august og listaframsýning á páskum. Sigvaldi dámar væl úti í náttúruni, at fara á flot ella ein túr í hagan, og hann hevur ferðast nógv saman við familjuni. Vit minnast við gleði aftur á 70 ára føðingardag hansara [...] beiggjarnir eru enn á lívi. Eftir kríggið fór Sigvald, 16 ára gamal til Havnar, at ganga í skúla. Hann tók studentsprógv í 1950 og fór síðan at lesa til lækna. Eftir at hava arbeitt nøkur ár á sjúkarhúsinum [...] Hetta broyttist nógv, tá vit synirnir settu búgv, og hann um somu tíð flutti í egin hús. Nú aftrar hann seg hvørki við at stoypa, smíða ella skrúva. Hann er altíð góður at heita á til at rætta eina hjálpandi
Vestmanna og bara 19 vilja leggja saman við Vágum. Fimm bygdir eru í Kvívíkar Kommunu: Kvívík, Válur, Stykkið, Leynar og Skælingur. Fáa sín vilja - Vit eru sinnað at akta fólksins vilja. Tað er stutta niðurstøðan [...] men tá ið bygdaráðsfundur verður aftur í Kvívík, verður málið tikið upp. - Tað eru spurningar, sum hesir, ið greiða má fáast á. Dánjal Petur Múller sigur, at landsstýrið má eisini kunnast um ætlanina og so [...] - Hinvegin eigur kommunan so at samstarva við aðrar kommunur um uppgávur, sum vit ikki makta at loysa einsamallir. Men nú fólkið hevur talað sítt greiða mál, er hann fúsur at taka tað til eftirtektar.
um fígging Hans Eli Dahl, stjóri á sernámsdeplinum, vísti á, at eitt skúlatilboð fyri ung við menningartarni, bert er ein spurningur um fígging. Hann vísti eisini á munin millum tað mekaniska sjónarmiðið [...] Evnið á landsstevnuni hesaferð var: "At menna menningartarnað" Fitt av fólki var samankomið í samkomuhøllini á Landssjúkrahúsinum at hoyra, hvat landsstýrismaðurin við mentamálum, løgtingsumboð úr samgongu [...] sær ein framhaldsskúla fyri ung við breki. Hon legði dent á, at øll orka eigur at verða løgd í at læra tey ungu at verða so sjálvbjargin, sum tey nú einaferð megna. At skúlin má geva teimum avbjóðingar og
broytiliga rentu, tí rentan á bústaðar- og nýtslulánum í føroyskum bankum er broytilig, meðan rentan á bústaðarlánum í donskum realkredittstovnum er føst í ávísum tíðarskeiðum á eitt nú 3, 5 ella 30 ár, alt eftir [...] søguliga lágt, og tað er framvegis avlop á handilsjavnanum. Sambært føroysku bankunum eru húsarhaldini munandi betri fyri í dag, enn tey vóru undir fíggjarkreppuni; tey eru millum annað ikki eins skuldsett, sum [...] drúgvum nýtsluvørum, eitt nú bilar ella húsbúnaður, er minkaður, meðan gerandisvørur eru farnar at fylla ein størri part av samlaðu nýtsluni. Økta rentustøðið sæst partvíst aftur á sethúsamarknaðinum, sum
og brúksvatn. Útveggir og tekja eru bjálvað við 40 cm træull. Gólvið er bjálvað við 30 cm. Harumframt eru A-merktir orkurútar, sum hava eitt U-virði á 1,0. Kuldabrýr eru sera avmarkaðar við brúkta byggihátti [...] húsini eru ótøtt. Verða húsini tættað ber til at spara góð 20 prosent. Hvussu standurin er í føroyskum sethúsum veit eingin. Eingi hagtøl eru at finna, ið kunnu lýsa hetta. Men roknast kann við, at vit við [...] jørðini og kunnu tí hava óheppin árin á gróðurin. Orkumerking til ávísa orkunýtslu Tey krøv sett verða í byggisamtyktum til orkunýtslu í sethúsum og øðrum bygningum eru á ongan hátt brúkilig til dagsins samfelag
