Fótbóltur
- Eg varð somikið skelkaður um hetta málið, at eg svav slettis ikki. Hetta var júst eftir eitt tíðarskeið, har øll starvsnevndin hevði verið uttanlands í ymiskum landsliðsørindum, og nú allir vóru komnir aftur, kallaði eg alt fyri eitt inn til fundar.
- Og týsdagin í næst seinastu viku eksploderar málið so. Vit finna onga semju í Starvsnevndini, og tí velji eg at fáa feløgini við í leikin. Støðan hjá okkum var púrasta fastlæst, og tí metti eg tað vera rætt, at feløgini komu til orðanna. Vit eru jú umboðini hjá teimum, og tá vit ikki kundu semjast um hetta, máttu onnur koma til. Tí nevndin fekk ikki arbeitt.
FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, tykist so ella so framvegis ikki at vera heilt í javnvág við seg sjálvan eftir tað, sum er hent í FSF seinastu 14 dagarnar. Tvær vikur, sum hava sent felagsskapin í kanska størstu diplomatisku kreppuna, sum felagsskapurin hevur verið í, og sum fyribils hevur kostað aðalskrivaranum starvið.
Kroniskur minniluti
Forsetaskeiðið, sum Høgni í Stórustovu higartil hevur sitið, hevur verið nakað rumblut. Og tað er ikki nakað, sum hann roynir at dylja.
Og sjálvur ásannar hann eisini, at hann kanska var nakað naivur, tá hann tók av áheitanini um at stilla upp. Hetta hóast hann tá visti, at ein meiriluti av Starvsnevndini ikki ynskti, at Høgni stillaði upp móti tá sitandi forsetanum.
- Tá áheitanin kom, fekk eg samstundis at vita, at eg sum so ikki nýttist at fara út at reka valstríð. At tað var í lagi, at eg gekk stillisliga, meðan onnur róku. Men tað ynski eg ikki, og vendi mær sjálvur til feløgini við boðskapi mínum.
- Eg segði við sitandi nevnd, at eg stillaði upp, og eg greiddi frá, hvørjar ætlanir eg hevði. Alt fyri eitt fekk eg ymsar konspiratiónsteoriir settar ímóti mær, og tað hevur gjørt, at órógv hevur verið alla tíðina, og at tað ikki hevur verið serliga arbeiðsligt hjá mær í nevndini. Hetta á tann hátt, at eg mest sum støðugt havi sitið í minniluta, og tað er sjálvandi ikki nøkur optimal støða.
Angrar tú, at tú stillaði upp móti viljanum hjá meirilutan av nevndini, ella eru ting, sum vildi gjørt øðrvísi, um tú stóð í somu støðu umaftur?
- Eg hevði nokk gjørt tað øðrvísi á tann hátt, at eg hevði tikið kampin upp alt fyri eitt. Eg var nokk ov naivur á tann hátt, at eg helt, at bara eg arbeiddi miðvíst og sakliga, so kom samstarvið av sær sjálvum. Og har skuldi eg nokk bara tikið skrædlið alt fyri eitt.
Minnilutastøðan, sum tú hevur sitið í, hevur eisini reist spurningin, um forsetin eigur at veljast beinleiðis, ella um nevndin skal skipa seg sjálv. Hvør er tín áskoðan á hetta?
- Eg haldi avgjørt, at forsetin eigur at veljast beinleiðis. Tað kann sjálvandi geva eina óhepna støðu, um forsetin er í minniluta, men hinvegin haldi eg eisini, at tað gevur eina eyka styrki. Forsetin hevur í dag nakar púra greiðar skyldur, og tí er tað neyðugt, at hann hevur mandat beinleiðis frá feløgunum.
Neyðugar broytingar
Fundurin, sum feløgini høvdu seinasta leygardag, var ikki bert íkomin av aktuellu støðuni, sum var uppstaðin.
Fundurin var eisini úrslit av, at fleiri av feløgunum ígjøgnum longri tíð hava tosað um, at broytingar eru neyðugar innan felagsskapin. Og Høgni í Stórustovu er als ikki ósamdur í, at broytingar mugu gerast, eoleiðis at betri javnvág fæst ímillum politiska og umsitingarliga apparatið.
