Hon er ættað úr Hesti, 47 ára gamla útvarps- og sjónvarpskvinnan, Óluva Zachariasen. Tí er tað kanska ikki heilt óvæntað, at hon nú hevur fest garðin, har mamman seinastu mongu árini hevur verið bóndi.
– Eg havi í veruleikanum arbeitt rættuliga hart fyri at sleppa at yvirtaka garðin, sigur Óluva Zachariasen við Sosialin.
Fyri at sleppa at yvirtaka ein kongsgarð, so eru ávísar treytir, sum skulu uppfyllast. Millum annað stendur, at festarin skal búgva á somu oyggj, sum garðurin er á. Tað ger Óluva Zachariasen ikki. Hon býr og arbeiðir í Havn, men garðurin er í Hesti. Nú er ikki talan um nakran stóran garð, har til ber at forvinna til dagsins breyð. Talan er um ein kongsgarð, sum er eina mørk og fýra gyllin. Tí eru krøvini um at búgva á garðinum ikki serliga rímulig í dag.
– Eg fekk víst á, at hetta er gjørt fyrr í Føroyum. Ferðasambandið út í Hest er gott, so eg meti, at tað ber væl til at røkja garðin, sjálvt um eg búgvi í Havn, sigur Óluva Zachariasen.
Óluva Zachariasen hevur seinastu mongu árini arbeitt í Kringvarpi Føroya. Nógv av tíðini fer við at arbeiða í útvarpinum, men ofta hevur hon so eisini vaktir sum vertur og kjakleiðari í sjónvarpinum. Sínar fyrstu journalistisku royndir fekk hon á Dimmalætting í farnu øld.
– Nú taki eg so annan tátt upp, nú eg havi fest. Hinvegin havi eg verið ein partur av lívinum í Hesti, so hetta er ikki nakað nýtt fyri mær, sigur hon við Sosialin.
– At taka ábyrgdina av garðinum í Hesti fer neyvan at broyta so nógv uppá mítt lív, tí eg havi allatíðina verið ein partur av tí, sum er knýtt at garðinum, sigur Óluva Zachariasen.