Ongin hevur ábyrgd av einum svongum barni

Í Føroyum eru tað børnini, sum rinda tann hægsta prísin, tí ongin lóg tryggjar einum svongum barni mat í munnin

 

- Tað er ongin í Føroyum, sum hevur ábyrgdina av einum svongum barni í Føroyum.

 

Tað staðfesti Annlis Bjarkhamar, stigtakari til Í Menniskjum Góður Tokki, á politiska kjakfundinum í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, um fátækadømi.

 

Hon sigur, at sostatt hevur ein fátæk familja ongan myndugleika at venda sær til, tá ið hon ikki eigur fyri mat.

 

Eitt hon nevnir, er, at nú fleiri heilidagar hava verið á páskum, verða fólk, sum liva av sjúkradagpeningi, drigin í sjúkradagpeningi fyri heilidagarnar, sum hava verið.

 

- Tey, sum sita svong av hesi orsøk, hava ongastaðni at fara, uttan til Í menniskjum Góður Tokki. Tað er ikki so frægt sum at barnaverndirnar kunnu geva fólki pening fyri mat, og almannalóggávan tryggjar heldur ikki fólki mat í munnin.

 

Annlis Bjarkhamar staðfestir, at tað eru børnini, sum rinda tann hægsta prísin fyri fátækadømi.

 

Hon staðfesti samstundis, at ongantíð áður hava vit havt so holla vitan um liviumstøðurnar hjá fólki.

 

- Vit vita akkúrat, hvat er avgerðandi fyri um fólk enda í fátækadømi, ella ikki. Og tað, sum er avgerandi, er kyn, aldur og parlagsstøða.

 

- Vit vita at teir bólkarnir, sum enda í fátækadømi, eru kvinnur, børn størsti bólkurin av fátækum fólki í Føroyum, er børn og stakir uppihaldarar.

 

- Og vit vita eisini, at tey, sum eru í størst vanda fyri at enda í fátækadømi, eru børn undir fimm ár.

 

- Samstundis vita vit, at navnframa kassadáman, hevur 3.000 krónur minni at liva fyri um mánaðin, enn almenna fátækamarkið hjá almannamálaráðnum er. Og tá arbeiðir hon hvønn tíma, hon yvirhøvur kann fáa.

 

Annlis Bjarkhamar sigur, at tað, politikarar kunnu gera fyri at lyfta hana, og hennara líkar, upp um fátækamarkið alt fyri eitt, er at hækka barnaískoytið 1500 krónur fyri hvørt barnið.

 

- Tað hevði alt fyri eitt lyft 500-600 tey fátækastu børnini í Føroyum upp um fátækamarkið, sigur Annlis Bjarkhamar.