- Tað byrjar kanska av álvara, tá vit skifta okkara lógarverk út. Meira ella minni eru okkara lógir ein beinleiðis umseting av standard-reglugerðunum hjá FIFA, og so hildu tey flestu, at nú var alt gott.
- Samstundis gloymdu vit tó eina rúgvu av øðrum viðurskiftum, sum vit áttu at updatera samstundis, og tað hevur givið nakrar trupulleikar. Tí tú gert samstundis felagsskapin nógv meira kompliseraðan. Tú fært eitt øðrvísi ábyrgdarbýti, og vit hava als ikki gjørt okkum greitt, hvat skal til, fyri at vit skulu liva upp til hetta.
- Hartil er FSF í dag eitt skrivstovuveldi, har vit ikki hava skipað tann ítróttarliga partin nóg væl. Og yvirskipað mangla vit eisini tann langsiktaða partin.
Er tað ikki eisini úrslit av, at politiska leiðslan ikki hevur verið nóg sterk. Ella kanska ikki hevur havt tíð til at vera nóg sterk?
- Talan er um leikfólk, sum hava góðan vilja, og sum vilja fótbóltinum alt tað besta. Tað vilja vit øll, men tann góði viljin røkkur bara til eitt vist. Uttan at niðurgera nakran sum helst, so er tað eitt faktum, at feløgini kanska ikki hava hugsað so nógv um leiðsluførleikar, tá fólk eru vald í starvsnevndina.
- Tað, sum nú er hent, er kanska keðiligt. Men hetta hevur samstundis verið gott á tann hátt, at vit nú hava víst, at vit hava ein livandi felagsskap. Fyrr hevur tað kanska verið ov nógv tann vegin, at feløgini hava valt sínar limir í Starvsnevndina, og annars bara eru flákraðir avstað. Nú hava vit fingið greið boð um nøkur viðurskifti, og soleiðis eigur tað at vera.
Mugu koma víðari
Stóri spurningurin her og nú er, hvussu FSF sum felagsskapur sleppur víðari, eftir at eitt mál sum hetta hevur sett tvíbýtið í Starvsnevndini í ljósan loga. Og her hevur Høgni í Stórustovu onga patentloysn.
- Tað er nakað, sum eg framvegis hugsi sera nógv um, og enn er alt rokið kanska ov feskt. Men tað alstóran týdning, at vit so ella so megna at finna nakrar semjur, tí tað vildi verið ein ólukka, um vit um fýra mánaðir koma til ein aðalfund, har sama stríðið framvegis stendur i ljósum loga.
Men tað eru væl meira enn orð, tá feløgini við einari rødd hava sagt tykkum, at nú skulu tit sjey í Starvsnevndini altso til at finna útav tingunum?
- Ja, tað er tað. Men hinvegin fært tú ikki burturforklára, at nevndin í løtuni gongur í tveimum. Og tað má ikki vera so, at starvsnevndin konsekvent arbeiðir í minniluta og meiriluta. Sjálvandi kunnu ósemjur vera um mál, men hetta má ikki verða ein kronisk støða hjá okkum. Loyaliteturin hjá Starvsnevndini eigur at liggja í teimum endamálsorðingum, sum eru fyri nevndina, og tí eiga vit ikki at hava tíð til hetta.
Aðra staðni hevur tú ikki støðuna, har starvsnevndarlimir burturav manna allar undirnevndir. Er tað ikki ein støða, ið mest sum leggur upp til rok av tí slagnum, sum vit støðugt hava sæð um einstøk mál. Ikki bara í ár – men yvirhøvur.
- Avgjørt. Ikki bara um ítróttarliga partin, men eisini viðvíkjandi umsitingarliga partinum. Ideelt sæð, so skuldi tað verið so, at málini koma fyri hjá ymsu nevndunum við greiðum tilmælum, og so verður starvsnevndin á tann hátt bara eitt stempulkontór. Starvsnevndin eigur at seta kós og gera karmarnar, men vit eiga ikki at skula í meteriuna í einstøku málunum.
