiðina. Fyri tað fyrsta, at hann hevur arbeitt við miðspjaðing