Nýggj støða í Tórshavnar býráð

Tórshavnar býráð hevur nú mannað tær sjey nevndirnar av nýggjum við býtinum fýra til meirilutan og ein til minnilutan. Elin Lindenskov hevur nú ongan nevndarsess

TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ

Tórshavn: Tórshavnar býráð hevði mikukvøldið eyka býráðsfund. Bert eitt punkt var á skránni: At velja umboðini til tær sjey nevndirnar av nýggjum. Støðan gjørdist tann, at Tórfinn Smith úr Javnaðarflokkinum tók seg burturúr minnilutanum og fór upp í meirilutan við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum.
Hann segði í samrøðu við Sosialin, at orsøkin til hetta stigið var, at hann kendi tað sum um, at hann lítla og onga ávirkan hevði sum andstøðulimur, og hann vildi, at veljararnir skuldu kunnu fáa ávirkan gjøgnum sítt umboð. Hetta riggaði best í meirilutanum, ið hann uttan stórvegis hóvasták kundi fara undir at samstarva við.
Fundurin gekk stillisliga fyri seg og endaði eftir at nýggju nevndirnar vóru mannaðar. Borgarstjórin, Jan Christiansen, gjørdi vart við, at hetta var fyrstu ferð, ið hann mintist, at ein býráðslimur ongan nevndarsess hevði. Hann tosaði tá um Elina Lindenskov, ið ikki fekk tillutaðan nakran nevndarsess.

Harmast um tapið
Minnilutin í Tórshavnar býráð harmaðist á býráðsfundinum mikukvøldið um, at Tórfinn Smith var farin í part við meirilutanum
Leivur Hansen tók vegna minnilutan, t.e. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin, orðið á býráðsfundinum.
Hann segði, at teir í minnilutanum harmaðust um, at Tórfinn Smith var farin úr minnilutanum og upp í meirilutan.
?Vit harmast um, at Tórfinn Smith hevur valt at sagt okkum farvæl. Tað er eisini soleiðis tað skal skiljast, at hann hevur sagt okkum farvæl. Vit meta, at minnilutin hevur megnað at fingið gjørt okkara ávirkan galdandi ? serliga í sambandi við fíggjarætlanini, segði Leivur Hansen á býráðsfundinum mikukvøldið.
Hann segði seg vera serliga harman um, at minnilutin misti nevndarsessir.
Við nýggju støðuni eigur meirilutin fýra av fimm teimum fimm nevndarlimunum í teimum sjey nevndunum.
Arbeiðið hjá Tórshavnar býráð heldur nú fram við nýggja býtinum í nevndunum.
Yvirlitið yvir nevndirnar kann síggja á www.torshavn.fo