arbeiðið og náttverði. Sunda Pensinistafelag Vit hittast í Blákolluni á Oyri, mánakvøldið 6. februar Kl 19 Freslsunarherurin, Vágur Fríggjadagin kl 09.30 Orðið á borðið Sunnudagin kl 11.00 sunnudagsskúli [...] Týsdag er fimleikur. Eisini verður telduundirvísing. Bløðini eru til taks, og ein góður drekkamuður. Øll eru vælkomin. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið.?Kundi tú hugsað [...] Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). Al-Anonfundur er týskvøld kl. 21 í Torvalds kaffi á kajini í
varð sagt á føroyskum, so var hansara meting aftaná, at hetta hevði verið ein heilt ótrúlig framførsla. -Eg var djúpt imponeraður yvir, hvussu væl tey spældu. Og tá ein so hugsar um, at hetta eru amatør- [...] í húsunum. -Her havi eg serliga lagt dent á at fáa at vita, hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman. Eg ynski líkasum at fáa eina status yvir støðuna beint nú, og síðani vita, hvørjar forbetringar kunnu [...] nær við ta føroysku nattúruna, - hesa somu upplivingina sum eg hevði longu tá eg steig í land á flogvøllinum á fyrsta sinni. Hava fólk fyrst verið í Føroyum eina ferð, so koma tey heilt vist aftur seinni
Vit eru, sum óteljandi aðrar leygarmorgnar, á veg á flot. Men áðrenn vit fara frá húsum, leypir pápi inn aftur - og kemur út við einum nylonsokki hjá mammu. Vit skuldu bunkra olju, og hann sílaði altíð [...] lutir - nógv, sum eisini var uppi á landi, æt okkurt annað úti á sjónum. Tað líkasum markaði munin millum lívið á landi og lívið umborð. Tá vit vóru á floti vóru vit ikki ordiliga partur av samfelagnum [...] viðhvørt á flot eftir arbeiðstíð í skúlanum. Hann kundi enntá fara ein túr áðrenn hann fór í skúla. Onkuntíð, t.d. tá upsarokið var á Munkagrunninum, bað hann um at verða rullaður úr songini og út á gólvið
Kamban, sum nú um dagar fylti 95 ár, er sonur teirra. Ein sonur, Kristoffur, doyði 16 ára gamal í 1933. Hann hevur verið umrøddur á hesi røð. So ungur hann var, var hann longu blaðstjóri á næmingablaðnum [...] Andreas Poulsen til Norðradals sum uppsitari á prestagarðinum og var har til 1828, tá ið hann flytir til Havnar. Systir hansara Anna var gift við bóndanum á Torvlagnum í Kaldbak. Foreldrini hjá Andreas [...] Hans Sørensen, ættaður úr Søldarfirði. Tey bæði, saman við dótrini Elspa Lena, eru eisini jarðað í gamla kirkjugarði. Vit fara at greiða frá teimum seinni í hesi røð. Skraddarin giftist aftur við Onnu
flestu næmingarnir á einum máli um, tá tey skuldu geva sína hugsan um Harry Potter til kennar fyri tí útsenda av Sosialinum. Vit sita í bleytum stólum úti í gongini í nýggja skúlanum á Kambsdali. Tá tú trínur [...] tað er gjørtligt at fáa ein skúla hugnaligan. Her er ikki tørvur á ábótum fyri sjey milliónir krónur sum aðrastaðni. 2.b á Studentaskúlanum á Kambsdali hevur lisið ensku barnabókina Harry Potter, sum verður [...] afturum seg. Alt er á gosi, hvørja ferð Rowling letur okkurt nýtt um Harry úr hondum, og Potter aldurnar hava ikki lagt seg enn. Tað fara tær heldur ikki tey næstu árini. Higartil eru fýra bøkur útgivnar