det. Jeg har jo god og prøvet Hjælp paa Kontoret, og alle Hans underordnede baade paa Kontoret og i Pakhusene har lovet at blive hos mig og at støtte mig. De holdt saa meget af Hans, og hvor kunde de andet [...] sum kom í húsið, og hon helt eisini sambandið eftir, at Anna Bertha var farin. Eina ferð, tá ið hon var niðri og Ebba Müller var í Danmark og vitjaði systur sína Gudrun, ringdi Ebba eftir Onnu Berthu at [...] smáum synum, og hon vil fegin at teir skulu vaksa upp í Føroyum. Hon ger av at blíva verandi her, og hon fekk stuðul til tess frá øllum. Ebba gjørdist reiðari og fekk avgreiðsluna av DFDS eftir mannin. Í
føroyinga. Og so er bara “innari múrurin” eftir, Fólkakirkjan og kristnu samkomurnar í landi okkara. - Vit vita ikki, hvat hendir landi okkara innan tað almenna og tað kirkjuliga. Men tryggleikin og virðis [...] múrarnir við Føroya løgting og føroysku fólkakirkjuna og samkomurnar. Hann vil vera við, at um løgtingið samtykkir uppskotið um broyting í hjúnabandslógini, so er fyrsti múrurin fallin og tann næsti stendur fyri [...] gongur at fella tann “innara múrin” um hjúnabandið millum mann og konu, eftir at tann “ytri” er fallin, síggja vit t.d. í Danmark, Íslandi og Grønlandi. Har standa kirkjurnar nú opnar at gifta samkynd. Presturin
gjørdust varnir, fóru land og kommunur undir skattahækkingar og útreiðsluskerjingar. Sosialu og fíggjarligur avleiðingar merktu flest øll her á landi, og fleiri valdu at stinga í sekkin og rýma. Talva 3.2 vísir [...] búskapin, og merkir hetta millum annað inflatión og mist kappingarføri, sum eru avleiðingarnar av einum konjukturviðgangandi fíggjarpolitikki. Javnvágin millum inntøkur og útreiðslur er brotin eftir 2007, [...] i fíggjarpolitikk og verður hugsað um sosialu og búskaparligu avleiðingarnar, sum eru lýstar omanfyri, so er hetta ein óheppin gongd. Møguligar loysnir frameftir? Tá ein leitir eftir loysnum, velur ein
umborð, meðan skipið lá uttaná einum frystifarmaskipi, sum lá við nýggja havnarlagið á Oyrareingjum. Athena var komin á Kollafjørð við veiði, sum skuldi skipast umborð á frystifarmaskipið, og tað var manningin [...] Í fyrsta lagi hava vit verið umborð á skipinum og hava fingið staðfest, hvat fer fram. Nú fara vit at kanna eftir, um brot eru framd á útlendingalógina og møguligar kunngerðir, sum eru galdandi í Føroyum [...] loyvi at arbeiða umborð, meðan skipið er í føroyskum sjógvi og føroyskari havn. Kannar málið - Vit eru eftirlitsmyndugleiki á útlendingaøkinum, og tí var tað okkara uppgáva at fáa staðfest, hvat fer fram
forgarðin rundan um tabernaklið og altarið og hongdi upp forhangið fyri portur forgarðsins. – Nú var Móses liðugur við verkið. Tá legði skýggið seg niður á samkomutjaldið, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið; [...] Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud! Sálmur 90,2. Hetta er ófatuligt, hetta er omanfyri tað, sum vit kunnu hugsa, og enn minni kunnu vit skilja [...] ar at umskera seg og halda lógina. Teir vóru jú ikki umskornir. 0g í Efesusbrævinum sigur Paulus í 2. kap. soleiðis: Minnist tí, at tit áður – tit, sum vóru heidningar í holdinum og vórðu kallaðir óumskornir
