við trygdini og umhvørvinum. Vit vilja gjarna síggja, hvat fer út á boripallarnar. Og vit vilja eisini síggja, hvat kemur í land aftur. Tí fer so og so nógv av kemikalium út , so er tað so og so nógv burturkast [...] -Kemur hetta kravið ikki við í lógina, so koma allar veitingar at fara fram úr Aberdeen og úr Stavanger. Tað fer eingin veiting at fara fram úr Føroyum. Páll Vang heldur, at treytirnar mugu í nú, tí so mugu [...] at leggja eina útgerðastøð á Sundi og á Skálafjørðinum! -Tað skal standa øðrum frítt at gera, sum teir vilja Oljuvinna, havi eg skilt, er ein liberal og frí vinna, og tað verður so helst í fríari kapping
møguligt at lesa útlendsk bløð og tíðarrit á internetinum. Eisini frá føroyskari síðu hava vit sæð initiativ á hesum øki. Sosialurin hevur royndarkoyrt blað sítt á netinum, og hava vit, sum hava fylgt við [...] royndartíðina, út á netið. Til seinast fari eg at ynskja Sosialinum og tykkum sum hava tykkara dagliga yrki her, hjartaliga tillukku og góða eydnu við hesum tiltaki. Takk fyri Sámal Petur í Grund, lands [...] eru at finna á netinum. Eisini frá politiskari síðu er áhugin fyri hesum samskiftismøguleika stórur og verður nógv troyttur. Sjálvur skal eg á fund við hinar norðurlendsku KT-ministararnar í næstu viku
oddastríðið í mansdeildini, og tað eru bæði ár og dagur síðani, at so spennandi var í manshondbóltinum Heili fýra lið liggja nú lið um lið í oddinum, og ber eitt stig er á muni. VÍF, H71 og Kyndil hava øll átta [...] nakað seinir at verja fyri), og hóast VÍF fylgdi væl við, fór Kyndil fram um aftur, og so var eingin vegur aftur. Verjuparturin hjá VÍF var ikki sannførandi í seinna hálvleiki, og tá Kyndil fekk møguleikan [...] meðan StÍF hevur sjey stig. Og tá hugsað verður um spenningin í oddinum hevði dysturinum millum Kyndil og VÍF mikukvøldið almikið at siga. Vann VÍF vóru teir einsamallir á odda, og Kyndil var dottin afturúr
Onnur selja bundin og seymað pløgg. Onkur annar selur kjálkar o.a. av fiski. Og uppaftur onnur selja, smákakur, jólapynt og jólaprýði. Bogaskjótifelagið Ørvur er við einum ?skava og vinn³ spæli við góðum [...] høvuðsstaðnum, báði í úrvali og í prísi og tað er ikki sørt, at havnarfólk eisini leita sær inneftir til handils. Heldur ikki eru norðoyingar ókendir á gøtunum í Runavíkini og har um vegir. Alt møguligt [...] góðum vinningum. Lions Club skipar fyri onkrum og Grønir Skótar fara at selja candyfloss og poppkorn, og teir fara eisini at selja jólapynt, sum børnini hava gjørt - hetta bara fyri at nevna okkurt. Á
útjaðaranum, í miðstaðarøkið, og at tey, sum flyta til landið, bara flyta til Havnar og har um vegis. Seinast var í Sosialinum í gjár, táið býráðsformaðurin á Tvøroyri skeyt til høgru og vinstru - men tók kortini [...] tað T.d. fekk almannastovan deildir báði í Suðuroy, í Vágum, Í Norðoyggjum og í Eysturoynni. Tú báði flytir størv úr Havnini, og fær eina betri tænastu. Samferðslumøguleikar Jóannes Eidesgaard sigur, at [...] Hann sigur, at útjaðarin í Føroyum verður eitt høvuðsevnið hjá Javnaðarflokkinum til komandi val. Og koma vit soleiðis fyri eftir valið, at vit koma í samráðingar um samgongu, verður trupulleikin hjá
