Í fyrra førinum, sum var sjey minuttir fyri tíð, fekk Henning G. Joensen hjá FC Suðuroy ein snudd og varð liggjandi á vøllinum, men spælið helt fram. Dómarin steðgaði ikki spælinum – hóast teir hjá FC Suðuroy týðiliga væntaðu tað og tí meira ella minni steðgaðu upp, og HB helt fram við at spæla.
Í staðin fór Símun Samuelsen ígjøgnum og gjørdist eftirfylgjandi partur av samanstoyti við bæði Stanislav Kuzma og Heina Vatnsdal, ið blivu liggjandi eina góða løtu. Serliga málverjin fekk so mikið av skaða, at hann var týðiliga darvaður av tí restina av dystinum.
Í seinna førinum, sum var fimm minuttir seinni, sparkaði málverjin hjá FC Suðuroy bóltin út, tí Heini enn eina ferð fekk ein snudd og varð liggjandi inni í egnum brotsteigi. Men HB gjørdi skjótt av, tók innkastið beinanvegin og royndi at fáa eitt álop í lag.
Kring vøllin vóru tað fleiri – undirritaði íroknaður – ið undraðust á vantandi Fair Play-andan hjá HB, men hetta var ógrundað, um hugt verður í Stevnuna fyri 2010, sum er ein vegleiðing til dómarar, venjarar og spælarar, tá støða skal takast til eitt nú skaddar spælarar. Stevnan skal gera sítt til, at eitt nú andin í fótbóltslógini verður havdur fremstur í huga.
Tá lisið verður ígjøgnum Stevnuna 2010 í brotinum um skaddar spælarar, so er tað upp til dómaran at gera av, nær skaðin er av slíkum slagi, at spælið skal steðgast og viðgerð gevast tí skadda. Og í hvørgum førinum metti Eiler Rasmussen, sum dømdi í Gundadali í gjár, at neyðugt var at steðga spælinum ella annars at handla eftir tí, vit vanliga kalla Fair Play-meginreglan.
Í fimta broti í Stevnuni stendur undir yvirskriftini Fair Play, at »um spælari verður smáskaddur undir dystinum, er tað dómarin sum ger av, um og nær dysturin skal steðgast, fyri at viðkomandi spælari kann verða eftirhugdur og fara av vøllinum fyri at fáa viðgerð. Um spælari er álvarsliga skaddur, skal dómarin steðga dystinum við tað sama.«
Víðari verður staðfest, at »um annað av liðunum sparkar bóltin út av vøllinum, fyri at spælari kann fáa viðgerð, so skal liðið ikki vænta at fáa bóltin aftur.«