Starvsnevnd og forseta meira at seta framtíðar kósina og ansa eftir, at hendan verður hildin. Tá eru vit í eini støðu, har vit hava funktiónir og starvsfólk, sum útføra arbeiðið, meðan vit mynda, og stýra [...] Hetta var júst eftir eitt tíðarskeið, har øll starvsnevndin hevði verið uttanlands í ymiskum landsliðsørindum, og nú allir vóru komnir aftur, kallaði eg alt fyri eitt inn til fundar. - Og týsdagin í næst [...] Starvsnevndini, og tí velji eg at fáa feløgini við í leikin. Støðan hjá okkum var púrasta fastlæst, og tí metti eg tað vera rætt, at feløgini komu til orðanna. Vit eru jú umboðini hjá teimum, og tá vit ikki
skein bæði myndaliga talað og veruliga hendan sunnudagin, 21. juli 2013. Og so slóknaði! Frøi og gleimur eftir væleydnaðar Oyggjaleikir, har tín lutur ikki lá eftir, Høgni, vórðu við eitt vend til [...] til ófatiliga vanlukku, sorg og trega. Orð eru fátæk, verður tikið til. Og ja, í hesum døgum kennast orð so ómetaliga fátæk. - Og tó, í øllum tí syrgiliga og ófatiliga mugu vit halda áfram at seta [...] Høgni, - tú vart álitið so mangastaðni, heima hjá tíni elskaðu og fjálgu familju eins og úti í arbeiðs- og frítíðarlívinum. Sorgin og saknurin eru ovurhonds stór allastaðni, har tú hevur ferðast
á Skála og í Søldarfirði, verða klárir at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina, heldur barnagarðurin og vøggustovan í Skálafirði uppat, og børn og starvsfólk flyta út á nýggju stovnarnar, eins og nøkur børn [...] annað er bústovnur og hitt er sambýli – í báðum føri er talan um fólk við menningartarni. Nansy sá eina lýsing eftir pedagogum, meðan hon var við at gera seg lidnað á skúlanum. Hon søkti og fekk starvið. - [...] Hvalvík. Tey søktu eftir leiðara. Eg gjørdi av at søkja. Hugsaði, at fekk eg ikki starvið, so hevði eg í hvussu er roynt – men eg fekk starvið. Við Kráir lá barnatalið um 40-60 børn, og aftrat hesum fevndi
Jógvani, og Eileen. Mamma og babba eiga eisini 10 barnabørn og 4 langommu- og langabbabørn. Mamma og babba hava givið okkum systkjununum ein góðan og tryggan uppvøkstur. Mamma vildi helst vera heima og fjálga [...] um og minnist aftur á við gleði. Mamma kom heilt ung at kenna babba – Jógvan Tróndheim, og tey giftust og búsettust í Klaksvík. Ta fyrstu tíðina búðu tey í kjallaranum hjá Ingrid, systir mammu, og Jákup [...] fylgja væl við ítróttinum. Hon kennir væl fólk og minnist væl til. Tá vit sita og tosa um okkurt, og vit ivast nær okkurt hendi, so veit mamma ofta bæði dato og árstal. Ofta tekur hon til, at tað var sama
mýkir vøddar og spengur og kínir og strýkur, so at konan verður óstill, andar djúpt og sendir bønandi og stimbrandi eygnakøst. Hon leggur seg á ryggin, og yvirlæknin mýkir og strýkur og knoðar og nippar í [...] okkurt við hand-. Og útvarpsfólkini (og nógv onnur, sum eru ósikkur í føroyskum) hoppa eftir og brúka tann óføroyska formin. Í øðrum londum duga fólk at fáast við mál og málbøkur og registrera allar formar [...] fingið vomb og vil og langa og mør og koku. Tó hevur eingin enn fingið rukkulakka, og tað kemst helst av, at føroyingar ikki eru jóturdýr. Heldur ikki er nakar sjúklingur sæddur enn við hornum og hala. Alt