Hetta er skelkandi og óvirðiligt

Kjakið um flóttafólk er aftur farið av sporinum

- Flóttafólkamálið er aftur farið av sporinum.

Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður nú seinnapartin

- Hesa ferð er tað ein grein í JyllandsPosten, ið setur eld í skálan, sigur hann.

Har verður løgmaður endurgivin fyri at biðja danir senda sýrisk flóttafólk til Føroya og greinin er dúgliga endurgivin í Føroyum og ákoyringarnar, løgmaður fær yvir sín kropp á Facebook, og aðrastaðni, eru ikki fyri sartar sálir.

 

Løgmaður staðfestir, at samrøðan við danska dagblaðið varð gjørd fyri hálvum øðrum mánaði síðan og at hon byggir á skeivleikar.

 

- Seinastu mánaðirnar hevur landsstýrið greinað økið nærri, og niðurstøðan er greið. Vit eru ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólki. Okkum tørvar fleiri grundleggjandi viðurskifti, áðrenn nakað flóttafólk kann koma til landið.

 

- Í nýggjársrøðuni legði eg dent, at tað er týdningarmikið, at vit fáa eitt kjak í lag um okkara leiklut í heiminum. Vit hava eina altjóða ábyrgd, og vit kunnu ikki loka okkum inni. Vit eiga at rætta eina hjálpandi hond ímóti teimum, sum verða forfylgd, pínd og dripin. Í fleiri førum er talan um ósek smábørn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit skifta orð um flóttafólk í Føroyum. Í 1999 heittu 23 løgtingslimir á Annfinn Kallsberg, løgmann, um at kanna møguleikarnar fyri, at Føroyar kundu bjóða seg fram at hýsa flóttafólki úr Kosovo. Grundgevingin var, at eisini Føroyar – eftir førimuni – skuldi veita altjóða samfelagnum eina hjálpandi hon. Úrslitið varð, at 30 løgtingslimir samtyktu, at vit skuldu hýsa fleiri enn 20 flóttafólkum í Føroyum. Flestu teirra búgva enn í okkara landi.

 

Løgmaður sigur, at kjakið um flóttafólk í Føroyum harmar hann.

- Umrøðan er skelkandi og óvirðilig. Lat okkum kjakast siðiliga um hetta trupla, men neyðuga mál, sigur hann.