pedagogútbúgving umvegis fjarlestur. Tí fegnast vit um, at samstarv nú er fingið í lag millum Fjarlestrardepilin og UCC-Nord í Danmark, soleiðis at tað ber til at lesa til pedagog á Fjarlestrardeplinum í Vági, [...] ilin hevur í longri tíð arbeitt við at fáa í lag hesa skipan, og nú komið er á mál, merkir hetta, at føroyingar kunnu lesa til pedagog umvegis fjarlestur, uttan at fara av landinum fleiri ferðir um árið [...] Fyri lesandi merkir hetta, at tey kunnu lesa til pedagog uttan at hetta hevur stórvegis ávirkan á teirra gerandis- og arbeiðslív. Harumframt slepst undan stórum kostnaði við at ferðast til Danmarkar í samband
har niðurstøðan er, at skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu skal gjalda sjóhitan, sum ongar sparingar standast av. Lat okkum fyrst einaferð staðfesta, at Sjóvinnuhúsið er ein roynd at fáa nakað meira enn [...] Tórshavnar havn. Ikki at umvælt saltsølubygningin hevði tí ikki givið nakran skattalætta, soleiðis sum greinin í Norðlýsinum annars tykist at geva fatan av. Tað er heldur ikki rætt, at ongar sparingar eru [...] um Boðanesheimið hevði havt oljufýr. Jarðfeingi sigur sostatt heilt greitt, at í rakstri er nógvur peningur at spara við at brúka hesa grønu orkuloysn. Tað er ikki bara heimasíða okkara, sum er grøn. Og
gjárkvøldið, um fátækadømi. Hon sigur, at sostatt hevur ein fátæk familja ongan myndugleika at venda sær til, tá ið hon ikki eigur fyri mat. Eitt hon nevnir, er, at nú fleiri heilidagar hava verið á páskum [...] størst vanda fyri at enda í fátækadømi, eru børn undir fimm ár. - Samstundis vita vit, at navnframa kassadáman, hevur 3.000 krónur minni at liva fyri um mánaðin, enn almenna fátækamarkið hjá almannamálaráðnum [...] yvirhøvur kann fáa. Annlis Bjarkhamar sigur, at tað, politikarar kunnu gera fyri at lyfta hana, og hennara líkar, upp um fátækamarkið alt fyri eitt, er at hækka barnaískoytið 1500 krónur fyri hvørt barnið
hann, at tað er serliga frítíðarvirksemið í oynni, so sum ítrótturin og mentanarlívið, sum hevur fingið ampa av broytingunum. Landsstýrismaðurin skilir, at sáttmálar mugu fylgjast, men ávarar ímóti at seta [...] vælvirkandi farleið um Skopunarfjørð, og sigur, at tað kann ikki vera rímiligt, at Teistin liggur stillur ein stóran part av miðjum degi um vikuskifti. - Ongan túr at sigla suðurgangandi millum klokkan 11.15 [...] tað er at flyta seg millum búsetingar í meginøkinum. Spurningarnir eru soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at betra um vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum aftur, og nær? 2. Er tað rímiligt at Teistin
løgtingslimir á Annfinn Kallsberg, løgmann, um at kanna møguleikarnar fyri, at Føroyar kundu bjóða seg fram at hýsa flóttafólki úr Kosovo. Grundgevingin var, at eisini Føroyar – eftir førimuni – skuldi veita [...] til reiðar at taka ímóti flóttafólki. Okkum tørvar fleiri grundleggjandi viðurskifti, áðrenn nakað flóttafólk kann koma til landið. - Í nýggjársrøðuni legði eg dent, at tað er týdningarmikið, at vit fáa eitt [...] hjálpandi hon. Úrslitið varð, at 30 løgtingslimir samtyktu, at vit skuldu hýsa fleiri enn 20 flóttafólkum í Føroyum. Flestu teirra búgva enn í okkara landi. Løgmaður sigur, at kjakið um flóttafólk í Føroyum
