Nógv verður sagt og skrivað um kristindóm, bíbliuna osf. í hesum døgum. Fólk hava meiningar um Gamla Testamenti, Nýggja Testamenti og alt møguligt. Í summum førum sær man, at tað er ikki veruligt álvara aftanfyri, men helst bert spott.
Nú er fyrst at siga, at menniskju, sum ikki eru endurføtt við Anda Guds, kunnu ikki skilja tær heilagu skriftirnar. Eingin skilir tær til fulnar, heldur ikki børn Guds.
Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara! Es. 55, 9.
Eg havi ongantíð fyrr hugsað so nógv um hetta sum nú - hetta at Gud hevur altíð verið, er og fer altíð at vera.
Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud! Sálmur 90,2.
Hetta er ófatuligt, hetta er omanfyri tað, sum vit kunnu hugsa, og enn minni kunnu vit skilja hetta.
Er tað ikki tápuligt at vit diskutera um hesa ómetaligu veru, hendan stóra Andan, sum um hann er á jøvnum føti við okkum. Men aftur til tað sum eg byrjaði við.
Óiva eru tað mangir føroyingar, sum ikki kenna nógv til skriftirnar. Eisini persónliga trúgvandi menniskju. Bíblian hevur verið lisin upp í kirkjunum í fleiri øldir, men haðani hoyrir man ikki nógv úr Gamla Testamenti. Prestarnir prædika út av frammanundan útvaldum tekstum, og hetta er so ár eftir ár. Men Paulus ápostul sigur, at øll skriftin er nyttulig til lærdóm. 2. Timoteusbr. 3,16.
Eisini innan fyri samkomur í Føroyum kundi verðið lært meir, enn vit gera, læran hevur ógvuliga stóran týdning. Bíblian er ikki bara ein gomul svørt bók, sum summi eru farin at kalla hana, men lærurík og einasta bók í heiminum, sum gevur okkum eina vón. Gamla Testamenti er ein undurfull bók, full av lærdómi um Kristus og sera áhugaverd eisini. Tað var henni Jesus lærdi úr, tá ið hann aftaná uppreisnina fylgdist við tveimum lærisveinum til Emaus, og tað stendur, at hann lat upp skriftirnar fyri teimum. Lukas 24.
Tað, sum eg nú fari at nema eitt sindur við, er Móselóg. Í øllum hesum sum skrivað verður, verður onkuntíð tikið til Móselóg, sum at allar fyriskipanirnar har vóru givnar til okkum øll at halda. Hetta er ikki so. Móselóg vísir okkum krøv Guds og serliga tey 10 boðini. Men allar fyriskipanirnar í Mósebókunum eru ikki ætlaðar okkum, sum ikki eru jødar, tær vóru ætlaðar ísraelsfólkið og givnar undir heilt serstøkum umstøðum. Tað var ein heilt serlig tíð, tá ið Gud gav ísraelsfólkið lógina.
Tó dømir lógin okkum øll, sum Rómbr. sigur:
“– Nú vita vit, at alt, ið lógin sigur, talar hon til teirra, sum undir lógini eru, fyri at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Gudi.” 3,19.
Men lógin, sum so, og allar fyriskipanirnar vóru bara givnar til ísraelsfólk, sum longu sagt. Vit síggja hetta t. d. í Ápostlasøguni, 15. kap., tá ið heidningarnir byrjaðu at koma til trúgv, at tá vóru tað summir jødar, sum vildu hava heidningarnar at umskera seg og halda lógina. Teir vóru jú ikki umskornir. 0g í Efesusbrævinum sigur Paulus í 2. kap. soleiðis:
Minnist tí, at tit áður – tit, sum vóru heidningar í holdinum og vórðu kallaðir óumskornir av hini sokallaðu umskering, sum verður gjørd í holdinum við hondini – minnist, at tit ta tíðina stóðu uttan fyri Kristus, útistongd frá borgararætti Ísraels og lyftissáttmálunum fremmand, uttan vón og uttan Gud í heiminum! Vers 11-12.
Heidningarnir stóðu uttanfyri og vóru tískil aldri bidnir um at halda allar fyriskipanirnar, sum Ísrael hevði fingið. So skriftin vísir týðuliga á, at tað var jødunum, teimum umskornu, lógin og allar fyriskipanirnar vóru givnar og ikki heidningum. Harafturímóti sigur Ápostlasøgan 14,16, at Gud lat í farnum tíðum allar heidningarnar ganga sínar egnu vegir.
Hendan tíðin, tá ið Gud gav ísraelsmonnum allar tær mongu fyriskipanir, sum okkum kunnu tykjast løgnar og ringar at skilja, var ein heilt serlig tíð. Gud vildi nú koma niður at búgva hjá fólki sínum, og tí skuldi ein halgidómur byggjast.
Í 2. Mósebók 25. kapitli sigur Gud við Móses, at ísraelsmenn skuldu koma við gávum, og at teir skuldu gera ein halgidóm. Vers 8 sigur: Teir skulu gera mær halgidóm; so skal eg búgva millum teirra. Í 40. kapitli í somu bók lesa vit, at arbeiðið uppá samkomutjaldið var liðugt:
So reisti hann forgarðin rundan um tabernaklið og altarið og hongdi upp forhangið fyri portur forgarðsins. – Nú var Móses liðugur við verkið. Tá legði skýggið seg niður á samkomutjaldið, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið; Móses fekk ikki farið inn í samkomutjaldið, av tí at skýggið hvíldi á tí, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið. Men á allari ferð síni hildu Ísraelsmenn avstað, táið skýggið lætti av tabernaklinum; og táið skýggið ikki lætti, fóru teir ikki avstað, men bíðaðu til tann dag, táið tað aftur lætti. Tí skýggj HARRANS lá á tabernaklinum um dagin, og um náttina lýsti eldur í skýnum fyri eygum Ísraelsmanna, á allari ferð teirra. 2. Mós. 40, 33-38.
Hetta var stórbær tíð í søgu ísraelsmanna, men teir kláraðu ikki at liva upp til tað høga kall teir stóðu í, og tað gekk bara niður á bakka, inntil teir at enda mistu landið, sum Gud hevði givið teimum.
Framhald.