Bitin av Harry Potter

Harry Potter fepurin hevur rakt Føroyar, um enn kanska í minni mun enn aðrastaðni. Barnabókin um tann ikki heilt vanliga smádrongin í London, Harry Potter, er seld í fleiri eintøkum enn nøkur onnur bók kring heimin. Tá tann eina Harry Potter bókin í røðini av fýra er lisin ber ikki til at steðga á, men hinar mugu eisini lesast, vilja næmingar á Studentaskúlanum á Kambsdali vera við. Flokkurin hevur júst lisið bókina á enskum

Bøkurnar hjá Joanne Kathleen Rowling um Harry Potter hava sett heimsmet, hvat sølu viðvíkur. Tær fýra bøkurnar eru seldar í fleiri enn 35 milliónum eintøkum kring heimin, og Harry Potter er týddur til 35 ymisk tungumál.

Rithøvundurin Rowling hevur fingið eini 500 milliónir dollarar frá søluni av Harry Potter. Hon líður onga fíggjarliga neyð fyribils.

Tá tann fjórða bókin í røðini varð útgivin fyri stuttum, varð hon prentað í 5,3 milliónum eintøkum. Hetta er eisini met fyri fyrsta upplag.

John Grisham og Stephen King kunnu bara fara heim at leggja seg, tí Rowling hevur langtsíðan lagt teir báðar fleiri bátslongdir afturum seg.

Alt er á gosi, hvørja ferð Rowling letur okkurt nýtt um Harry úr hondum, og Potter aldurnar hava ikki lagt seg enn. Tað fara tær heldur ikki tey næstu árini. Higartil eru fýra bøkur útgivnar, men enn eru tríggjar eftir, og um eitt lítið ár verður filmurin um Harry Potter væntandi at síggja.

Rowling sjálv væntar, at sjeynda og seinasta bókin verður tann, sum mest hóvasták fer at vera um.

Í Føroyum hava vit nú langt um leingi fingið ta fyrstu føroysku týðingina av Harry Potter. Gunnar Hoydal hevur týtt ta fyrstu bókina úr enskum, og hon kallast Harry Potter og vitramannasteinurin.


Fangandi

?Harry Potter er fangandi? vóru flestu næmingarnir á einum máli um, tá tey skuldu geva sína hugsan um Harry Potter til kennar fyri tí útsenda av Sosialinum.

Vit sita í bleytum stólum úti í gongini í nýggja skúlanum á Kambsdali. Tá tú trínur inn í skúlan, gongur sjón fyri søgn, at tað er gjørtligt at fáa ein skúla hugnaligan. Her er ikki tørvur á ábótum fyri sjey milliónir krónur sum aðrastaðni.

2.b á Studentaskúlanum á Kambsdali hevur lisið ensku barnabókina Harry Potter, sum verður givin upp til próvtøku.

Harry Potter hevur upptikið sinni teirra seinastu vikurnar. Eftir at hava lisið ta einu bókina er onkur av málsligu studentunum í 2.b vorðin heilt fangaður av søguni.

Friður fekst ikki í sinnið, og tey høvdu ikki góðan náttarsvøvn, fyrr enn tey høvdu lisið allar fýra bøkurnar um Harry.

- Hetta er ein rættiligur ?pageturner?, har tú alla tíðina verður noyddur at blaða og lesa næstu síðu, siga Harry fjeppararnir.

Tí hevur tað tikið nøkrum teirra bara heilt fáar dagar at lesa tær drúgvu Harry Potter bøkurnar.

Tey siga, at hvør kapittul endar soleiðis, at tú kennir teg noyddan at lesa tann næsta. Teir enda altíð við einum sokallaðum ?cliffhanger?.

Hetta er ein av dragandi eginleikunum, sum Rowling hevur fingið við í sínar bøkur.

Onnur eru eitt sindur meira ivingarsom, tá tey skulu meta um Harry.

- Hetta er eitt sindur for langt úti til so gamlar næmingar, halda tey.

Tey hava ilt við at finna nakra aðra góða orsøk til at lesa bøkurnar, enn at hon er partur at prøvtøkupensum hjá læraranum, og at tey kanska skulu greiða frá hesi bókini til munnliga próvtøku.

