rudda burtur, og so smekkaði Óli Hansen til, tá møguleikin beyðst. Um nakað, so setti málið enn meira ferð á NSÍ. Teir spældu seg ferð eftir ferð oman móti KÍ-málinum, og mest av øllum, so var tað bara ein [...] mótstøðan ikki var nóg ansin, og so skuldi KÍ verið á sigurskós. Góður moralur Men runavíkingarnir vildu ikki gevast. Hóast spælið ikki var av tí poleraða slagnum, so hildu teir á fram í royndunum at stressa k [...] sjálvsagdur saknur er í. At liðið so kortini - og úr nærum vónleysari støðu ? megnar at venda einum dysti á útivølli móti KÍ ber boð um, at knotur eru í monnum. Enn er talan eisini um nógvar dystir, sum eru eftir
tosaði nógv um, hvussu týdningarmikið tað er at vera positivur og at rósa hvørjum øðrum. - Allur vakurleiki og øll vælvera byrjar í høvdinum við okkara hugburði. Eg eri so troyttur at hoyra um hesi kiloini [...] gott út, um ein dugir at taka fram tað mest positiva í útsjóndini. - Tað eru trý ting, sum lýsa tað mest feminina hjá kvinnuni. Tað er bringan, nakkin og ankilin - og akkurát har hava vit sjáldan so nógv kilo [...] út, um hon er í høghælaðum skóm - og so gongur hon meiri kvinnuligt. segði hann og vísti, hvussu rumpan skal sveiggja. Handiskjarnin hevði hetta kvøldið 20 prosents avsláttur á øllum damuklæðum, so nógv
fáa hendan eina býráðslimin inn. Um hesin ikki var, so var alt Kollafjørð stýrt av fremmandum fólki, við fremmandari mentan, langt burtur úr økinum. Og her er talan um 1000 fólk, ið møguliga einki kommunalt [...] økir ið nevndin er vald fyri, skal leggjast fram fyri nevndina til hoyringar. - Staðbundnu nevndirnar skulu hava til uppgávu, at kunna fólkið í bygdunum um tað, ið fyriferst í umtalaða økinum. - Nevndirnar [...] vald; ella kundi man sloppið undan hesi lóg, um býráðini vístu virðing fyri smáplássunum. Men hetta síðsta er lítið sannlíkt. - Hendan nevndin skal hava kunnleika um, hvat kærumøguleikar eru, og hvussu man
samráðingar við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina. Ført verður fram - ikki minst av andstøðuni - at landsstýrið ætlar at nýta ríkisveitingina til skattalættar. Men so er ikki. Endamálið við dagføringini [...] skilji væl at fakfeløgini reagera, tí tað snýr seg um pensjónsviðurskiftini hjá øllum føroyingum. Eg skal tó vissa øll um, at farið verður ikki fram í óðum verkum, og at málið verður viðgjørt væl og virðiliga [...] ynskir at taka upp samráðingar um at dagføra ríkisveitingina. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer í næstum undir hesar samráðingar, og ein prístalsviðgerð veldst um úrslitið av hesum samráðingum. S
viðgerð. Um spælari er álvarsliga skaddur, skal dómarin steðga dystinum við tað sama.« Víðari verður staðfest, at »um annað av liðunum sparkar bóltin út av vøllinum, fyri at spælari kann fáa viðgerð, so skal [...] liggjandi á vøllinum, men spælið helt fram. Dómarin steðgaði ikki spælinum – hóast teir hjá FC Suðuroy týðiliga væntaðu tað og tí meira ella minni steðgaðu upp, og HB helt fram við at spæla. Í staðin fór Símun [...] fótbóltslógini verður havdur fremstur í huga. Tá lisið verður ígjøgnum Stevnuna 2010 í brotinum um skaddar spælarar, so er tað upp til dómaran at gera av, nær skaðin er av slíkum slagi, at spælið skal steðgast
