Mótakvøld fyri 200 kvinnum

Kvinnan - vælvera og vakurleiki. Tað var heitið á kvøldinum, sum Handilskjarnin skipaði fyri hóskvøldið.
Einar 200 kvinnur úr øllum Føroyum vóru komnar at hoyra, hvussu tær kunnu gerast enn vakrari.

Kvinnur, kvinnur, kvinnur - tey einastu mannfólkini, sum vóru at finna í Handilskjarnanum hóskvøldið, vóru tey, sum skonktu hvíttvín og á aðran hátt tæntu teimum innbodnu kvinnunum.
Hans Fróði Hansen, stylistur, tók yvir pallin og byrjaði við at siga, hvussu lætt tað var at hava eitt smíl uppá hetta kvøldið.
- Tit síggja stak gott út allar, og tað er altíð stuttligt at hyggja at fólki, sum hava gjørt nógv burtur úr sær sjálvum.
Hann tosaði nógv um, hvussu týdningarmikið tað er at vera positivur og at rósa hvørjum øðrum.
- Allur vakurleiki og øll vælvera byrjar í høvdinum við okkara hugburði. Eg eri so troyttur at hoyra um hesi kiloini, royn og tak tað vakrasta fram í tær sjálvum og ver stolt av hesum.

Ymiskir stílar
Fimm ymiskar kvinnur komu inn á pallin í ymiskum klædnastílum. Onkur var buttut, onkur stutt og ein onnur long og kløn - og allar riggaðu stak væl.
Hans Fróði Hansen, vísti á, hvussu lætt tað er at síggja gott út, um ein dugir at taka fram tað mest positiva í útsjóndini.
- Tað eru trý ting, sum lýsa tað mest feminina hjá kvinnuni. Tað er bringan, nakkin og ankilin - og akkurát har hava vit sjáldan so nógv kilo at berjast við.
Fyri at framhevja bringuna, heldur Hans Fróði, at ein skal vera í niðurringaðum blusum, fyri at vísa nakkan, skal hárið setast upp, og fyri at vísa ankilin, er best at vera í kjóla.
Eisini vil hann, at kvinnur skulu brúka høghælaðar skógvar.
- Ein kvinna sær klænri og rankara út, um hon er í høghælaðum skóm - og so gongur hon meiri kvinnuligt. segði hann og vísti, hvussu rumpan skal sveiggja.
Handiskjarnin hevði hetta kvøldið 20 prosents avsláttur á øllum damuklæðum, so nógv varð óivað eisini keypt. Eftir fyrilesturin hjá Hans Fróða var kaffi og marsipan- og marengssmákakur á skránni.


Hvussu nógvar pengar brúkar tú uppá klæðir um mánaðin?
Asta Jacobsen:
- Tað kemur an upp á, hvat eg felli fyri. Onkran mánaða onki og onkran mánað eini 1000 krónur.

Elvina Lauritsen:
- Eg fái flipp viðhvørt, og tá keypi eg fyri 1000 krónur upp á eitt eygablikk. Eg havi skógvamani, so har fer eitt sindur av pengum.

Barbara Gregersen:
- Mamma mín eigur handil, so eg brúki ongar pengar upp á klæði. Eg bara velji mær, hvat eg skal hava úr hennara handli.

Durita Jørgensen:
- Eg brúki næstan onki. Kanska 500 krónur í tríggjar mánaðar. Eg dugi nokso væl at seta klæðir saman, so tey síggja nýggj út.

Hjørdis Háberg Petersen:
- Eg keypi nógso nógv klæði. Millum 700-1000 krónur um mánaðin. Eg keypi ongantíð organiserað; tað er mest spontan innkeyp.