Fríkendur fyri hassjsølu

Ein 29 ára gamal maður varð mikudagin fríkendur fyri at hava keypt 10 kilo av hassji í stóra narkomálinum. Hann varð hinvegin funnin sekur í sjey øðrum ákærum um harðskap, stuldur og keyp av 90 grammum av hassji, og hann fekk 4 mánaða fongsulsrevsing

Føroya Rættur fann ikki haldgóð prógv fyri, at ein 29 ára gamal maður skal hava keypt 10 kilo av hassji frá høvuðsákærda í stóra narkomálinum. Maðurin hevði annars játtað hesa nøgdina fyri løgregluni, men hann nú tá hann sjálvur var ákærdur, noktaði hann seg sekan.
36 ára gamli danin, sum var høvuðsákærdur í narkomálinum, var eisini fríkendur í síðstu viku fyri at hava selt manninum hesa nøgdina.
Ákæruvaldið hevði ikki tey neyðugu prógvini at fáa mannin dømdan. Tað vildi annars vera við, at sølan er farin fram síðan 1988. Tað einasta ákærin kundi vísa á, var avhoyringin hjá politinum, men hetta var ikki nóg mikið. Vanligt er, at ein játtan eisini skal verða undirbygd við prógvum.
Dómarin nevndi í dóminum, at løgreglan ikki hevur funnið nøkur prógv fyri hesum, hóast hon hevur framt umfatandi kanningar í hesum málinum. Eisini er tað umráðandi, at hesir báðir menninir hava verið avskornir frá hvørjum øðrum í fleiri ár.

Dømdur fyrr
29 ára gamli maðurin varð tó funnin sekur í sjey øðrum ákærum um innbrot, stuldur, harðskap og keyp av 90 grammum av hassji.
Hann varð funnin sekur í fimm málum um innbrot og stuldur, sum hann játtaði seg sekan í. Harafturat játtaði hann seg sekan í at hava keypt 90 gramm av hassji frá høvuðsákærda í narkomálinum.
Hann noktaði seg hinvegin sekan í at hava gjørt seg inn á fyrrverandi unnustu sína. Hon vitnaði tó í rættinum, at hann hevði framt harðskap móti henni, hóast hon ikki fekk skaða av hesum, og maðurin varð eisini funnin sekur í hesum.
Dómarin gjørdi av, av maðurin skal inn at sita í fýra mánaðir, og hann skal rinda eina bót á 2.200 krónur. Harafturat skal hann rinda sakarmálskostnaðin. Maðurin tók við dóminum beinanvegin.
Tað hevði herðandi ávirkan á longdina á fongsulsrevsingini, at maðurin fleiri ferðir áður er dømdur fyri líknandi lógarbrot.