Møgulig ákæra móti Athenu

- Í fyrsta lagi hava vit verið umborð á skipinum og hava fingið staðfest, hvat fer fram. Nú fara vit at kanna eftir, um brot eru framd á útlendingalógina og møguligar kunngerðir, sum eru galdandi í Føroyum, sigur Bergleif Brimvík, politikommiserur

EFTIRLIT

Seinnapartin mikudagin var løgreglan umborð á stóra fiskiskipinum Athenu, sum Thor í Hósvík eigur. Løgreglan fór umborð, meðan skipið lá uttaná einum frystifarmaskipi, sum lá við nýggja havnarlagið á Oyrareingjum.
Athena var komin á Kollafjørð við veiði, sum skuldi skipast umborð á frystifarmaskipið, og tað var manningin umborð, sum skipaði veiðina yvir.
Bergleif Brimvík, politikommiserur, sigur, at orsøkin til, at løgreglan fór umborð á Athenu, er, at ivi hevur verið sáddur um, hvørt útlendska manningin umborð á Athenu hevur loyvi at arbeiða umborð, meðan skipið er í føroyskum sjógvi og føroyskari havn.

Kannar málið
- Vit eru eftirlitsmyndugleiki á útlendingaøkinum, og tí var tað okkara uppgáva at fáa staðfest, hvat fer fram umborð á skipinum.
Politikommiserurin vísir á, at fyribils er staðfest, at tað var manningin umborð á Athenu, sum skipaði veiðina av Athenu og umborð á frystifarmaskipið.
- Sambært svarinum, sum landsstýriskvinnan hevur fingið frá danska Integratiónsministeriinum, kann umskiping fara fram innanfyri 12 fjórðingar, men eg havi skilt, at slík umskiping við útlendskari arbeiðsmegi ikki eigur at fara fram, meðan skipið liggur við bryggju.
Bergleif Brimvík leggur kortini aftrat, at løgreglan fer at hyggja nærri at
málinum og svarinum hjá Integratiónsministeriinum, áðrenn støða verður tikin til, um meiri skal henda.

Møgulig ákæra
Spurdur, um væntast kann, at ákæra møguliga verður reist móti reiðarínum, sigur politikommiserurin, at tað dugir hann einki at siga um í løtuni.
- Í fyrsta lagi hava vit verið umborð á skipinum og hava fingið staðfest, hvat fer fram. Nú fara vit at kanna eftir, um brot eru framd á útlendingalógina og møguligar kunngerðir, sum eru galdandi í Føroyum.
Sum skilst á Bergleifi Brimvík er tað ikki óhugsandi, at løgreglan fer at reisa ákæru móti reiðarínum, men fyrst skulu neyðugu kanningarnar gerast, og fyrr enn málið og viðurskiftini eru kannað út í æsir, dugir hann ikki við vissu at siga, hvussu verður.
Hann væntar tó ikki, at tað fer at taka langa tíð, áðrenn ein niðurstøða fyriliggur í hesum máli.
- Í løtuni dugi eg ikki at siga, hvat útfallið verður – antin ákæra verður reist í málinum ella ikki, sigur Bergleif Brimvík, politikommiserur.