Tey flestu meta tó bókina at millum tær betru, sum tey hava lisið.

Bókin hevur eisini sína ávirkan á teir meira opnu næmingarnar, sum siga seg ganga og hugsa um Harry og hansara ævintýrferðir í gerandisdegnum. Hetta kann vera tí, tey bera eyga við onkran lut, sum minnir tey um Harry.

- Tað er neyðugt at loyva bókini at hava sína ávirkan fyri at ein kann fáa nakað burturúr at lesa, sigur ein eldhugaður næmingur.

Bøkurnar krevja eisini av lesaranum, at hann hevur hugflogið í lagi, tí annars kann bókin ikki geva tær nakað. Í Harry Potter eru flúgvandi bilar, livandi trøð og borðiskar, sum aldri tømast.

Næmingarnir halda tað vera dragandi, at ein kann kenna seg aftur í bókini, tí Harry er ein heilt vanligur drongur, sum tó hevur samband við ein ósjónligan gandaheim.

Hevur bókin um Harry Potter nakran lærdóm ella boðskap at siga lesaranum? Hvørji virði verður dentur lagdur á?

- Høvuðsboðskapurin er, at tú skalt ikki vera bangin fyri at gera tað, sum er rætt, hóast hetta gevur tær trupulleikar, og tú verður noyddur at bróta nakrar galdandi reglar og normar. Fyri at vera førur fyri hesum, er eisini neyðugt at hava álit á tær sjálvum

- Vinarlag hevur eisini ein stóran leiklut í bókini, Rowling undirstrikar týdningin av at ofra seg fyri vinir, siga studentarnir.


Barnabók fyri vaksin

Søgan um Harry Potter er tann klassiska søgan, sum vit øll kenna. Tað góða ímóti tí ónda.

Harry er lítli smádrongurin úr London, sum í veruleikanum er gandakallur. Hetta varnast hann og fer á ein gandaskúla, sum ikki sæst í veruleikanum. Tað er her, bardagin móti tí ónda fyri tað mesta fer fram.

Voldemort, sum hevur tikið lívið av foreldrum Harrys, meðan hann enn var nýføðingur, stendur á odda fyri teimum óndu kreftunum. Størsti fíggindin hjá Harry er Voldemort.

Tað er við gandi, at Harry og Voldemort stríðast hvør móti øðrum. So er spurningurin, hvør ramastur er í gandi.

Vit kenna søguna aftur úr bókmentunum hjá øðrum enskum rithøvdundum sum C.S. Lewis og J.R.R. Tolkien, har tað góða berjist ímóti ónda. Eisini ber til at samanbera Harry Potter við Star Wars.

Harry Potter er ein barnabók, mest skrivað til børn, men hon kann sanniliga eisini lesast av vaksnum og hugtaka vaksin eins nógv um ikki meira enn børn. Hetta er ein av orsøkunum til, at hon er so vælumtókt um allan heim.

Rowling sigur, at hon skrivar bara út frá egnum barndómsminnum, og nakrar hendingar í bókini hava beinleiðis samband við onkra hending frá hennara barndómsdøgum.


Mótmæli

Bókin hevur møtt mómælum frá fleiri konservativum bólkum, og serliga í USA er mótstøðan rættiliga hørð.

Sagt verður, at Rowling eggjar børnum at dyrka tað okkulta og djevulin.

Í fleiri enn seytjan amerikanskum statum verður av álvara roynt at steðga bókini, og hon er longu bannað í skúlum í Kansas og Colorado.

- T að ber tó ikki til at banna hugflogi, siga næmingarnir.

Hví verða næmingar í 2. flokki á Studentaskúlanum so settir at lesa eina barnabók? Lærarin fær seinasta orðið.

- Eg vænti, at Harry Potter fer at verða eitt serstakt bókmentaligt fyribrigdi í okkara tíð, og tað er umráðandi hjá næmingunum at fáa við. Mær dámdi hana í øllum førum ómetaliga væl, sigur lærarin Birgitte Arendt, sum undirvísir næmingunum í enskum.