aftanfyri valdið snýr seg um, hvussu ein fær so stórt vald, og hvussu hetta valdið verður umsitið.” Soleiðis skrivar Frihedsbrevet um dokumentararnar, sum tey fara at vísa fram komandi sunnudag. - Arbeiðið [...] tveimum dokumentarum, sum snúgva seg um skipað lógarbrot og annað ivasamt virksemi hjá nøkrum av teimum allarsterkastu reiðaríunum í føroysku fiskvinnuni. Sí filmsbrot her. Um Valdið aftanfyri valdið: “Í 2009 [...] kvoturnar eru risastórar samanborið við onnur evropeisk lond. Tá ið vit so hava multinational samtøk, sum hava fingið atgongd til kvoturnar, so hevur tað týdning, at vit eisini halda eitt vakið eyga við tí, sum
tslu og so síðst, men ikki minst, likamsvirkni. - Vit kunnu róliga siga, at tað, at verða virkin, at svimja, at spæla bólt, at ganga nógv ella renna – tað er bæði heilsubót og sálarbót fram um alt annað [...] á Argir, har graslíkisvøllurin hjá AB er karmur um tiltakið. Dagurin byrjaði við morgunmati til allar luttakararnar og starvsfólk klokkan níggju, og tá so øll vóru mett og væl sett, setti landsstýrismaðurin [...] annað, segði Hans Pauli Strøm. Hann fegnaðist um tiltakið og nevndi, hvussu nógv hugaligari alt er, tá tað eru fleiri saman um tað, tey gera. - Kroppurin er jú skaptur til aktivitet. Hvat eru beinini til
Abu Musab al-Zarqawi, so hann verður lektur fyri skaðan, sum hann fekk í stríði Guðs. Tí hann er okkara fremsti stríðsmaður, og vit biðja Guð lekja hann, so hann kann halda fram við bardaganum. Boðini [...] ongar aðrar keldur kundu vátta tíðindini um, at hann er særdur. Men summar keldur halda, at tíðindini eru bein. ? Ja, tað haldi eg, og eg verði ikki kløkkur, um vit um nakrar fáar dagar fáa at vita, at hann [...] r á einum granskingarstovni í London, við Reuters. Ávaring um stórálop Amerikanskir talsmenn søgdu í gjár, at teir hava ongar upplýsingar um al-Zarqawi. Steve Boylan, sum er talsmaður hjá herleiðsuni í
eru umvældir frá grundini, og hóast talan hevur verið um eitt drúgt arbeiði, er stjórin Gunnar í Liða fegin um úrslitið. - Vit hava leingi sæð fram til dagin, tá øll starvsfólk okkara kundu savnast undir [...] Stjórin á Tryggingini sigur um samlaðu verkætlanina, sum fór í gongd í 2001, at hon hevur verið bæði drúgv og dýr. - Av tí at bygningarnir vórðu so gamlir, og vit máttu byrja so grundleggjandi, gjørdist arbeiðið [...] Tryggingarfelagið Føroyar hevur fram til apríl 2004 verið býtt upp í tvey geografisk arbeiðsøki í høvuðsstaðnum. Um 60 starvsfólk hava havt sín gerandisdag niðri á Kongabrúnni í Havn, meðan onnur 40 hava
nógv fyri at finna fram til pínuorsøkina. Tað haldi eg framvegis, og tað kann ikki vera ilt at skilja, at eg iðri meg miriliga um, at tað ikki fyri einum mánað síðani ella meiri enn so bar til hjá mær at [...] enn at venja og so vóna tað besta. Teir siga, at tað kanska verður ein vika, og kanska verður tað ein mánaði, sigur Todi Jónsson. Er sera hamur Todi Jónsson dylur ikki, at hann er argur um, at tað ikki fyrrenn [...] at leggja alt í miðvísa venjing, sigur Todi Jónsson, sum leggur afturat, at fleiri hava spurt, um talan er um sama lyskuskaða, sum í fyrraárið og í fjør helt honum burtur frá liðnum í fleiri mánaðir. Tað