Tíðindini komu óvart, soleiðis sum tey so ofta gera í ítróttarheiminum, tá landsliðsspælarin Jan Dam í síðstu viku ein fyrispurning frá ísraelskum felag, sum vildi hava hann at koma at spæla við teimum.
Men hóast Jan Dam hevði áhuga í tilboðnum úr Ísrael, noyddist hann at siga nei.
Orsøkin er at Jan Da, hevur tikið eina skrúvu, sum hann hevur havt sitandi í beinum, úr, og læknar hava rátt honum frá at spæla fótbólt aftur í ár.
Jan er í løtuni í holt við uppvenjing við vektum og øðrum, og ikki fyrr enn næsta ár, skal hann fara undir fótbóltsspæl aftur.
So tað var ein keddur Jan Dam, sum noyddist at siga nei til ísraelsmenn. Ætlanin var at hann skuldi loysa skadda sweeparan hjá ísraelska 1. deildarliðnum av fram til 1. mai, tá hann eftir ætlan skuldi vera førur fyri at spæla aftur.
Í Ísrael liva fótbóltsspælarar av at spæla fótbólt, og tað skuldi Jan Dam eisini gera meðan hann spældi har. Havnar Bóltfelag kundi eisini síggja fram til eina samsýning frá ísraelska felagnum.