meg ørkymlaðan, og við hvørt havi eg eisini kent tað, sum skeldaðu føroyingar okkum danir út í ríkiligt mát, segði forsætisráðharrin og legði aftrat, at hann segði hetta ?vinarliga og í orðsins besta týdningi¹ [...] ini millum donsku stjórnina og føroyingar. Tað er ið hvussu so er veruleikin í andstøðuni, sum áhaldandi hevur funnist at tørvandi samskiftinum millum forsætisráðharran og Landsstýrið. - Hetta verður ikki [...] ræður um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Tað sigur meirlutin í Fólkatinginum, sum ikki vil gongur við til, at ?misálit valdar millum forsætisráðharran og Landsstýrið¹, sum tikið varð til eftir
Torbjørn Thomsen og Poul Martin Hansen vunnu síni talv. Seinasti dysturin var millum Streym og Vestmanna, og her endaði dysturin javnur. Talvini á tveimum teimum fremstu borðunum endaðu jøvn, og á aftaru borðunum [...] stig og Klaksvík 1 hálvt stig minni. Í unglingadeildini var toppdystur millum Havnina og Klaksvík 1. Liðini hittust í Havn, og dysturin millum sterku telvarunum á liðunum báðum gjørdist javnur og spennandi [...] hjá Havnini og Klaksvík. Rani Nolsøe var viðaftur hjá klaksvíkingum, og á 1. borði vann hann sín dyst móti Torben Ø. Johansen. Flóvin Tór Næss vann á 2. borði sítt talv móti Ólavur Simonsen, og á fjórða borði
sum hann hevur havt sitandi í beinum, úr, og læknar hava rátt honum frá at spæla fótbólt aftur í ár. Jan er í løtuni í holt við uppvenjing við vektum og øðrum, og ikki fyrr enn næsta ár, skal hann fara undir [...] sweeparan hjá ísraelska 1. deildarliðnum av fram til 1. mai, tá hann eftir ætlan skuldi vera førur fyri at spæla aftur. Í Ísrael liva fótbóltsspælarar av at spæla fótbólt, og tað skuldi Jan Dam eisini gera meðan [...] meðan hann spældi har. Havnar Bóltfelag kundi eisini síggja fram til eina samsýning frá ísraelska felagnum.
er fyri hesari kapping og yvir 60 bátar fara at luttaka. Í faru viku vóru Hálvdan Hálvdansen og Jan Johannesen fyri »Vestmenning« og umboð fyri Amerada Hess niðri í Cornwall og á Scilly Oyggjunum. Har [...] Har kunnaðu teir seg um hesa rógving og hvussu hon fer fram og verður fyriskipað. Eisini varð keyptur ein bátur, sum vestmenningar skulu hava at íðka við. Hann kemur til Føroya í næstum. Til sjálvan róðurin [...] barnabók, sum fer fram á Scilly Oyggjunum. Lívið á Scilly Oyggjunum í gomlum døgum hevur ikki verið ólíkt tí føroyska gerandisdegnum og verður henda bókin tískil nú týdd til føroyskt og fer Skúlabókagrunnurin
syðra helvt í Suðuroynni skal avtoftast, og hví alt skal leggjast á Tvøroyri. Sýslumaðurin og løgreglan er flutt úr Vági, til Tvøroyrar. Toll & skattstovan er flutt og gjaldsstovan er á Tvøroyri. Skipafelagið [...] Strandferslan, sjúkrahúsið, ellisheimið og apotekið er á Tvøroyri. Almannastovan er á Tvøroyri. Og kunningarstovan er á Tvøroyri. Alt virksemið er lagt á Tvøroyri. Og nú tykist sum um oljan eisini skal verða [...] býráðsformaðurin á Tvøroyri førir Drelnes fram sum eina frálíka vetrarhavn, má eg tala at. Tí vit vita øll, at tað passar ikki. Eyðfinn Mørk, býráðslimur, og formaður í havnanevndini í Vágs býráð, sigur