Løgmaður átalar Jenis av Rana

Í hesum førum umboðar hann ikki tað menniskjasýn, eg og Sambandsflokkurin hava, sigur løgmaður

Soleiðis skulu vit ikki tosa um fólk, og tað havi eg eisini gjørt greitt fyri Jenis av Rana. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Jenis av Rana, formaður Miðflokkinum, og landsstýrismaður í uttanlandsmálum, gjørdi rættiliga vart við seg, tá ið hann gjørdi greitt, at hann fór ikki undir nøkrum umstøðum at taka undir við, at Søren Pape Poulsen úr Konservativa flokkinum í Danmark, verður forsætisráðharri - bara tí at hann er samkyndur.

 

Les eisini: Nei til samkyndan forsætisráðharra í Danmark

 

Hetta vakti eisini ans í Danmark, og her í Føroyum hava stóru andstøðuflokkarnir vent kanónini ímóti løgmanni, tí tey spyrja, hvussu løgmaður kann góðtaka, at landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum sigur soleiðis og vrakar ein forstætisráðharra, tí at hann er samkyndur.

 

Løgmaður sigur, at hann hevur verið í sambandi við Jenis av Rana, eftir at hann setti hesa umstríddu útsøgnina fram. Hann sigur, at hann hevur gjørt Jenis av Rana greitt, at soleiðis eiga vit ikki at tosa um fólk, tí vit skulu altíð umrøða fólk við virðing.

 

Løgmaður sigur eisini, at útsøgnin hjá Jenisi av Rana umboðar hvørki støðuna hjá landsstýrinum ella støðuna hjá Føroya fólki. Hetta er langt frá tí menniskjasýni, bæði eg, og Sambandsflokkurin hava, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

– At so formaðurin í Miðflokkinum sigur soleiðis í eini valsending hjá Miðflokkinum stendur fyri hansara egnu rokning, leggur hann afturat. Og hann sigur, at meiri verður ikki gjørt við málið.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at Sambandsflokkurin vil hava ein borgarligan forsætisráðharra í Danmark. Okkara fyrsta val er Jacob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, men verður tað telvað soleiðis, at tað verður Søren Pape Poulsen, fara vit ikki at leggja eitt stráð í vegin fyri tí, sigur løgmaður.