Bjørn Kalsø ger nú greitt, at hann fer at mótmæla, at broytingin verður samtykt, fyrrenn spurningurin er kannaður út í æsir. KvF veit at siga, at Bjørn Kalsø mælir staðiliga frá, at ætlanin verður framd. Og [...] og brimgarð. Og Bjørn Kalsø vil hava greiði á, hvussu tað fer at síggja út í veruleikanum, og tí vil hann hava partarnar at tosa saman, og at semjast um, hvussu útsýnið verður. Samstundis skal eisini Yv [...] ætlanin hjá Tórshavnar Býráð at byggja havnina út, er framd. Tað er spurningurin, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú vil hava greiði á Tórshavnar Býráð hevur samtykt at gera eina serstaka byggisamtykt
rætt at geva tunlinum hægstu raðfesting, meðan hin bólkurin av spurningum snýr seg um møguleikan at knýta Hest upp í Sandoyartunnilin. Í viðmerkingunum til spurningarnar skrivar Heðin Mortensen, at fólk [...] 3-sporaður. Tað merkir, at kostnaðurin eftir stuttari tíð er hækkaður við triðingi. Sera ivasamt er tí, hvat endaligi prísurin verður. Tískil metir løgtingsmaðurin, at tað er neyðugt at kanna nyttuvirðið av [...] n? 6. Metir landsstýrismaðurin at Eysturoyartunnilin samfelagsbúskaparliga eigur at hava hægstu raðfesting, tá hugsað verður framtíðar íløgur og rakstrarúrteiðslur av at hava Smyril siglandi til Suðuroyar
sigur hann. Men tá Jákup fór at sigla, skifti Sea Shepherdskipið kós. Skipið sigldi síðani inn í Leirvíksfjørð, og tí er hann vísur í, at tað heilt víst var fyri at provokoera, at skipið fyrst setti kós ímóti [...] sær, at Sea Shepherd skipið hevði beina kós ímóti sær. Trýst HER og les um, tá ið Sea Shepherd var um reppi at sigla útróðrarmann í Havn, niður – Eg sá skipið koma undan Stongini, og eg sá eisini at báðar [...] dagin, sigur Jákup Antoniussen, sum heldur tað vera nógv fyri, at skip hjá Sea Shepherd sleppa at sigla í føroyskum sjóøki við einum endamáli: At gera fortreð!
- Eg haldi framvegis, at løgmaður eigur at leggja frá sær. Tað staðfestur Páll á Reynatúgvu, sum er limur í formansskapinum hjá Løgtinginum. Eftir at at hava viðgjørt niðurstøðuna hjá Gammeltoft um leiklutin [...] sá dagsins ljós. Men sjálvur ivast Páll á Reynatúgvu framvegis ikki í, at løgmaður eigur at leggja frá sær alt fyri eitt, og at útskriva nýval Tað hevur hann sagt alla tíðina, og tað heldur hann framvegis [...] uppskot um, at formansskapurin skuldi bara sjálvur skriva eina átalu og geva teimum báðum hana. - Men tað vildi eg ikki. Tað er Løgtingið, sum hevur biðið um kanningina, og tí eigur tað eisini at vera Løgtingið
kanska ikki heilt óvæntað, at hon nú hevur fest garðin, har mamman seinastu mongu árini hevur verið bóndi. – Eg havi í veruleikanum arbeitt rættuliga hart fyri at sleppa at yvirtaka garðin, sigur Óluva [...] Óluva Zachariasen við Sosialin. Fyri at sleppa at yvirtaka ein kongsgarð, so eru ávísar treytir, sum skulu uppfyllast. Millum annað stendur, at festarin skal búgva á somu oyggj, sum garðurin er á. [...] til ber at forvinna til dagsins breyð. Talan er um ein kongsgarð, sum er eina mørk og fýra gyllin. Tí eru krøvini um at búgva á garðinum ikki serliga rímulig í dag. – Eg fekk víst á, at hetta er