haldi at hann hevði kenningina, hann fær hondina á lærið á ommu sum situr í bilinum, og missur fløskuna, ja hon fór rullandi oman brekkuna, tú rópti á hann: Fløskan, fløskan, tú misti fløskuna, hann svaraði [...] Eg siti her og droymi meg at vera saman við tykkum á Hotel Vágum í løtuni, síggi ”skálkabrosið” hjá tær, og hvussu tú hugnar tær, tí tað dugur tú væl. Veit at tú saknar ommu við tína síðu í dag. Minnist [...] tá vit vóru eftir havhesti og tú bannaði yvir Skopunarbátin sum sigldi tvørt fyri okkum, tú rópti á meg og bað meg sigla hann niður hehehe, ja tað var ein góður túrur, tá vit komu at landið aftur, hevði
kærleiki okkara til tín, enn klárt rist inn í klettin. At hyggja inn í eyguni á abba fær ein at droyma seg burtur. Eyguni á hesum manni siga nógvar søgur, tey strála av lívsgleði og tey strála av at hava [...] opnaði tú ein nýggjan heim fyri okkum abbabørnum. Vit sótu pinnastill og lurtaðu, meðan tú tók okkum við á ferð saman við ísbjørnini Nano í Grønlandi, og tá tú greiddi frá hvussu var í Føroyum undir krígnum [...] læt tú okkum vinna, fyri at vit skuldu hava tað stuttligt. Fyri okkum var tað altíð serstakt at vinna á manninum, vit sóu som ómetaliga nógv upp til. Abbi, altíð hevur tú lovað okkum framat og givið okkum
ari á Bacalao. Og tit gjørdu av at leingja tykkara uppihald á klettunum, í øllum førum til Dorthe skuldi byrja í skúla. Jacob varð føddur í Føroyum í 1979, og Dorthe byrjaði í Venjingarskúlanum á sumri [...] av at heinta ber. Mangan er hann vaktur á miðjari nátt fyri at verða við á eitt nú “hyben-veiðu” í prikandi runnum, fyri síðani at reinsa tær saman við Kaare á terassuni til seint um kvøldið, meðan [...] tín serstaka dám á Føroya Studentaskúla og Hf-skeið, bæði sum undirvísari og sum bókavørður. Hvat hevði skúlin verið uttan títt ídni, tín eldhuga og tín stóra áhuga! Vit hava ikki tal á, hvussu ofta vit
alsamt vaksandi laksavinnu. Á einum øki mátti Hans tó geva upp, og tað var í politikki. Hann stillaði upp fyri mongum árum síðan fyri Sjálvstýrisflokkin. Hansara sjónarmið á valfundum vóru minst líka skilagóð [...] ikki gingið. Tí verður ynskt teimum báðum tillukku við hesum “støvets år”, sum tó ikki merkja Hans á nakran hátt! ó.
Winther higar at fáa skil á kirkjuviðurskiftunum., og hann legðist ikki á boðini. Longu í 1782 varð nýggjur kirkjugarður vígdur á Svínaryggi, og prestur tók sær skjótt bústað á garðinum í Sandagerði. Øll [...] eisini, tá ið Skipar Hansen sigldi upp á Føroyar, og Roosenmeyer og Floor stýrdu í Vágsbotni. Í 1780’unum búðu 600 fólk í Havn. Bæði kirkja og kirkjugarður úti á Reyni vóru vorðin ov lítil, og í hesum [...] fyrireikað og bygd – ikki úti á Reyni, men her skamt norðanfyri býarmarkið, ið tá var. Nógv varð gjørt burtur úr kirkjuvígsluni. Gingið varð í skrúðgongu úr gomlu kirkjuni á Reyni, og hátíðarsaluttur varð
Winther higar at fáa skil á kirkjuviðurskiftunum., og hann legðist ikki á boðini. Longu í 1782 varð nýggjur kirkjugarður vígdur á Svínaryggi, og prestur tók sær skjótt bústað á garðinum í Sandagerði. Øll [...] eisini, tá ið Skipar Hansen sigldi upp á Føroyar, og Roosenmeyer og Floor stýrdu í Vágsbotni. Í 1780’unum búðu 600 fólk í Havn. Bæði kirkja og kirkjugarður úti á Reyni vóru vorðin ov lítil, og í hesum [...] fyrireikað og bygd – ikki úti á Reyni, men her skamt norðanfyri býarmarkið, ið tá var. Nógv varð gjørt burtur úr kirkjuvígsluni. Gingið varð í skrúðgongu úr gomlu kirkjuni á Reyni, og hátíðarsaluttur varð
er við sorgblídni, at eg siti á skiparakamarinum umborð á Norrönu og skrivi nøkur orð um teg, vinurin. Vit møttust í februar 2012, tá vit báðir blivu starvsfelagar umborð á Norrönu. Vit vóru saman umborð [...] ferðafólk vóru umborð, og tað sást týðiliga, at ferðafólkini høvdu stórt álit á tær og bóru tær alsk. Serliga vil eg leggja dent á, hvussu avbera væl tú dugdi at vera vertur fyri ferðafólkini umborð. Tær dámdi [...] dámdi væl at bjóða ferðafólki, tú kendi, og ferðafólki, ið høvdu týdning fyri felagið, á matstovu og upp á brúnna. Altíð fryntligur, í góðum lag og hevði lætt til látur. Tú vart maðurin, sum meistraði
vilja at finna inn til tað, sum er føroysk roynd og kensla og at bera tað fram í myndum loystum úr tíð. Á hansara 90 ára degi takka vit Janusi fyri hansara stóra og áhaldandi arbeiði føroyskari list at frama
fingið. Vit hava øll tann sama grundleggjandi tørvin, á vernd og virðing, á tryggleika og trivnaði, á kærleika og nærleika. Tit hava mint okkum á týdningin av, at vit møta okkara medmenniskjum; Ikki við [...] burturúr, har øll sleppa uppí part, har vit øll sleppa við til borðs. Enn eru vit ikki komin á mál. Men vit eru væl á veg. Og stóra luttøkan í kvøld boðar frá góðum. Eftir mínum tykki hava vit nógv at gleðast [...] møguleikan at skapa sær eitt gott lív; Tað er ikki løtuverk. Og enn eru vit ikki, í øllum lutum, komin á mál. Men uttan Javna, sum í hálvthundrað ár hevur stríðst fyri at menna umstøðurnar hjá teimum við
orð á blað bæði í bundnum og óbundnum máli. Farin um konfirmeringsaldur royndi hann tað sama, sum so mangur bygdadrongur undan honum. Hann fór til skips eitt skifti, men bókin dró hann aftur upp á turt [...] Hvønn morgun fer hann snimma á føtur, fær sær ein drekkamunn og leitar síðan yvir at onkrum av mongu arbeiðsborðum sínum, har pappír hópar seg upp í mappum við ymsum frámerkjum á. Hetta eru bøkur, hann er [...] eitt bókasavn og ein tekniskan skúla, har hann í fleiri ár var formaður. Eisini var hann blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum í ein mansaldur. Seinni í 1960’unum, tá ið Jóhannes Andreas Næs fekk aðrar uppgávur