- Og tekur tú støðuna við spæliloyvum, leikbannum v.m., so eru hetta ting, sum kunnu loysast tekniskt. Og tað má nú vera nakað, sum bara skal gerast.
Ikki toppløntan forseta
Eitt, sum eisini er nevnt, nú tosað hevur verið um framtíðina hjá FSF, er, um forsetin skal vera løntur. Nú veit eg ikki, um tú ert ógegnuður at svara tí spurninginum, men er hesin sessurin ikki vorðin so krevjandi, at hann eigur at vera løntur.
- Eg haldi ikki, at tað er nøkur loysn upp á verandi støðu, tí tað nýtist ikki at loysa nakað í sjálvum sær. Spurningurin er eisini, hvar hesar krónurnar verða best brúktar. Eru tær best brúktar við at hava ein fulltíðar løntan forseta, ella skulu vit kanska heldur hugsa um ein tekniskan stjóra, sum hevur ítróttarliga ábyrgd í FSF. Nakrar venjarar, sum kunnu virka sum konsulentar út í feløgini og kanska eisini servitan av ymsum slag? Tey tingini haldi eg avgjørt ikki, at vit eiga at undirmeta, men samstundis síggi eg eisini væl, at forsetasessurin krevur nógva tíð.
- Og eg haldi avgjørt, at nevndin sum so eigur at samsýnast við eitt nú fundarpengum. Men skulu vit inn at tosa um løn til forsetan, so mugu vit púra greitt hava definera leiklutin hjá forsetanum, áðrenn hetta verður gjørt, tí annars loysa vit ikki nakran trupulleika.
- Men tað snýr seg aftur um organisatión. Hava vit eina nóg sterka organisatión, har ítróttarligi parturin eisini verður raðfestur, so verður leikluturin hjá Starvsnevnd og forseta meira at seta framtíðar kósina og ansa eftir, at hendan verður hildin. Tá eru vit í eini støðu, har vit hava funktiónir og starvsfólk, sum útføra arbeiðið, meðan vit mynda, og stýra felagsskapinum við ábyrgd, og tað vildi verið ein nógv betur støða.
Og skuldi forsetin tá eisini verið valdur fyri fýra ár, soleiðis sum nevnt hevur verið?
- Tað haldi eg avgjørt. Tað var eisini partur av regluverkinum, sum vit hava umsett, men tá hava vit so valt tvey heldur enn fýra ár. Við at velja forsetan fyri fýra ár, kann hesin í størri mun hugsa langt og stórt, so tað haldi eg heilt avgjørt, at vit eiga at gera.
Svarar til feløgini
At enda, Høgni í Stórustovu. Tað hevur verið ófriðarligt í tvey ár, og tosað hevur verið um eina umskipan av felagsskapinum og kanska eisini nýggjar nevndarlimir. Hvar sært tú teg sjálvan í øllum hesum. Ella við øðrum orðum – ert tú eisini fótbóltsforseti, tá vit eru farin fram við februar mánaði?
- Eg eri farin inn í hetta av fullum hjartað, og rokið, sum nú hevur verið, hevur á ongan hátt forskrekt meg. Vit standa á einum vegamóti eftir at vit hava havt eina sera trupla tíð. Nú ræður um at seta kósina av nýggjum, og tað er tað, sum tað heila snýr seg um.
Og tað vildi kanska eisini verið eitt sindur feigt, um tú nú rann avstað, eftir at hava sparkað bóltin á rull?
- Tað er í øllum førum tann einasta loysnin, sum eg ikki havi viljað, nú tað hevur leikað so hart á. Nemliga at eg bara kastaði frá mær, meðan alt lá í andaleypi. Er tað nakað, sum eg havi hildið fast um í hesum, so er tað júst mandatið sum forseti valdur av feløgunum.
- Eg havi verið noyddur at handla út frá tí, sum hevur verið mín ábyrgd, og í slíkum støðum kann eg ikki fara upp á kompromis í nøkrum. Eg svarið til feløgini, tí tað eru tey, sum hava valt meg, sigur FSF-forsetin at enda.